fríggjadagur 22. juni 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 118 • 22. juni 2007
Vikuskifti
12
G!Festivalurin hevur nú
avdúkað 20 av teimum 40
nøvnunum, ið luttaka á
ársins festivali, hesi fevna
víða í stíli, onkur er kendur
og onkur er minni kendur,
men sambært Jón Tyril
fyriskipara, hava allir
bólkarnir okkurt at bjóða
G!Festivalurin verður um ein
mánað á Gøtusandi. Í vikuni var
eitt av stóru høvuðsnøvnunum,
Natasha Bedingfield kunngjørt,
og listin av nøvnum er sostatt
komin upp á tjúgu bólkar og
einstaklingar. Av hesum eru
seks føroysk, meðan hini fjúrtan
umboða átta ymisk lond.
Við at kunngera Natasju
Bedingfield, sum høvuðsnavn
hevur G!Festivalurin tikið stigið
móti popptindunum. Bedingfield
er uttan iva størsta aktuella
poppnavnið, ið hevur vitjað í
Føroyum, síðan Brian McFadden
var á Summarfestivalinum fyri
nøkrum árum síðan. Bedingfield
er nýggjasta navnið á eini skrá,
ið annars er dominerað av
nøvnum, ið ikki hoyra til gerandis
kostin í Føroyum. Vit hittu Jón
Tyril fyriskipara og prátaðu um
tónlistarliga profilin hjá G!Festi
valinum, sum í ár gerst fimm ár.
Hava okkurt at bjóða
Eftir at hava kunngjørt Nephew
sum fyrsta navnið á skránni longu
í desember, varð ein long røð av
nøvnum kunngjørd, ið øll høvdu
tað til felags, at teirra tónleikur
neyvan nakrantíð hevði verið
spældur í føroyskum útvarpi áður.
Vit spurdu Jón, um hetta er eitt
tilvitað val.
Nei, vit velja ikki nøvn, tí tey
ikki eru kend í Føroyum. Vit velja
nøvn, ið hava okkurt at bjóða. Hetta
er ikki ein tilvitað roynd at velja
nøvn, sum ongantíð hava verið í
Útvarpinum. Vit hava lagt okkum
eftir góðum og spennandi semi
kendum nøvnum, sum eru kend
innan upcoming umhvørvið. Innan
hetta slagið av tónleiki hendur lítil
útskifting í føroyska útvarpinum,
so tí verður tað soleiðis av sær
sjálvum, sigur Jón.
Øll hava eina søgu
Men hvussu finnur G!Festivalurin
hesi semikendu nøvnini?
Øll nøvnini hava eina søgu
knýtta at sær, onkran havi eg sæð
á festivalunum sum Eurosonic
ella By:Larm. Guillemots fekk eg
t.d. anbefalað av Høgna Lisberg,
meðan ein annar gamal Clickhaze
orkesturfelagi Jens L. Thomsen
bað meg lurta eftir Pravda. Eg
fór inn á myspace og fall beint
fyri teimum. Ein annar vinmaður,
vísti mær Dixie Hummingbirds,
og vit royndu longu at fáa teir í
fjør, men tá eydnaðist tað ikki.
Men í ár riggaði. Bookarin, sum
vit fingu Hummingbirds ígjøgnum,
vísti okkum so á Young Dubliners,
ið vit eisini bókaðu. Ofta eru tað
útlendskir samstarvsfelagar, sum
skjóta okkurt upp. Sumt hoyri eg
á konsertum, annað hoyri eg á
myspace. Sørugarnar eru nógvar
og ymiskar.
Sama filosofi
Okkara filosofi er ikki broytt
í ár í mun til undarfarin ár. Vit
vilja gjarna bjóða nøvn, sum eru
gjøgnumførd, t.d.ordiligt polka
og ordiligt gjøgnumført punk.
Í ár sær tað kanska eitt sindur
ógvisligt út, men í fjør søgdu fólk
eisini tað sama, áðrenn nøvn
sum Outlandish og Infernal komu
á skránna. Men tey blivu eisini
tikin við somu filosofi, hetta er
ordiligur góður poppur, ikki tunn
suppa. Vit vilja gjarna bjóða nógv
ymisk ting, greiður Jón frá.
Ætlanin er, at hava nakað tað
sama talið av bólkum í ár, sum í
fjør. Sostatt vera umleið 40 bólkar
á G!Festivalinum, og tað skilst, at
nøkur útlendsk nøvn afturat koma
á skránna.
Jón Tyril brúkar alla sína tíð og orku til G!Festivalin, t.d. hevur hann í ár skipað fyri G!Festival kvøldum í Keypmannahavn og Århus
Mynd: Símun Jóannesarson
Hava okkurt at bjóða
lurtarunum
Niels Uni Dam
blaðmaður
nielsuni@sosialurin.fo
Samrøða