Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juni 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 118 - 22. juni 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Føðingar Kokkar á sumri 2007 f.v.: Mikal Krabenhøft, Thurid Waag Høgnesen, Pauli Lillaa, Alberta Gaardlykke, Magnus Joensen, Asta Højgaard, og Heri Nølsoe. Mikal Krabenhøft fekk gávu frá Kl.Sjómansskúla fyri gott avrik, og Alberta Gaardlykke og Asta Højgaard fingu gávu frá Tryggingarsamband Føroya fyri gott avrik. Próvtøkur á Klaksvíkar Sjómansskúla Skiparar á sumri 2007 f.v.: Andras Samson, Áki S. Jensen, Durita Christopher­ sen, Ragnar Heinesen, Allan Simonsen, Óli Andre­ sen, Petur Sigurd Justesen og Bárður Jacobsen Bárður Jacobsen fekk gávur frá Eik og frá Føroya Skipara og Navigatørfelag fyri gott avrik og Andras Samson fekk gávu frá Før­ oya Banka fyri gott avrik. 2. juni fingu Mette Gade Jacobsen og Leif Berg Jacobsen, Klaksvík, ein son. Hann var 50 cm. langur og vigaði 2800 gr. 13. juni fingu Malan Eyðunsdóttir og Ólavur Simonsen, Tórs­ havn, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4710 gr. 14. juni fingu Annika og Marner Magnussen, Vágur, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3500 gr. 14. juni fingu Margit S. Jørgensen og Jógvan Niclassen, Mið­ vágur, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 3500 gr. 15. juni fingu Jóhanna og Mortan Rasmussen, Kollafirði, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 4300 gr. 15. juni fingu Elsebeth Vilhelm og Jóhan Christiansen, Leir­ vík, eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 3650 gr. 18. juni fingu Elida Odmarsdóttir og Eyðun Berg, Tórshavn, ein son. Hann var 50 cm. langur og vigaði 3400 gr. 19. juni fingu Poula á Líðarenda og Poul Andrias Jaocbsen, Syðrugøta, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3850 gr. 19. juni fingu Joan Eysturtún Blástein og Bogi Blástein, Vál­ ur, Vestmanna, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 3300 gr. 14. juni fingu Osla og Sámal Jákup Høgnesen, Klaksvík, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3700 gr. 14. juni fingu Jóna Jakobsen og Eirikur Østerø, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 3000 gr. 14. juni fingu Linda M. og Heðin D. Hansen, Vágur, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3550 gr. 7. mai 07 fekk Petur Heðin eina lítla systir sum var 53 cm. long og vigaði 3800 gr. Foreldur teirra eru Frida K. Johannesen og Eyðun Skarðhamar, Videbæk. 14. juni bleiv Esmar Tórur Klakstein stóri­ beiggi, hann er 4 ár og fekk eina lítlasystur, sum var 53 cm. long og vigaði 3500 gr. Foreldrini eru Sylvia Klakstein, Klaksvík og Súni Kvilt Sigurðsson, Saltangará. Prógv Páll Nolsøe úr Tórshavn fekk 24. apríl prógv sum cand. comm. í samskifti og søgu frá Roskilde Univer­ sitetscenter. Anja Karina Bjarkhamar Poulsen, Vágur, hevur 22. juni fingið prógv sum lærari við bachelor á Hjørring Seminarium. Henning Johannessen, Argir, hevur 19. juni lokið prógv sum Cand. IT í Software Konstruktión á Aalborg Uni­ versitet. Í dag fyllir Gudny Benja­ minsdóttir í Klaksvík 50 ár. Gudny er dóttir Hansu og Benjamin Joensen. Hon eigur tríggjar synir, Eyðun, Árni og Ólavur, og eina ommudóttir, sum eitur Vár. Maður hennara er Jákup Lindenskov Samuelsen. Í 1978 varð hon útlærd sum skrivstovukvinna á skrivstovuni hjá J.F. Kjøl­ bro, har hon eisini starvaðist í nøkur ár. Skrivstovuyrkið hevur verið hennara arbeiði stóran part av arbeiðslívin­ um, men í mong ár starv­ aðist hon í handlinum hjá Trol­ og Snørisvirkinum, til hon gavst har um ársskiftið. Nú er hon farin aftur til skrivstovuyrkið og starvast hjá Thor í Hósvík. Gudny er ein álitiskvinna, nærløgd og dugnalig. Eitt, sum eyðkennir hana er, at hon er sera hjálpsom, og hennara partur liggur ikki eftir, tá ið á stendur. Hon er ærlig, fyrikomandi og líka­ til. Hon er fitt, skemtingar­ som og sosial og er sera væl dámd millum sínar arbeiðs­ felagar. Hjartaliga tillukku, góða Gudny, og nógv góð ár og Harrans signing framyvir. Føðingardagurin verður hildin á Klaksvíkar Sjómans­ skúla í kvøld klokkan 19.00. Gudny Benjaminsdóttir 50 ár Gudny við ommudóttrini Vár Árnadóttir