Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-22, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juni 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 tíðindi Nr. 118 - 22. juni 2007 Faroe Petrolinum fer nú undir sína fyrstu framleiðslu av gassi. Felagið roknar við at fáa 2,57 milliardir kubikkføtur av gassi burturúr GASSFRAMLEIÐSLA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Olju- og gassfelagið Faroe Petroleum boðar frá, at tað nú er byrjað at framleiða gass úr Minke Main gasskeld- uni í sunnara parti av Norð- sjónum. Hetta er fyrsta fram- leiðslan hjá felagnum, síðan tað varð sett á stovn í Før- oyum fyri 9 árum síðani. Minke Main keldan fevnir um blokk 44/24a, og liggur tætt við markið millum Bretland og Holland, og umleið 25 km. eystanfyri Caister-Murdoch gass keld- una og 13 km. í ein land- synning úr D15 framleiðslu- eindini á Hollendskum øki. Tað er Gaz de France Brita- in, sum er framleiðslufelag á Minke Main framleiðslu- eindini. Gassið verður ført til fyrrnevndu D15 fram- leiðsueindina til Hollands gjøgnum eina rørskipan. Dýpið á økinum er 45 m. Mettið parturin, sum Faroe Petroleum fær burtúr samlaðu framleiðsluni, er 2.57 milliardir kubikkføtur av gassi. Samlaða framleiðslan um dagin frá Minke Main verður 60 milliónir kubikk- føtur av gassi. Umroknað til olju, svarar hetta til eina framleiðslu uppá 600 tunnur um dagin hjá felagnum. Faroe Petroleum hevur gjørt søluavtalu við Gaz de France S.A., sum keypir gass- ið sambært einum vanligum oljuprísregulerandi sáttmála, og tí verður prísurin sum fel- agið fær fyri gassið, munandi hæðri enn vanligi gassprísurin í Bretlandi í dag. Framleiðslan hevur sera stóran týdning fyri felagið, tí hon gevur neyðugar inn- tøkur til fígging av virksem- inum í Bretlandi, Føroyum, Atlandsmótinum, Norð- sjónum og Noregi. Minke Main, sum nú verð- ur framleitt frá, er ein av trim- um gasskeldum, sum Faroe Petroleum hevur keypti í 2006 frá ConocoPhillips í Minke Graben økinum. Hes- ar keldur kunnu blíva sera týdningarmiklar fyri felagið. Væntandi verður avgerð tikin um at byrja framleiðslu av hinum báðum keldunum seinni í ár. Fyrsta gassið úr Norðsjónum Nú fer Faroe Petrolium undir sína fyrstu framleiðslu av gassi í Norðsjónum Liðugt við Dannebrog Í góðveðrinum seinasta mánadag var flaggað fyri seinastu ferð í bispagarðinum við Dannebrog. Flaggað varð fyri hansara kongaligu hátign Hendriki prinsi, sum hevði føðingardag henda dagin. Tá kirkj- an verður yvirtikin á ólavsøku, verður framyvir flaggað við Merkin- um. Annars hevur siðvenjan verið tann, at bispagarðurin hevur flaggað við Dannebrog við hátíðardagar hjá teimum kongaligu, men við Merkinum til aðrar hátíðardagar, tá flaggað verður. Dannebrogs- flaggið hjá bispaembætinum er sýlt og verður nú havt í varðveitslu. Bispagarðurin varð bygdur í 1950. Saltangará er størst At Runavíkar kommuna er vorðin størri í stødd, sæst eisini aftur í fólkatalinum. Tað er eisini vaksandi, soleiðis at tað í mars mánaði í ár búðu 3.681 fólk í teimum 14 bygdunum í kommununi. Hetta er ein øking uppá 40 fólk í mun til í fjør og ein øking uppá 50 síðani 2004, tá tað búðu 3.631 fólk her. Størsta bygdin í kommununi er Saltangará, har tað í mars mánaði í ár búðu 874 fólk, 654 á Skála, 475 í Runavík og 409 á Glyvrum. Landsstýrismaðurin í vinnumálum aftur­ vísir, at eitt umsetiligt festibræv merkir, at bøndur sleppa at selja jørð, nú jarðarlógin er broytt. Tað sama ger stjórin á Bún­ aðarstovuni LAndSjøRÐ Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Tað sleppur ongin bóndi at selja nakra landsjørð, ella kongsjørð, sum tað fyrr varð nevnt, eftir at jarðar- lógin er broytt, og festibønd- urnir hava fingið eitt sokalla umsetiligt festibræv. Hetta sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djur- holm, og sigur seg vera sera bilsnan yvir, at formaðurin í Føroya Óðalsfelag, Kári á Rógvi, í Óðalstíðindi, sum Sosialurin endurgav í gjár, hevur ført fram, at landið er í ferð við at avreiða milli- ardir í jørð til bøndurnar. - Bøndurnir sleppa ikki at selja ein einasta bøkk uttan um Búnaðarstovuna, sum peningurin fellur til og har- við landið, um jørð verður seld. Festibrævið umfatar einans brúksrættindi av jørð- ini og at reka festið. Haraft- urat fær festarin rætt til at upptaka lán við panti í bygn- ingum og ágóðan av sjálv- um garðinum, um ella tá garðurin verður avhendaður til ein nýggjan festara, sigur Bjarni Djurholm. Landsstýrismaðurin við- gongur, at broytingin er stór fyri festarin, men at tað júst er endamálið við lógini, at bøndurnar fáa størri rása- rúm og ágóðan av tí, teir hava bygt upp. Eisini stjórin á Búnaðar- stovan, Ari Johannesen, er sera bilsin yvir, at Kári á Rógvi kemur við slíkari útmelding. - Tað er als ongin munur á ognarviðurskiftunum á sjálvari jørðini nú og áðrenn lógarbroytingina. Eins og frammanundan er tað Bún- aðarstovan ið selur, og pen- ingurin fer til landið, sigur Ari Johanneson. Sum dømi tekur stjórin á Búnaðarstovuni lendið við Stórutjørn, sum Tórshavnar Kommuna keypir og selur víðari til felagið hjá Jákupi á Dul Jacobsen fyri á leið 55 mió. kr. Hesin peningur fellur til landið. Ari Johannesen samanber støðuna hjá bøndrunum við tað, sum er galdandi í ali- vinnuni. - Uttan aliloyvi er aliút- gerð og onnur aktiv hjá ein- um alara munandi minni vert. Sama er við einum bóndagarði, ið sjálvandi er munandi minni verdur uttan nýtslurættin av jørðini, sigur Ari Johanneson. Ber í bøtuflaka Í eini viðmerking aðrastaðni í blaðnum í dag, sum for- maðurin í Óðalsfelagnum kallar »Fyrrverandi lands- jørð«, ber Kári á Rógvi í bøtuflaka. Her skrivar hann: »Ætlanin var ikki at fara í nakað orðaskifti um lóg um landsjørð. Føroya Óðalsfel- ag mælir heldur limum sín- um at nýta høvið (óbein- leiðis) at ogna sær landsjørð. Men grein í Sosialinum í gjár krevur kortini, at nakrar misfatanir verða rættaðar. Vandi er ikki fyri, at lóg um landsjørð fer at gleppa land- inum av hondum fyri milli- ardir av landsjørð. Lógin er longu samtykt. Óðalsfelagið er ikki ímóti at forera lands- jørð. Vit halda bert, at øll, ið sita við landsjørð, eisini tey ið hava traðir, gerði, neystagrundstykki ella ann- að í festi, skulu fáa sama møguleika, og at tey í øllum førum partvíst skulu betala fyri jørðina. Vit halda eisini, at tað, ið landið letur frá sær, skal gerast verulig ogn, ikki umsetilig brøv við ógreiðum treytum og skif- tandi nærri reglum.« Kári á Rógvi skrivar víðari: »Lóg um landsjørð gevur heldur ikki bóndum ognar- rætt til landsjørðina og rætt at útstykkja hana; lóg um landsjørð gevur teimum ognarrætt til festibrøvini, ið eru umsetilig. Hvat hetta merkir, veit ongin rættiliga - ikki útstykking (beinleiðis), men ymsar aðrar mátar at selja tað, teir ikki eiga. Vit harmast serliga, at tingfólk og miðlafólk ikki stundisliga og gjølla viðgjørdu lógina og allar teir spurningarnar, ið knýta seg at henni, ikki minst um partur av almennu jørðini skal brúkast til veruliga almenn endamál. Men nú er bert at ynskja øllum gott summar og góða eydnu at keypa sær (festi- brøv til) landsjørð. Hvat vit annars halda, ber til at lesa í Óðalstíðindum, ið koma út tvær ferðir árliga.« Ongin bóndi sleppur at selja jørð Nýggja lógin um landsjørð Í § 1 í nýggju lógini um landsjørð er ásett: Eftir regl­ um, nevndar niðanfyri, fyrisitur Búnaðarstovan, sum er stovnur undir landsstýrismanninum, alla almenna jørð, ið ikki verður fyrisitin av ella er skrásett sum ogn hjá øðrum almennum stovvni, herundir kommunun­ um. Í § 9, stk. 1 í nýggju lógini um landsjørð er ásett: Búnaðarstovuni verður heimilað, burtur av landsjørð, at selja jørð til almenn endamál, grund­ stykkir til húsabygging, handils­ og ídnaðar­, havbún­ aðar­, ítróttar­ og frítíðarendamál v.m. Áðrenn jørð verður seld burtur av einum festigarði ella leigutrøð, skal festarin/leigarin verða eftirspurdur. Keyps­ peningurin verður fluttur á festikonto. Sambært § 3, stk 2 í løgtingslóg um Búnaðargrunn er ásett, at almenna landsjørðin eigur at verða skrá­ sett og tinglisin sum ogn hjá Føroya Landsstýri. FAKTA