fríggjadagur 22. juni 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 118 - 22. juni 2007
13
viðmerkingar
Høvuðskærumál: Sjónvarp
ið, og herundir Anniku
Bolton Mortensen, Georg
L. Petersen, redaktørur og
Øssur Winthereig, tíðinda
leiðari í Sjónvarpinum
skulu roynast fyri vreingj
an av upplýsingum, fyri
lygnir, at burturtiga upp
lýsingar.
Skaðiligar ákærur
Í Degi og Viku fríggjadag
in í seinastu viku var tekn
iski stjórin hjá Tórshavnar
kommunu og onnur í fam
ilju hansara meira ella
minni beinleiðis løgd undir
korruptión av Sjónvarpi
num. Hetta førdi til, at
borgarstjórin bað um eina
óhefta advokatkanning av
málinum, fyri m. a. at
staðfesta um nakað
óregluligt var farið fram.
Tekniski stjórin
reinsaður
Advokatkanningin hevur
nú staðfest, at hvørki tekn
iski stjórin, restin av tekn
isku umsitingini ella borg
arstjórin hava framt nakað
brot á §3 í fyrisitingar
lógini.
Sjónvarpið verður nú
kært
Grovu skuldsetingarnar hjá
Sjónvarpinum móti
tekniska stjóranum í Tórs
havnar kommunu, og mis
tonkiliggeringin av øðrum
í familju hansara, reisa
spurningin um Sjónvarpið
er farið útum mark, og hev
ur brotið góðan fjøl
miðlasið. Vit hava tíbetur
fingið eina fjølmiðlaá
byrgdarlóg nú, soleiðis at
vanlig fólk hava fingið eitt
amboð at verja seg móti
slíkum ágangið sum hesum
frá Sjónvarpinum. Og hetta
málið er so álvarssamt, at
tað einasta rætta er at
royna málið í Fjølmiðla
nevndini, sigur Jákup
Egholm Hansen. Og nú
óhefta advokatkanningin er
komin til eina greiða
niðurstøðu, hevur tekniski
stjórin hjá Tórshavnar
kommunu avgjørt at kæra
málið. Í fyrstu atløgu
verður kært til Kringsvarps
leiðsluna. Um ikki ein fult
út nøktandi umbering og
rættleiðing verður givin í
seinasta lagið komandi
mánadag, verður farið til
Fjølmiðlanevndina, sigur
Jákup Egholm Hansen.
Skeivur og misvísandi
tíðindaflutningur
“Sjónvarpið hevur hóast
betri vitan, borið fram tíð
indi, ið eru full av feilum,
sum eru snaraði og sum
innihalda beinleiðis lygnir.
Teir hava skatt umdømi hjá
mær og familju míni. Vænt
andi farið eg eisini at
stevna Sjónvarpinum eftir
endurgjaldi fyri skaða á
mítt umdømi og fyri at
hava skatt framtíðar virkis
møguleikar hjá bæði mær
og familju míni”
Sjónvarpið ikki hildið
góðan fjølmiðlasið
Lógin um fjølmiðlaábyrgd
áleggur fjølmiðlum at vísa
góðan fjølmiðlasið. Góður
fjølmiðlasiður er m.a., at tá
talan er um serliga skað
andi upplýsingar, áliggur
fjølmiðlunum ein serlig
skylda at kanna øll viður
skifti til botns frammanund
an. Harumframt er tað ikki
góður fjølmiðlasiður at
hongja óviðkomandi per
sónar við navni út. Og
sjálvandi er tað eisini
umráðandi, at fjølmiðlarnir
tosa satt, og lýsa allar vinkl
ar í málinum. Sjónvarp Før
oya hevur ikki hildið seg til
nakra av hesum meginregl
um.
Tað vísir seg nevnliga, at
teir hava ikki tosa við fleiri
av nevndu persónunum í
innslagnum í Degi og
Viku. Eisini hevur Sjón
varpið borið fram skeivar
upplýsingar um konu tekn
iska stjórans, og hevur
nevnt navnið á konu han
sara við navni í hesum sam
bandi, hóast at tíðindavirð
ið í hennara navnið er óvið
komandi. At hon er eitt
kent navn er ongin
umbering fyri slíkari fram
ferð hjá Sjónvarpinum.
Samstundis eru samrøð
ur, ið tíðindakvinnan Ann
ika Bolton Mortensen
hevði við tekniska stjóran
og leiðaran fyri Húsaumsit
ingina hjá kommununi
tagdar burtur. Í hesum sam
røðum váttaðu hesir, at
tekniski stjórin beinanveg
in tók avgerð um at hann
var inhabilur, og tók seg
burtur úr øllum sum hevði
við samskifti við allar
byggifyritøkurnar sum
arbeiða í Realskúlanum at
gera. Í staðin var í Degi og
Viku sagt, at tekniski stjór
in hevði ongar viðmerking
ar. Eitt notat í málinum vís
ir, at hetta er ikki satt, og at
tað vóru fleiri vitni til tað.
Tekniski stjórin vildi bert
ikki gera myndaupptøkur.
Sjónvarpið snarar fakta
Eisini kann staðfestast, at
Sjónvarpið hevur snarað
fakta í málinum. Víst varð
til eitt tekniskt notat um
bruna og trygdarviður
skifti í Gamla Realskúla
num, sum tekniski stjórin
hevði gjørt eftir áheitan frá
borgarstjóranum, sum var
sagt verða prógv um, at
tekniski stjórin hevði ikki
hildið seg vekk frá umvæl
ingararbeiðinum. Notatið
hevur tó onki við sjálvt
arbeiði hjá byggifyritøkuni
Viking Smíð at gera. At
Sjónvarpið er fullkomiliga
á skeivari leið verður prógv
að á teirra egnu heimasíðu,
har teir eftir sendingina í
Degi og Viku skriva, at
tekniski stjórin hevði fyr
ireikað alt málið og notatið
áðrenn Viking Smíð fekk
arbeiðið. Hetta er eisini
lygn. Notatið er gjørt
tríggjar mánaðir aftan á at
skúlin varð stongdur, og
umvælingararbeiði byrjaði.
Sjónvarpið totalt blottað
fyri sjálvkritikk
Eftir at hava umrøtt málið
við fólk við serkunnleika á
fjølmiðlaøkinum, leggur
tekniski stjórin hjá Tórs
havnar kommunu ikki
fingrarnar ímíllum í síni
meting av trúvirðinum hjá
Sjónvarpinum. “Sjónvarpið
er kritiskt, men totalt blott
að fyri sjálvkritikk. Hetta
er sera óproffessionelt
journalistiskt og redaktio
nelt arbeiði” sigur Jákup
Egholm Hansen. “Málið er
so álvarsligt fyri trúvirði
hjá Sjónvarpinum, at leiðsl
an í Kringvarpinum neyvan
gera annað enn at taka
avleiðingarnar av hesum
máli og seta eina kanning
av handfaringini hjá Ann
iku Bolton Mortensen,
Georg L. Petersen, redak
tøri og Øssur Winthereig,
tíðindaleiðara í
Sjónvarpinum í gongd bein
anvegin. Tíðin er búgvin til
sjálvrannsakan í Sjónvarpi
num, og tíðin er eisini kom
in til at Fjølmiðlanevndin
leggur eina linju nú” sigur
Jákup Egholm Hansen at
enda.
Sjónvarpið roynast í Fjølmiðlanevndini
Tekniskur stjóri hjá
Tórshavnar Kommunu
Jákup Egholm
hansEn
Grundin til, at Hilton
føldi, at hon var í einum
búri, var kanska hon, at
hon var í einum
So, hví í Guds garði havi
eg sett mær fyri at skriva
um ein forkelaðan unga av
eini gentuveru, Paris
Hilton at navni? Jú, tí um
yvirhøvur nakað sum helst
gagnligt nakrantíð skal
koma frá nanvframu
frøkun Hilton, so er tað nú!
Ein útsøgn frá hesari
millióningagellu um
hvussu hon, aftaná eina
óhøgliga fangasetu, hevur
“sæð ljósið”, má nevniliga
fáa fólk á gáttini at verða
“frelst” at hugsa: “Pínadoy,
nei, eg meini, ádú, ádú, eg
ætli mær so ikki at blíva
frelstur, um handa har
eisini er tað.”
Aftaná eina skammiliga
yrkisleið innan... ja, tað er
so tað, innan presiss hvat,
men ókey, innan ella í
almenna rúminum, har hon
hevur blaktrað sítt kynslív
á alnótini, verið í einum
‘reality show’ í sjónvarp
inum, roynt og dumpað í
royndini at gerast sangari,
og farið til eina endaleysa
røð av paparatsiproppaðum
Hollywood ballum, kunn
gjørdi Paris Hilton hin 11.
juni, at hon hevði funnið
Gud við tí seinnameiri
úrsliti, at hon nú var “a
different person”.
Hesin 26 ára gamli
kvinnuligi arvingurin, sum
næstan megnaði at vríggja
seg sjálva út úr eini 45
daga fongsulsrevsing, men
sum nú situr so væl og
virðiliga handan rima
verkið, rakti ein týðiligani
iðranarfullan nóta í henn
ara fyrstu samrøðu sum
fangi í einum borgarafongs
li í Los Angeles við roynda
eygleiðaran Barbara
Walters, hvørs sergrein er
“tey kendu”.
“I’m not the same person
I was,” segði hon í hesi
samrøðu, goldin av móttak
aranum; ein uppringing
upprunaliga ætlað mamm
uni, men sum av tilvild
tosaði við Walters á eini
aðrari linju. “I used to act
dumb. It was an act...”—ja,
góða...
“I know now that I can
make a difference, that I
have the power to do that. I
have been thinking that I
want to do different things
when I am out of here. I
have become much more
spiritual. God has given
me this new chance.”
Tað, sum hon sjálvandi
ikki fær at vita, og
tessvegna aldri verður
varug við er, at tóað
alvaldandi Gud gjørdi av
at, um eg so má siga, sigla
við øllum seglum í framm
anundan vónleysu royndini
at fáa bert eithvørt hissini
samband við Paris
didduna, hevði sjálvt tað
ikki eydnast. Av hesi grund
aleina kann tað ikki annað
enn vekja undran, at hon
kláraði nakað, sjálvur Gud
maðurin ikki kláraði. Og
ikki bert tað, men har
afturat “síggja ljósið”—
sum, uttan at kenna til
hatta antiindividualistiska
fyribrigdið, má vera eitt
samband uttan sammeting.
Ná, men henda umvend
ing er eftir øllum at døma
hend við 280 kilometra
ferð. So seint sum hin 8.
juni, altso 3 dagar fyri sína
merkisverdu endurloysn,
ýldi hon í rættarsalinum og
rópti eftir mammuni, sum
dómarin kollsigldi hasa
grimmu avgerðina hjá
lokala sjeriffinum at loyva
frøkun Hilton at sita av
revsingina heima hjá sær
sjálvum og gav boð um at
senda hana aftur til henn
ara hálvan triðja metur
langa og hálvan fjórða
metur breiða kliva. “It’s not
fair”, mjarraði hon.
Men nú, sigur hon, hevur
hennara andaligi ráðgevi—
eitt samheiti fyri sakførari,
hugsi eg—fingið hana at
síggja málið, hesa roynslu,
hesa royndarstund, í øðrum
ljósi... einum karmiskum
einum, ikki tær at siga. (Tú
veitst, indisk pátrúgv um
hvussu tær óndu og tær
góðu gerðirnar tilsamans
gera av, hvørja lagnu
einstaklingurin fær í sínum
komandi lívi). “My spirit
or soul did not like the way
I was being seen and that
is why I was sent to jail.
God has released me.”
Kortini, hatta var so ikki
frágreiðingin, dómari
Sauer og almenna
ákæruvaldið góvu: tey
vildu sagt, at hon varð sett
í fongsul av tí at hon legði
ein lort í treytirnar fyri eini
sakfelling um rúsdrekka
koyring umframt at hava
verið fangað tríggjar ferðir
aftanfyri bilstýrið við
einum ógildigum
koyrikorti.
Aftaná sakfellingina fyri
knøppum mánaði síðan,
var Hilton fyri eini mak
ligari viðgerð frá lokala
sjeriffinum—sum, og
nakað, ið er komið fram
seinni, fekk eitt fitt íkast til
átakið at verða umvaldur
frá abba Paris í fjør. Fyrst
fekk handa tá ikkifrelsta
gellan at vita, at hon bert
skuldi sita í 23 dagar, hóast
revsingin ljóðaði á 45
dagar... men, altso—
sjálvandi—treytað av, at
hon skikkaði sær væl. (Og
sjálvandi fór Paris hjá
mammu og babba, og
abba, at skikka sær væl!)
Men hvat, valla tríggjar
dagar aftaná at hon
skrivaði seg inn í geglið,
og tað hevur so verið hin 3.
juni, varð hon send heim
til síní nærmastu, sínar
kokkteylar og kjólar, at sita
av revsingina. Orsøk:
ógreinandi sjúka.
Hetta var tó ikki nakað,
rætthugsandi fólk vildu
finna seg í. Øsingarrópini
elvdu til eina skundiga
rættarviðgerð og eina
aftursending til
fongsulsbúrið.
Walterskvinnan spurdi
til hvat slag av sjúku talan
var um. Hilton svaraði: “I
was not eating or sleeping.
I was severely depressed
and felt as if I was in a
cage. I was not myself. It
was a horrible experience.”
Grundin til, at Hilton
føldi, at hon var í einum
búri, var kanska hon, at
hon var í einum; lokað inni
í einum holi 23 tímar um
dagin, írestandi tímin
ætlaður at lyfta vektir.
Men, sum sagt, bert
kanska.
Nú, tó, tykist Paris
endaliga at hava fingið
tamarhald á síni tilgjørdu
sjúku. Hon hevur ikki
longur í ætlu at skjóta
revsingina inn fyri hægri
rætt. Afturat hesum sigur
hon, at tá ið hon kemur út
úr myrkaholu, kundi hon
hugsað sær at hjálpt
kvinnum við bróstkrabba
og dissemineraðari
sklerosu.
Eg loyvi mær tó at ivast
í, um hennara gamli
ballingarriðil uttan nakað
sum helst hóvasták fer at
góðtaka hesa snarligu
umvending.
Ná, minni um Paris,
meira um meg. Hevði eg á
sinni verið so áleypandi
andbráður og tá, fyri Gud
og hvørjum manni—og
uttan at skammast—
kunngjørt, at eg eri
“frelstur” (t.e. at tú trýrt
meira enn hin ikkifrelsti),
hevði eg gjørt skjótt av og
umvent meg aftur. Skilvísa
hugsingin er henda: um tað
nakrantíð var ein av
sonnum heimilað orsøk at
lata seg, ja, defrelsa, SO
ER TAÐ NÚ.
Alternativið er, at tú
hvønn dag stendur andlit
til andlits við teg sjálvan
og kuldaskjálvtandi sannar,
at tú faktiskt ert havnaður í
effinett sama bási sum “eg
havi eisini sæð ljósið”
Paris Hilton: ein forkelaður
lortungi, óblandað
ríkmannnahora—og tað
bókstavliga meint—blást
hvat vitsevni viðvíkur, og
kenslum, og yvirhøvur
kend fyri apsalutt EINKI.
Nakað tað sama sum í
Føroyum, faktiskt; her
skalt tú bara, umframt alt
hitt, vera ítróttaríðkari ella
sayso tónleikari, ella bara
siga, at tú styðjar 266b og
Amnesty.
Og nú, at enda, bert um
meg. Tí tá vit kortini
endaðu her heima, so vildi
verið reiðiligt av mær at
upplýst, at frelstu Carlsen
systrarnar er grundin til at
eg, til dømis, ikki vil
“síggja ljósið”; samtíðis
sum at 200 er grundin til,
at eg umhugsi at síggja
tað... ljósið, altso.
Hevði tað ikki verið fyri Paris Hiton høvdu uppaftur fleiri »sæð ljósið«
meining@meyl.fo
agga
niclasEn