fríggjadagur 22. juni 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 118 - 22. juni 2007
15
Rasmus Johannesen, ættaður úr Mykinesi, búsit
andi í Havn, andaðist á Ríkissjúkrahúsinum týs
dagin 19. juni, 82 ára gamal. Bønarhald verður í
Vesturkirkjuni fríggjakvøldið klokkan 18. Jarðar
ferðin verður úr Vesturkirkjuni leygardagin klokkan
13. Tey, ið ynskja at minnast Rasmus, kunnu lata
eina peningagávu til Vesturkirkjuna. Kontur í
peningastovnunum.
Regin Dahl andaðist í Keypmannahavn tann 29.
mars 2007. Urnan verður jarðsett í kirkjugarðinum
í Havn. Við tað høvið verður hátíðarløta í Havnar
Kirkju fríggjadagin klokkan 16.
Andlát og jarðarferðir
nøvn
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu, tá
ið elskaði maður mín, pápi, verfaðir, abbi, langabbi
og bróðir okkara
Ernst Hansen
Toftir
doyði og varð jarðaður.
Takk fyri forbøn og umsorgan tey trý árini, hann
var sjúkur. Takk fyri alla hjálp í sambandi við
bønarhaldið, jarðarferðina og ervið. Og takk tit
mongu, sum fylgdu honum til hansara síðsta
hvíldarstað her á fold. Takk fyri heilsanir, blómur og
gávur til missiónshúsið. Guð signi tykkum øll.
Vegna familjuna
Kate
Marita, Tummas, Krista, Eyðun og Kaj Eli
Í tí landi ei tár skulu renna,
eingin pína og sjúka skal níva,
har ei særandi sorg er at kenna,
– um eitt bil, ja, so eri eg har.
Ei skal gleðinnar dagur har halla,
ei skal ivin tá tyngja mítt sinni,
aldri meira vit snáva og falla,
tí tá eru vit heima, o, Gud!
Dagurin
23. juni. Paulinus, deyður ár 431. Franskur munkur,
sum gjørdist biskupur í Nola í Italiu, har hann doyði úti
við 80 ára gamal
24. juni. Jóansøka. Føðingardagur Jóhannes Doyparans.
Minningardagurin hjá halgimennum var vanliga
deyðadagur teirra, men hjá Johannes Doyparanum er
tað føðingardagurin, ið verður hildin, av tí at hann var
heilagur longu í móðurlívi.
25. juni. Prosper. Halgimenni úr Fraklandi, sum teir
annars vita lítið um at siga uttan tað, at hann var høgt
mettur kirkjulærari í fornkirkjuni og doyði í 455. Navnið
merkir hin eydnuríki.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu,
tá okkara kæra kona, mamma, vermóðir
og omma
Anna Vágsheyg Lützen
andaðist og varð jarðað.
Ein serstøk tøkk til tykkum, sum hjálptu til
uppá ymiskan hátt.
Takk fyri heilsanir, blómur og kransar.
Takk til tykkum, sum fylgdu Annu til hennara
seinasta hvíldarstað.
Vinarliga
Mads, Christoffer, Jógvan, Alvilda og Oddvør
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ein ella annan
hátt sýndu samkenslu, tá elskaða kona, mamma,
vermamma, omma og systir okkara
Hjørdis í Jansagerði
andaðist og fór til gravar.
Tøkk til familju og vinir, ið hjálptu til í samband
við jarðaferðina og ervinum. Tøkk til Ingu Dam
Poulsen prest, kirkjutænarar, sangarar og gravarar.
Tøkk fyri heilsanir, uppringingar, blómur, kransar og
peningagávur til Miðvágs kirkju. Tøkk til tykkum øll,
sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Erik, Anna Maria, Peter, Ole og Dorte
75 ár
Í dag 22. juni fyllir Jutta Lognberg, Skopun 75 ár. Hon
er burturstødd.
Brúdleyp
23. juni giftast í Elmelunde Kirke á Møn, Pól Martin
Hansen, ættaður úr Kollafirði og Charlotte Bendix Cahl
ættað úr Ishøj, búsitandi í Kongedybet 21, 5. sal, 2300
København S. Veitsla verður fyri innbodnum á Elmehøj,
Møn.
23. juni giftast í Varde Rådhus, Annika Knudsen ættað
av Glyvrum og Anders Sund Trads, Esbjerg.
Brúdleypsadr. Hovedgaden 10, Næsbjerg, 6800 Varde.
Leygardagin 23. juni 2007 giftast Lissy Durhuus úr
Vestmanna og Stephen Ryan úr Dublin. Vígslan verður
í Vestmanna Kirkju kl. 16.00. Veitslan verður fyri
innbodnum á Hotel Føroyum.
Eingin veit á morgni at siga, hvar ein
á kvøldi gistur. Hettar gamla orða
takið fingu vit so dyggiliga staðfest,
tá okkara góði vinur og starvsfelagi
Signar Vilhelmsen andaðist sunnu
morgunin 13. mai, einans 35 ára
gamal.
Tað er við stórari sorg og sakni,
eg
royni
at
skriva
nøkur
minningarorð
um
vinmannin
Signar, sum sigldi við okkum øll
árini síðan Vesturtúgvan bleiv
keypt til Sandavágs.
Signar kom at sigla við okkum
fyri góðum sjey árum síðani, hann
varð tá forlovaður við einari fittari
sørvágsgentu, sum nakað seinni
bleiv hansara kona. Signar var ein
sera fittur og siðiligur maður, altíð
klárur tá nakað arbeiði skuldi gerast,
við einum jaligum lyndi, sum stimbr
aði alt mannskapið í teirra arbeiði.
At Signar so brádliga bleiv tikin
burtur kom púra óvart á okkum allar,
og ikki minst á Signar sjálvan. Sótu
síðsta túrin og tosaðu og flentu at
soninum Allan Paula, hvussu fittur
og smílandi hann er, og hvussu hann
gleddi seg til at fara til Florida við
sínari konu, sum hann ikki smæddist
at vísa, hvussu høgt hann elskaði.
Nú eg siti umborð aftur henda
fyrsta túrin aftan á jarðarferðina og
sakni Signar ímillum okkum, leiti eg
mær styrki hjá Harranum, tí at skilja
hetta er mær ov torført, men eg veit,
at Harrin ongantíð tekur feil, og at
Harrin fer at geva tykkum styrki í
hesum tungu døgum.
Inga Poulsen Dam, prestur, segði
nakað soleiðis í kirkjuni, at tað var
ikki tað týdningarmesta hvussu nógv
ár man livdi, men hvussu man livdi
tey ár, man fekk tillutað og har trúgvi
eg, at øll, sum kendu Signar, eru samd
í, at tað dugdi Signar til fulnar.
Eg byrjaðu við at skriva at eingin
veit á morgni at siga, hvar ein á
kvøldi gistur, hetta er so satt sum tað
er sagt.
Góða Lív og Allan Pauli, orð eru
so fátæk tá ein so brádliga verður
skildur frá tí man elskar, tá er gott at
eiga so nógv góð og vøkur minnir,
sum vit eiga um Signar.
Má Gud signa og styrkja tykkum
øll, konu, son, foreldur, systkin og
svigarforeldur í tykkara stóru sorg.
Heilsan manning og reiðarí á
Vesturtúgvu
Minningarorð Signar Vilhelmsen
13.11.1971-13.05.2007
Lesið Sosialin - so eru tit við