Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-22, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juni 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Nr. 118 • 22. juni 2007 Vikuskifti Tá Norrøna fer countrytúr, so er Bjøro Håland høvuðsnavn, umframt, at fleiri góð føroysk nøvn luttaka. Norski sangarin er kend­ ur og virdur innan countrytónleikin Bjøro Håland er sera kent og virt navn innan countrytónleikin. Hann er høvuðsnavn á ársins countrytúri hjá Norrønu og við sær hevur Bjøro Håland 3 tónleikarar úr Nashville. Bjøro er føddur í 1943 á bóndagarði í Noreg, ið nevndist Håland. Har vuksu hann og fimm systkin upp. Sum 5 ára gamal stóð hann fyrstuferð á palli og 17 ára gamal flutti hann til USA, har hann arbeiddi sum timburmaður og sang á ølstovum. Hann hitti konu sína Liv í Brooklyn, og tey fluttu til Noregs í 1966. Saman eiga tey tvey børn. Fyrsta plátu­ innspælingin hjá Bjøro Håland var í 1970. Bjøro Håland skal í juni eisini spæla til sonevndu heystveitsl­ una í North Dakota í USA, har koma hvørt ár eini 60.000 vitjandi. Umframt, at hann gjørdist stórt navn í Noreg í sjeyti­ og áttatiárunum, so fekk hann eisini fótin innum í USA. Orsøkin til undanvindin í USA meta amerik­ onsku tónleikararnir hansara vera, at Bjøro er millum seinastu “smørsangararnar” innan country. Tey, ið vuksu upp við Jim Reeves og Frank Sinatra, dáma væl, at tað enn eru fólk sum Bjøro, ið hava djúpa og orkumikla rødd. Bjøri Håland hevur givið 18 útgávur út, ið eru seldar í yvir 4 milliónir eintøkum. Heimligar stjørnur Umframt høvuðsnavnið Bjøro Håland, so eru eisini heimligar stjørnur við á countrytúrinum hjá Smyril­Line við Norrønu. Karl Martin Samuelsen hevur fingið spælifelagan úr Hjarnum, Eyðun Nolsøe, við sær og saman fara teir at framføra tónleik hjá Eagles. Karl Martin heur verið við síðani sjeytiárini og hevur sum sangari verið við til at seta dám á føroyskan tónleik øll hesi árini. Hann er óivað ein hin mest umbidni, tá tað snýr seg um at leggja røddir til útgávur, og hann hevur verið við á óteljandi útgávum. Kendastur er hann óivað sum sangari í bólkinum Hjarnar og frá samstarvinum við Jóhannus á Rógvu Joensen í bólkinum Joka, ið m.a. hevur eina frálíka útgávu av Eagles­lagnum Peaceful easy Feeling. Eyðun Nolsøe (ikki hann í Frændum, blðm.) er kendur sum bassleikari í Hjarnum og sum dugnaligur guitarleikari. Magni Christiansen er kendur sum countrytónleikari og sangari. Hann hevur, hóast hann enn er ungur, mong ár á baki innan tónlekin. Seinnu árini hevur hann sligið navn sítt fast innan gospel og country. Á countrytúrinum spælir Magni løg hjá Allan Jackson. Driv og Countrybólk­ urin fara at syrgja fyri dansitónleiknum umborð á Norrønu og gestirnir fáa høvi til sjálvi at royna seg í sangkappingum og undirvísing verður í line­dansi, sigur Njál Reinert, samskipari. Norsk countrystjørna umborð á Norrönu Samrøða Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Kendi norski country sangarin, Bjøro Håland Mine Salmer 2004 Blue Sky 2000 All The Best 1995 The Door To My Heart 1995 Nashville ­ Here We Go Again 1990 Rett Fra Hjertet 1989 By Request 1988 Bjøro Håland ’87 1987 Bjøros Beste 1986 Just For You 1984 Min Stetson Og Gitar 1984 On Tour 1983 Mitt Julealbum 1983 Bjøro Håland 1982 My Nashville Album 1981 To My Friends 1980 Útgávur hjá Bjøro Håland