Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-22, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juni 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 118 • 22. juni 2007 Vikuskifti 11 ønu in á Norrønu veit, hvørji pláss tey eiga í eini møguligari neyðstøðu, og bjargingarbátarnir eru merktir við numrum. - Øll manningin hevur kort uppi á sær, so tey vita, hvar tey skulu verða, og hvat tey skulu gera í slíkari støðu. Ávaringarskipan Meðan vit steðga á brúnni, greiðir Alfred okkum frá tí sonevnda “dødmands- knøttinum”, ið danir rópa hann. Hetta er ein ávaringarskipan. - Knøtturin virkar soleiðis, at ein sirena fer at ýla, um trýst ikki verður á knøttin við jøvnum millumbilum – alt eftir, hvat tíðar- bil knøtturin er innstillaður eftir. Hesa løtuna, vit vóru á brúnni, skuldi trýstast á knøttin tólvta hvønn minutt. Annars fór sirenan í gongd. - Tá siglt verður innanskers, kunnu vit stilla skipanina at ýla við hálvum øðrum minutti millumbili. Fer sirenan at ýla, og hon ikki verður sligin frá á brúnni, fer ávaringarskipanin í gongd í kømrunum hjá hinum yvirmonnunum – og reagerar eingin har, fer skipanin um brandalarmin í gongd um alt skipið. Alfred sigur, at ávaringarskip- anin altíð er “aktiv” umborð á Norrønu, tá siglt verður ímillum lond. - Hetta er ein tryggleiki, um onkrum skuldi borist okkurt fyri á brúnni, leggur hann aftrat. Einki alkohol Tað er altíð skiparin sjálvur, sum leggur skipið til bryggju – og sum stýrir skipinum útaftur á opið hav. - Skiparin er altíð tøkur, og hann er altíð á vakt, sum 2. stýri- maður, Regin Sørensen, tekur til. Skiparin ásannar, at trygdin er í hásæti. - Vit prioritera trygdina ógvuliga høgt, og javnan er eftirlit umborð. Fylgja vit ikki krøvunum, sleppur skipið ikki at sigla. Vit eru “up to date”, og okkum dámar best, um vit eru eitt sindur frammanfyri tíðina á hesum øki. Ein liður í tryggleikanum umborð á Norrønu er, at nýtsla av alkoholi millum manningina er púrasta bannað. - Promillan er 0,0. Her er einki at rafla um. Tá fólk verða sett í starv, skriva tey undir upp á, at tey halda seg rúsfrí, meðan tey eru umborð. Hetta geldir bæði í arbeiðstíðini og á frívaktini. Fólk vita, at tey nær sum helst kunnu verða rópt upp til eina alkoholroynd. Eingin ávaring verður givin. Er nøkur promilla, er bara ein vegur, og tað er í land. Alfred sigur, at tað er uppgávan hjá honum sum skipara at syrgja fyri, at eingin er ávirkaður. - Øll skulu altíð kunna vera stand-by, og tí er neyðugt við hes- um reglum, leggur hann aftrat. Føroyingar yvirmenn Manningartalið umborð á Norrønu hendan túrin, Sosialurin var við, var 97. Um veturin liggur talið um 60, men tá serligir túrar verða gjørdir, eitt nú undan jólum, verður talið skrúvað uppaftur. Øll driftsmanningin er føroysk – heilt av brúnni, niður á dekkið og niður í maskinrúmið. Samlaða talið av føroyingum á nevnda túri var 33 og tjóðin, sum annars var best umboðað við manningartali, var Pólland við 32 fólkum. Annars eru nógvir aðrir nationalitetir við Norrønu, eitt nú íslendingar, danir, norðmenn og sviar. - Øll skulu duga enskt og í minsta lagi eitt sindur av skandinaviskum. Fólk, sum ikki duga nakað av skandinaviskum, fáa høvi at fara á skeið á Føroya Sjómansskúla, og her skulu tey í minsta lagi duga eini 300 orð. Ein liður í hesum er, at tey skulu kunna hjálpa og vegleiða ferðafólki, um skipið kemur í neyðstøðu. Gott samstarv Alfred sigur, at samstarvið milll- um fólkini úr ymisku londunum sum heild er sera gott. - Okkurt smávegis kann stinga seg upp, men sum heild gongur alt upp á tað besta, og fólk eru heldur ikki so “klikut”, sum hann tekur til. Hann sigur, at tað sjálvandi hevði verið ynskiligt, at fleiri føroyingar sigldu við Norrønu, men hann ásannar, at tað er ikki lætt at fáa nóg mikið av føroyingum til ymisku postarnar umborð. Alfred Joensen gjørdist skipari umborð á nýggju Norrønu í mars 2004, men hann hevur áður verið við gomlu Norrønu. Avloysari hjá honum í skiparastólinum, tá hann er í landi, er Hendrik Hammer. Byrjaði á dekkinum Regin Sørensen, sum vit nevndu í byrjanini, hevur í apríl í ár verið trý ár við ferðamannaskipinum. Hóast hann í tríati ár sigldi sum skipari við gasstangaskipum, byrjaði hann á dekkinum umborð á Norrønu. - Hetta er annað skeiðið hjá mær sum 2. stýrimaður. Mær dámar hetta væl, og eg satsi ikki upp á at sleppa longur upp eftir stiganum. Eg havi havt mina tíð sum skipari í mong ár, og tað er gott, at yngri kreftir taka við, sigur fryntligi húsvíkingurin. Áðrenn vit fara av aftur brúnni, ynskja vit skipi og manning góða ferð – og framhaldandi góða eydnu við ferðamannasiglingini á føroyskum kjøli. rensen. Regin førdi gasstangaskip hjá hesum felag í tríati ár, og Alfred fekk tey seinastu Mynd: Vilmund Jacobsen Útlendingar tjena ikki minni Millum mong verður ivaleyst hildið, at eitt skip sum Norrøna hevur so nógvar útlendingar umborð, tí hetta er “bíligari” arbeiðsmegi fyri reiðaríið. Men so er ikki. Bæði føroyingar og útlendingar sigla eftir farmaskipasáttmálanum. Hetta merkir, at fólk í sama starvi fáa júst somu løn. Nakað annað er so, um hendan lønin, sum liggur um slakar 16.000 krónur um mánaðin fyri vanliga arbeiðstíð, er góð ella minni góð. Í øllum førum er lønin hin sama – uttan mun til, um tú ert føroyingur ella útlendingur. Tá eitt nú sviar og norðmenn fáa sína hýru útgoldnað í donskum krónum, gevur hetta fleiri krónur í teirra peningi enn í okkara. (-vilmund) Eingin lønarmunur er millum føroyingar og útlendingar í sama starvi umborð á Norrønu Mynd: Vilmund Jacobsen