fríggjadagur 22. juni 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 118 • 22. juni 2007
Vikuskifti 17
Shooter er um Bob Lee
Swagger, sum er ein pro
fessionellur super snig
skjútti. Hann og partnarin
koma illa fyri í Afrika. Part
narin verður dripin og
Swagger hevnir seg við at
drepa eini 80 fólk, áðrenn
hann sleppur til rýmingar.
Seinni velur hann at gevast í
herinum og krógvar seg sum ein
annar John Rambo í fjøllunum,
men fortíðin kemur at vitja hann.
Tað er Obersturin Johnson, sum
vil hava hann at hjálpa sær við
at verja forsetan, sum teir eru
bangnir fyri kann verða myrdur
av einum snigskjútta. Hann
skal tí skipa fyri, hvussu hann
hevði gjørt hetta best, men hann
verður snýttur, og nú er alt landið
og øll landsins hernaðarfólk,
fregnartænastur og løgreglumenn
eftir honum.
Rambo í 2007
Hann er illa særdur og øll leita
eftir honum, men hann er ikki so
at spæla við hesin Swagger, hann
fer sjálvur at jagstra teir, sum
vilja honum eftir lívinum og hann
endar á hægstu rók.
Sjálvt um Swagger er ein
stoltur maður, sum trýr á
amerikanska samfelagið, so
verður hann eitt offur í einum
óhugnaligum stórpolitiskum
spæli, har øll eru eftir øllum.
Filmurin Shooter byggir á
skaldsøguna hjá Stephen Hunter
”Point of Impact”, sum varð
kallað ein Rambohetja fyri tey,
sum hugsa sjálvi.
Shooter minnir um allar hesar
samansvørjingarfilmarnar, sum vit
kenna frá sjeytiárunum, so sum
”Tre døgn for kondor”.
Hetta er undirhald av allar
besta slag, frá byrjan til
endan- ein nærum fullkomin
og heilskaptur spenningsfilmur.
Mark Wahlberg hevur ongantíð
verið betur.
Leikandi:
Bob Lee Swagger Mark Wahlberg
Nick Memphis
Michael Peña
Oberst Isaac Johnson Danny Glover
Sarah Fenn
Kate Mara
Leikstjóri Antoine Fuqua. 126
minuttir. Vístur í Havnar Bio frá 2.
juni. Aldursmark 15 ár.
Prag er danskur filmur um
Christoffers (Mads Mikkelsen) og
konuna Maja (Stine Stengade),
sum fara til Prag. Pápi hansara
er deyður og sonurin skal eftir
honum. Giftarmálið gongur
alsamt verri. Ein nøkulunda
danskur kærleiksfilmur.
The Last King of Scotland er
ein sera spennandi søguligur
filmur, sum gongur fyri seg í
Uganda undir stýrinum hjá Idi
Amin. Ungi læknin Nicholas
Garrigan verður persónligur
lækni hjá Amin. Beinanvegin sær
hann, at Amin er svakur og síðan
gerst søgan ein spenningsfilmur.
Megnar Nicolas at sleppa við
lívinum?
Little Children er ein óunnuligur
filmur um miðstættarlív, ótrúskap
og lívslygnir. Frank og April eru
bæði gift og eiga børn, men
trívast ikki í lívinum. Tey byrja
at koma saman, og møtast á
spæliplássunum við børnunum.
Ein harður filmur, við undirtónum
av filmunum hjá Todd Solondz
(Happyness).
Hoot er ein fittur barna- og
ungdómsfilmur fyri tey, sum
eru millum 12 og 14 ár. Tríggir
næmingar í áttanda flokki
berjast móti einari fyritøku,
ið vil oyðileggja ein skóg, har
sjáldsamar uglur búgva.
Nat på museet við Ben Stiller
er ein nøkulunda skemtifilmur.
Hann snýr seg um Larry Daley,
sum er ein av hesum ævigu
uppfinnarunum, ið ongan vegin
koma við nøkrum. Hugskotið til
filmin stavar frá einari barnabók
eftir Milan Trenc. Flott og heldur
tómt, men væl gjørt undirhald.
filmar
Shooter-Ein óførur spenningsfilmur
Mark Wahlberg hevur ongantíð
verið betur enn í leiklutinum
sum snigskjúttin Bob Lee
Swagger.
Ummæli
Kim Simonsen
kimsimonsen@hotmail.com