Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-22, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juni 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 118 • 22. juni 2007 Vikuskifti 16 í stuttum Lagt til rættis: Niels Uni Dam Noel Gallagher verður í næstum pápi, og í sambandi við Mojo Awards møtti Oasis stjørnan upp saman við unnustuni Saru McDonald. Hann kundi avdúka fyri enska blaðnum The Sun, at tey bæði vóru ósamd um navnið á komandi barninum. Gallagher sjálvur hevði tó tvey nøvn, ið vóru ovast á listanum Genghis og Gandhi. Men frúan var, so løgið tað nú einaferð ljóðar ikki serliga glað fyri nakað av hesum nøvnunum. Gallagher helt tó, at tað ljóðaði stak væl við fornavni og eftirnavni, ið byrjar við G. mynd: Polfoto Fyrrverandi amerikanska fótbóltsstjøran O.J. Simpson skrivaði herfyri bókin “If I Did It”, har hann greiður frá, hvussu hann hevði borið seg at, um tað hevði verið hann, ið drap konu sína Nicole Brown Simpson og elskara hennara Ron Goldman. O.J. var eftir eitt kontroversielt rættarmál fríkendur fyri drápið í 1995. Men í 1996 varð hann í sivilinum rættarmáli dømdur at gjalda $33.5 milliónir til familjuna hjá Goldman fyri sviðan, ið drápið hevði givið teimum. Hetta hevur hann ongantíð rindað. Men nú hevur ein rættur dømt Simpson at lata Goldman familjuni rættindini til bókina, ið familjan nú ætlar at doypa ”Confessions Of A Double Murderer”, skrivar MSNBC. Teir tríggir Top Gear vertirnir Hammond, Clarkson og May gjørdu herfyri hvør sína serbygdu limousinu. Jeremy Clarkson gjørdi hesa limousinuna, ið var 16 metrar long.Tá hann skuldi út at koyra við henni, vildu ferslumyndugleikarnir tó ikki góðtaka hana, og hann mátti kvetta 2 metrar av henni. Hetta varð gjørt, men ólukkutíð, tá hann royndi at fara um eitt hjørn, tók bilurin í, og brotnaði har hann var sveisaður saman aftur. Top Gear setti dám á London Mynd: bbc.co.uk/topgear Gamla dansktop stjørnan Tommy Seebach er vorðin ein superstjørna aftur. Tað er sjónbandalagið Apache, sum er vorðið ein sannur kult klassikari á filmklippsíðuni youtube.com. Útvið eina millión fólk hava longu sæð sjónbandalagið, har Seebach syngur út í einum frumskógi. Á hendan hátt skapar Seebach gleði um allan heim, eisini nú eftir sín deyða. Seebach aftur super­ stjørna Gandhi ella Genghis Gallagher? Tvífaldi Oscar vinnarin Tom Hanks er best lønti sjónleikari í Hollywood. Hanks spælir aftur leiklutin sum Robert Langdon, professari í filminum Angels & Demons, sum verður spældur inn í næstum, fyri hetta fær Hanks 35 milliónir dollarar og afturat hesum fær hann sambært tv2.dk 2% av inntøkuni fyri filmin. Filmurin verður annar í røðini um Langdon professara, av Dan Brown, tann fyrri The Davinci Code, vann 758 millionir dollarar í biografunum, verður hesin filmurin líka væl vitjaður, fær Hanks tilsamans 50 milliónir dollarar fyri leiklutin, tað er yvir 300 milliónir krónur. mynd: Pressumynd Davinci Code Tom Hanks er best lønti sjónleikari Goldman familjan eigur bókina hjá O.J