Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-22, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juni 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 118 - 22. juni 2007 tíðindi Móttøka Jón K. Joensen Fríggjadagin 15. juni hevði Anna Weihe, skrivstovufull­ trúi, starvast 40 ár hjá Ríkis­ umboðnum. Í hesum sambandi varð skip­að fyri móttøku á skriv­ stovuni hjá Ríkisumboðn­ um, har bæði núverandi og fyrrverandi starvsfelagar umframt vinir og kenningar stukku inn á gólvið. Ríkisumboðið hevði inn­ stillað Annu til at fáa »Dronningens fortjenest­ medalje«, og varð medaljan handað henni undir móttøk­ uni av ríkisumboðsmannin­ um Søren Christensen. Ríkisumboðsmaðurin segði í talu síni, at Anna hevur hesi 40 árini arbeitt undir ikki minni enn sjey ríkisumboðsmonnum. Anna fekk »Dronningens fortjenestmedalje« Anna Weihe takkar ríkisumboðsmanninum, Søren Christensen fyri taluna. Millum tey er Inge, kona ríkisumboðsmannin Anna og maðurin Heri Weihe Anna og ein fyrrverandi lærlingur hennara, Shaila, ið nú starvast á Føroya Gjaldstovu í Fíggjarmálaráðnum Ebba Debes, ið var „primusmotor“ á Ríkisumboðnum, tá Anna byrjaði har Annu og systirin Borgarhjørt og maður hennara Hans og onnur í familjuni Ríkisumboðsmaðurin heldur talu fyri Annu, og fyrrverandi starvsfelagar og vinir lýða á