Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-22, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juni 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 118 - 22. juni 2007 tíðindi Góðanes á Flesjarnar – eitt fimmti ára minni Tann 2. januar 1957 sigldi íslendski trolarin Góðanes á Flesjarnar og sakk. Allir av manningini vórðu bjargaðir uttan skiparin. Í hesum sambandi verður minningarhald á Strondum sunnu­ dagin, har ein minnis­ steinur verður avdúk­ aður. Vit fara í hesi grein at greiða frá tilburðinum Skipbrot Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Hendan januardag í 1957 minnast øll í Føroyum, sum vóru nóg gomul til tess. Eitt var, at trolarin var farin á Flesjarnar, men at tann ungi skiparin, sum hevði eina unga unnustu og var pápi at einum lítlum barni, skuldi farast, gjørdi hendingina serliga syrgi­ liga og minniliga. Søgan um Góðanes byrj­ ar annan jóladag í 1947, tá ið Góðanes kemur til Nes­ kapustaður á Eysturlandi­ num. Íslendska ríkisstjórnin hevði skipað fyri endur­ nýgging av trolaraflotanum við at byggja trolarar í Bretlandi. Tveir trolarar komu til Neskaupstaðar. Annar var Góðanes, og hin var Egill Rauði, og hoyrdu teir báðir til sama reiðarí. Egill Rauði syrgiligan enda Egill Rauði fekk ein synd­ arligan enda. Tað var í januar 1955, at hesin trol­ arin sigldi á land upp við Grønulíð á Vestfjarðunum í illveðri og kavaroki. Við vóru 34 mans, av hesum vóru 19 føroyingar. Hetta kundi lættliga gjørst ein tann størsti føroyski sorg­ arleikur, men takkað verið einum framúr íslendskum bjargingaravriki, eydnaðist at bjarga 29 av manningini. Fýra íslendingar fórust og ein føroyingur. Tað var tann 30 ára gamli Sofus Skoralíð úr Dali, sum doyði frá konu og barni. Í samband við, at 50 ár vóru liðin síðan hesa van­ lukku í 2005, hevði FF­ blaðið eina frásøgn frá hendingini, sum fyrst og fremst var grundað á frá­ søgn frá Tórálvi Mohr Olsen av Sandi, sum var ein av manningini. Henda frásøgn kann lesast á heimasíðuni: www.fiskimannafelag.fo gamla heimasíðan, blað nr. 339 Góðanes somu lagnu Og nú minni enn tvey ár seinni fær Góðanes somu lagnu. Nýggársdag 1957 fer Góðanes frá bryggju í Neskaupstaði. Leiðin gekk til Føroyar, har ætlanin var at taka umborð 14 før­ oyingar, sum høvdu verið heima um høgtíðina. Teir náddu ikki til bryggju í Føroyum, og síðan hava størri skip og trolarar frá Neskaupstaði ikki loyst frá bryggju nýggjársdag. Egill Rauði fór nevniliga eisini sín seinasta túr nýggjárs­ dag. Góðanes hevði verið á ísfiskaveiðu fram til des­ ember og lá um jólini. Hetta var tíðin, tá ið før­ oyingar fyri ein stóran part mannaðu íslendska trolara­ flotan, og við Góðanes vóru 21 av 38 monnum føroyingar. 14 teirra vóru farnir heim við einum øðrum trolara at halda jól. Tann fasti skiparin var ikki við. Hann lat 1. stýrimannin, tann 23 ára gamla Pétur Hafsteinn Sigurðsson, fara sum skipara til Føroyar eftir føroysku manningini. Góðanes fekk ringt veður til Føroya. Tá ið tað nærk­ aðist Føroyum fekk skip­ arin at vita, at tað var ikki kyrt at leggja at í Havn. Tí var ráðiligast at fara inn á Skálafjørðin og leggja at í Runavík. Á Mjóvanesi møtti Góða­ nes íslendska trolaranum Austfirðingi, sum var á veg norðureftir. 1. stýrimaður á Góðanes fór niður undir at siga manningini, at nú fóru teir skjótt at leggja at. Skiparin saman við fleiri dekkarum var á brúnni, og radarin gekk. Skiparin var inni í kortrúminum og hugdi at radarskerminum. Hann hevði givið boð um, hvussu tað skuldi siglast, og kortini vístu, at sigl­ ingarleiðin var rein. Sigla á Flesjarnar Klokkan nærkaðist níggju á kvøldi, tá ið trolarin var við at koma inn á Skála­ fjørðin, og siglt varð eftir vitanum í fjarðarmunn­ anum. Tá kemur kokkurin leypandi inn á brúnna og sigur land at vera beint fyri framman. Skiparin er í stundini á brúnni. Hann telegraferar til maskinrúm­ ið. Fyrst gevur hann boð um at steðga maskinuni og beint eftir um at bakka. Men áðrenn svarast kun­ di úr maskinrúminum, tók skipið botn. Fyrst tyktist tað sum at skipið streyk framvið einum skeri, og síðan tók tað harðliga og stóð fast. Sjálvt um bakkað varð við fullari megi, vikaðist skipið ikki. Hetta var lítið hugaligt í vetrar­ mykri og sjaskveðri. Avrátt var at koma framat bjargingarbeltunum. Tað gekk eisini væl, og mann­ ingin lat seg í belti. Gói, sum var ein av manningini, greiddi frá, at tá ið tað brast, varð hann blakaður fram úr koyggjuni og fekk ilt í fótin. Hetta vísti seg seinni at vera so mikið álvarsligt, at hann kom at ganga við stavi seinni. Aðru ferð skipari og fjarritari forlissa Fjarritarin var Axel Ósk­ arsson av Norðfirði. Hann var annar av teimum tveimum av manningini, sum eisini var við Egill Rauða, tá ið hann gekk burtur í 1955. Hin maðurin frá Egill Rauða var júst skiparin á Góðanes hendan túrin, Petur Hafsteinn. Hann hevði tá verið 2. stýrimaður á Egil Rauða, og hann var ein royndur sjómaður. Skiparin gav nú Axel boð um at senda neyðarkallið SOS. Tórs­ havn Radio váttaði beinan­ Manningin avmyndað á Sjómansheiminum. Føroyingarnir umborð vóru Ólavur Debes, Andreas Hilduberg, Kaj Johannessen, Johannes H. Pedersen, Rituvík, er nr. 3 f.v. í aftara rað, Ole J. Beck, Anton E. Pedersen, Runavík, nr. 5 frá høgru í aftara rað og Eyvind Gudmundsen, Runavík, nr. 4 f.h. í aftara rað. Hinir føroyingarnir vóru ikki til staðar, tá myndin varð tikin. Góðanes