fríggjadagur 22. juni 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 118 - 22. juni 2007
Magni Laksáfoss,
fíggjarmálaráðharri,
er serstakliga væl
nøgdur við søluna av
partabrøvum í Føroya
Banka, og hann
rósar bæði grunni og
banka fyri eitt framúr
dygdargott arbeiði í tí
sambandi
PARTABRØV
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Fíggjarmálaráðharrin kundi
ikki sjálvur vera til staðar
stóru løtuna, tá Føroya
Banki á fyrsta sinni varð
børsskrásettur á marknað
unum í Íslandi og Keyp
mannahavn í gjár. Og tað
var hann sera harmur um.
Men aftur fyri er hann
ógvuliga fegin um tann
góða prísin, sum bankin
varð seldur fyri.
Alt hevur eydnast ótrú
liga væl. Planleggingin,
marknaðarføringin, sølan.
Og eg haldi, at vit kunnu
ikki verða annað enn væl
nøgd við prísin, vit fingu
fyri bankan við teimum
kriterium, mann hevði valt
at selja bankan eftir, sigur
Magni Laksáfoss.
Hann hevur annars júst
verið í Onglandi og undir
skrivað eina dupultskatta
avtalu við bretsku stjórnina,
og tað var hetta, ið forðaði
honum í at vera til staðar í
Føroya Banka í gjár.
Tað undrar hann ikki, at
áhugin fyri bankanum er so
stórur, sum hann er, tí
kursurin á einari nýggjari
fyritøku á børsinum verður
altíð settur soleiðis, at hann
kann skapa áhuga millum
íleggjarar.
Tað er púra vanligt við
einum
»introduktións
avsláttri«,
vísir
Magni
Laksáfoss á, og hesin liggur
vanliga millum 10 og 15%.
Tað vil so siga, at faktuelli
kursurin altso í veruleik
anum átti at ligið millum
210 og 220.
Vit valdu at leggja
okkara avsláttur á 11%, og
slíkt verður gjørt fyri at
tryggja
áhugan
millum
íleggjararnar. Tí tað ringasta
tú kanst gera, er at leggja
kursin so høgt, at eingin
hevur hug at keypa parta
brøvini, sigur fíggjarmála
ráðharrin.
Hava fingið nógv
Tá íleggjarar keypa parta
brøv í einari fyritøku,
hyggja tey fyrst og fremst
eftir lutfallinum millum
kostnað og vinning (pe,
sum stendur fyri price/
earning). Vanliga
verða
danskir bankar handlaðir
við lutfallinum 12,5, men
Føroya Banki var handlaður
við lutfallinum 16, ella
munandi meiri enn vanligir
danskir bankar.
Og tá er tað ógvuliga
trupult ikki at vera nøgdur
við prísin, sigur Magni
Laksáfoss.
Hann sigur, at tá íleggjarar
velja at gera íløgur í eina
fyritøku, so er tað fyri so
vítt gjørt upp á »forventet
fangst«. Fólk keypa parta
brøv, tí tey rokna við, at
fyritøkan er so mikið sunn,
at hon megnar at skapa eina
framgongd og á tann hátt at
fáa kursin at hækka. Og
hetta merkir so aftur ein
vinning til íleggjaran.
Og fíggjarmálaráðharrin
undirstrikar, at prísurin hev
ur verið ógvuliga góður.
Kursurin vísir, at bankin
í dag hevur eitt virði upp á
1,9 milliard, runt roknað.
Tað er við kurs 189. Í
veruleikanum hevur bankin
helst eitt kursvirði upp á
2,1 milliard, og við tí,
bankin hevur borið aftur í
landskassan, táttar tað í 3,5
milliardir tilsamans. Og tað
er væl meiri, enn landskassin
mátti spýta í, tá bankin á
sinni varð bjargaður, vísir
fíggjarmálaráðharrin á.
Tað merkir við øðrum
orðum, at tær 2,7 milliard
irnar, vanligi føroyingurin
mátti bløða fyri 15 árum
síðani fyri at bjarga bankan
um, hevur hann fingið aftur,
og tað ríkiliga. Tilsamans
hevur afturberingin verið
góðar 1,29 milliardir gjøgn
um árini, og við kursvirð
inum á 2,1 milliard merkir
tað altso eitt avlop á umleið
800 milliónir.
Uppbyggja eina
mentan
Landsstýrismaðurin í fíggj
armálum metir, at tað eru
so mangir aðrir fyrimunir
við, at vit nú hava fingið
enn eina føroysku fyritøk
una skrásetta á altjóða børs
marknaðum. Eisini heldur
hann, at tað er ógvuliga
positivt, at fólk hava tikið
so væl ímóti skrásetingini
og hava verið so íðin at
tekna seg fyri partabrøvum,
at bankin kundi seljast 26
ferðir.
Sjálvandi er tað eitt
sindur harmiligt, at fólk
ikki fáa ta nøgd av parta
brøvum, tey hava teknað
seg fyri, yvirtekning er jú
ikki nakað óvanligt, sigur
Magni Laksáfoss, sum vísir
á, at tað er av stórum
týdningi, at partabrøvini
alla tíðina eru likvid, tað vil
siga alla tíðina verða handl
að. Tí verða tey ikki tað,
kann tað enda við, at skrá
setingin verður strikað.
Og júst handilin við parta
brøvum sær fíggjarmálaráð
harrin sum ógvuliga týdn
ingarmiklan, tí á hendan
hátt kunnu vit upparbeiða
eina
partabrævamentan,
sum hevur so nógv at siga
fyri tær fyritøkurnar, ið
verða børsskrásettar.
So tað stutta av tí langa
er, at hendan fyrsta føroyska
børsskrásetingin
hevur
verið meiri væleydnað, enn
Magni
Laksáfoss
hevði
torað at vóna.
Og hvørki eg ella Bárður
Nielsen skulu taka okkum
nakra æru av hesum. Hetta
er arbeiðið hjá Fíggingar
grunninum
og
Føroya
Banka, og tað eru teir, ið
eiga rós uppiborið, sigur
landsstýrismaðurin í Fíggj
armálum.
Óli Breckmann,
løgtingslimur fyri
Fólkaflokkin, heitir
nú alment á Jóannes
Eidesgaard, løgmann,
um gera sína og
landsstýrisins ávirkan
galdandi soleiðis,
at eftirverandi
partabrøvini vera seld
smáu íleggjarunum,
tá tann tíðin kemur
PARTABRØV
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Ovurstóri áhugin fyri at
keypa partabrøv í Føroya
Banka, hevur nú fingið Óla
Breckmann at heita á løg
mann um at gera sítt til, at
teir nógvu føroyingarnir,
sum vórðu mestsum við
sviðusoð, fáa møguleikan
at tekna meiri partapening,
tá restin av bankanum
verður privatiserað.
Nú eru 2/3 av Føroya
Banka seldir, og vit kunnu
fegnast
um,
at
9.000
føroyingar eiga í einskilda
bankanum. Henda stóra
undirtøka
bendir
á,
at
fjøldin tekur undir við, at
besta leiðin til størri vælferð
og frælsi er, at so nógvir
einstaklingar, sum vilja tað,
blíva persónligir eigarar í
einskilda búskapinum og
skapa eina nýggja parta
eigara og vinnulívsmentan
her á landi, sigur Óli Breck
mann.
Og hann heldur fram:
Men samstundis vil
undirritaði
løgtings
og
samgongutingmaður minna
løgmann og landstýrið á, at
túsundtals smápartaeigarar
føla seg við sviðið soð, tí
tey bert sluppu at keypa
20% av higartil útlutaða
partapeninginum í Føroya
Banka.
Hann metir, at tá áhugin
var so stórur, at partabrøvini
vórðu yvirteknað heilar 26
ferðir, so eru 240 milliónir
ein ov lítil upphædd at býta
út millum 9000 privatar
íleggjarar.
Eg heiti tí staðiliga á
løgmann, at hann og lands
stýrið alt fyri eitt viðgera
tann møguleikan, at teir
nógvu smáu føroysku parta
eigararnir, sum føla seg
vera við skerdan lut, sleppa
at keypa tann seinasta 1/3,
t.e. 600 mió kr, sum eftir
eru at selja av Føroya
Banka, sigur Óli Breck
mann.
Hann vísir á, at um ver
andi reglur forða hesari
demokratisering av parta
ognini í bankanum, so eigur
løgmaður, vegna landstýri
og samgongu, at leggja
uppskot um rætta broyting
fyri løgtingið á ólavsøku,
so tað ikki verður neyðugt
hjá einstøkum tingmonnum
ella flokkum at gera tað.
9000 smáir íleggjarar
Heilir 9000 smáir íleggjarar eiga nú lut í fyrsta børs
skrásetta bankanum í Føroyum. Teir fingu umleið
20% av útbodnu partabrøvunum, og hóast til bar hjá
privatu íleggjarunum í bæði Íslandi og Danmark
eisini at keypa, so má kortini roknast við, at
meginparturin eru herbúgvandi føroyingar. Umframt
verður upplýst, at føroyingar og føroyskar íløgu
fyritøkur eiga um helmingin av útbodnu parta
brøvunum.
Vann 160 milliónir
Fíggingargrunnurin frá 1992, sum júst hevur selt meirilutan
av partabrøvunum í Føroya Banka, eigur framvegis ein
triðing av bankanum. Partabrøvini hjá grunninum merkja
væl ta hækking, sum fór fram á fyrsta degnum, bankin var
skrásettur á børsinum, og hækkingin úr 189 upp í 143 gev
ur grunninum er stóran vinning. 160 milliónir krónur eru
partabrøvini nú meiri vert hjá Fíggingargrunninum, og tað
er sambært fíggjarmálaráðharranum meiri enn yvirskotið
á fíggjarlógini.
Skattgjaldarin fingið alt aftur
Magni Laksáfoss, fíggjarmálaráðharri, heldur, at allir
aktørarnir í sambandi við skráseting og sølu av Føroya Banka
hava gjørt eitt sera gott og professionelt arbeiði
Sel til teir smáu