Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-22, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juni 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 tíðindi Nr. 118 - 22. juni 2007 Talan er kortini ikki um kendu sjónvarpsrásina, men um eitt ferðamannaskip, ið nevnist National Geographic Endeavour FERÐAVINNA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Hóast skipið hevur navn eftir kendi sjónvarpsstøðini, so er einki samband ímillum eigara og sjónvarpsstøðina. Tað er Lindbland Expedition sum leigar skip­ ið, men hetta er helst bara fyri at marknaðarføra Natio­ nal Geografhic. Aftur fyri hevur sjónvarpsstøðin tvey fólk umborð á ferð kring knøttin, sigur Halgir Dahl Olesen frá Faroe Ship, sum umboðar skipið í Føroyum. Manning telur 79 og ferðafólkini eru 103, tey flestu amerikanarar. Tó eru ein íri, tríggir canadiarar og ein italieni. Skipið lág uttan fyri Mykinesi í fyrradagin og kom á Vestmanna í gjár. Í dag fara nøkur av ferðafólk­ unum útferð undir Vest­ mannabjørgini, meðan onnur fara bussútferð. National Geographic Endeavour fer av Vestmanna aftur í dag klokkan 14 og kemur á Havnina klokkan 17, har ferðafólkini koma umborðaftur. Fleiri løntakarar - uttan í fiskivinnuni Í mars mánaði í ár vóru tað samanlagt 25.491 løntakarar í Føroyum. Hyggja vit aftur til 1990, so hava tað í tíðarskeiðnum ikki áður verið so nógvir løntakarar í mars mánaði. Í mun til mars 2006 eru tað 737 ella sløk 3% fleiri løntakarar í mars mánaði í ár. Verður hugt eftir teimum ymsu vinnugreinunum sæst, at vøkstur er í øllum uttan í fiskavinnu o.a. ráevninsvinnu. Her kann staðfestast ein minking uppá 229 løntakarar, í mun til mars mánað 2006. Størstur vøkstur í tali er innan privatar tænastuvinnur, har 382 fleiri vóru í vinnu. Í prosentum er vøksturin størstur innan byggivinnu o.a. tilvirking, har munurin er sløk 8 %. Gongur væl hjá Gongufelag Eysturoyar Gongufelag telist millum tey virknu feløgini hesa ársins tíð. Tey skipa fyri túrum víða hvar í Eysturoynni, men leita sær eisini í aðrar oyggjar, m.a. Norðoyggjar, Vágarnar og tær smærru oyggjarnar. Tey hava lagt eina fjølbroytta skrá til rættis fyri alt árið, saman við Kunningarstovuni í Runavík, og har ber til at síggja, hvagar leiðin ber næstu ferð. Tað kostar einans 150 kr. at gerast limur í felagnum. Túrarnir eru ymiskir í torleika, og tí verður frammanundan sagt, um talan er um ein lættan ella tungan túr. Sum skilst er ætlanin haraftrat at fara uttanlands í ár. Leygardagin 23. juni hava 100 fólk í Tórshavn møguleika fyri at vera við í eini nýggjari fotoverkætlan hjá Mariannu Mørkøre & Mariu Arnell TÍÐINDASKRIV Myndarøðin hevur heitið Doktórs og skal í stuttum avmynda 100 fólk í Tórshavn. Hetta er ein interaktiv fotoverkætlan, har enda­ málið er at gera eitt lista­ verk, sum gevur fólki ein aktivan leiklut í mun til bert ein áskoðaraleiklut. Mynda­ røðin lýsir sostatt ikki eina inniliga listarliga, abstrakta kenslu hjá listafólkunum, men er heilt einfalt ein dokumentatión av, at tú hevur havt ein aktivan leiklut, sum verður settur í eitt listarligt høpi. Hetta er sostatt ein konkret mynda­ tøka, sum eisini skal vísa eina ítøkiliga listarliga til­ gongd. Mannagongdin er, at ein og hvør í aldursbólkinum 8 ár og uppeftir kann luttaka, annars eru eingi krøv til útsjónd ella klæðir. Mari­ anna og Maria taka mynd­ irnar í hølunum hjá Lützens Foto, Sjúrðargøta 8. Byrjað verður kl. 12, leygardagin 23. juni, og opið verður til 100 fólk hava latið seg avmyndað. Myndatøkan tekur í mesta lagi 10 min. fyri hvønn. Doktórs verður sýnd á ólavsøkuframsýningini í Listasavninum, sum Unglist skipar fyri. - Tað verður framvegis kalt. Og í næstu viku er ikki óhugsandi, at hvítir fjallatindar verða at síggja, sigur veðurmaðurin Petur Skeel Jacobsen Tað verður framvegis høgætt teir komandi dagarnar. Í morgin verður land­ nyrðingur, og onkur sólar­ glotti, men eisini møgu­ leiki fyri sirmi. Hitin verð­ ur millum 8 og 11 stig. Sunnudagin verður sama veðri, okkurt ælið, men tað verður nakað kaldari, niður í 5 stig. Mánadagin, týsdagin og mikudagin verður hann norðan og landnyrðingur í ættini, og hann minkar hitan enn meiri – heilt niður í 4 hitastig. ­ Veðrið verður tað sama teir fyrstu dagarnar í komandi viku, sigur Petur Skeel. Og tá er ikki óhugsandi at tindar fara at hvítna, hóast vit eru farin at nærkast juli mánaði. sb. Hvítir fjallatindar á hásumri Doktórs – interaktiv fotoverkætlan - Veðrið verður gott, men kuldi er framvegis í luftini, sigur Petur Skeel National Geografic á Vestmanna Lesið -so eru tit við!