fríggjadagur 22. juni 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 118 • 22. juni 2007
Vikuskifti
14
Mari Hamrá úr Kvívík
lesur til sosialráðgeva
í Odense, hon heldur
býin vera so deiliga
hugnaligan og sera
passaligur í stødd fyri
eina bygdargentu.
Útisetin hesaferð:
Mari Nanna Hamrá
Hammeken, 27 ár.
Havið búð tað mesta av
lívinum í Kvívík, so eg kalli
meg kvívíking.
Hvar ert tú stødd?
Bjørnemosen í Odense
Nær flutti tú til Odense?
Mars 2004
Hví flutti tú til Odense?
Eg skuldi lesa til sosialráðgeva.
Tað hevur gingið væl og verið
vónandi liðug nú síðst í juni.
Hvussu er við málinum – var/
er tað torført at skula tosa
danskt?
Nei. Fyri meg var tað eingin
trupulleiki, havið altíð tosað
danskt við pápa mín og tosaði
danskt áðrenn eg tosaði føroyskt.
So tað danska málið hevur ikki
verið nøkur forðing hjá mær.
Hvat dámar tær í Odense?
Mær dámar sera væl í Odense.
Tað er ein so deiliga hugnaligur
býur, sera passaligur í stødd fyri
eina bygdargentu. Her er alt og
tað er aldrin longur burturi enn, at
ein kann súkkla hagar ein skal.
Mær dámar serstakliga væl at
fara á grønmetismarknað í gamla
býarpartinum, tað er ein serligur
hugni har, eisini um veturin tá
jólamarknaður er.
Annars er tað síðsta nýggja Bazar
Fyn, har fæst alt, serliga matur
av útlendskum uppruna. Har
eru grønmetishandlar, slaktari,
fiskahandil, matvøruhandlar,
matstovur o.s.fr. Har keypa vit
nógv.
Er tað nakað tær ikki dámar
við at búgva í Odense?
Ja, also...kundi hugsa mær, at
fleiri av mínum vinfólkum búðu
her. Men tað letur til, at tey
trívast best í Keypmannhavn,
so har er ongin vón. Og so tað
at DSB prísirnir eru so høgir,
at ein kann ikki ferðast til
Keypmannahavnar, tá ein hevur
hug, í øllum førum ikki tá ein er
lesandi og fær SU.
Hvussu er fólkið í Odense?
– minna tey um føroyingar?
Nei, føroyingar eru so serstakir,
ongin minnir um teir! Men eg
má siga at fólkið her tykist at
vera eitt sindur blíðari enn í
stórbýnum, ein kemur oftari at
tosa við fólk á gøtuni her enn í
Keypmannhavn.
Vit koma nokkso nógv saman við
íslendingum og teir minna kanska
eitt sindur meira um føroyingar
enn danir.
Hvussu er danski maturin,
dámar tær hann?
Ja, sera væl. Havið eina góða
danska ommu í Hósvík, so tað eri
eg von við. Men man tað ikki vera
nógv í Føroyum, sum eta nógvan
danskan mat so sum fleskasteik,
frikadellur, kotelettir o.a.?
Men eitt sum eg farið at leingjast
eftir tá vit flyta heim, verður alt
grønmeti. Her fæst altíð frískt
grønmeti av ymsum slag sera
bíliga. Tað verður ringt at venja
seg av við.
Hvussu er veðrið í Odense?
Akkurát nú er deiligt veður. Sum
gott føroyskt summarveður. Vit
høvdu fyri stuttum eina viku við
30 hitastigum, tað er deiligt tá
ein hevur frí, men ikki tá ein skal í
skúla o.s.fr.
Hevur tú ætlanir at flyta
heimaftur til Føroya?
Ja sjálvandi! Sum ætlanin sær út
nú, so flyta vit heim um 1,5-2 ár,
tá maðurin er liðugur at lesa.
Útisetin
Lagt til rættis: Niels Uni Dam
Passaligt fyri eina
bygdargentu