Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-22, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juni 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 118 - 22. juni 2007 Stutt Sagt Ikki njósnari kortini Í síðstu viku tók trygdar­ løgreglan í Eysturríki ein mann, sum arbeiddi hjá russisku rúmdarumsiting­ ini, tí eysturríksku myndugleikarnir vildu vera við, at maðurin var njósnari. Men í gjár varð hann latin leysur, skrivar russiska tíðindastovan RIA Novosti. Sambært tíðindastovuni mótmæltu myndugleikarnir í Moskva handtøkuni og vístu á, at maðurin var diplomatur. Hvussu er og ikki, so slapp maðurin úr varðhald­ inum, og hann sleppur eisini aftur til Russlands, skrivar RIA Novosti. Irakar samdir um olju Irakska oljumálaráðið kunngjørdi í gjár, at eftir drúgvar tingingar eru sunnimuslimar, shiamus­ limar og kurdar vorðnir samdir um, hvussu teir skulu býta landsins olju­ ríkidømi sínamillum. Semjan umfatar kortini bara tann kurdiska partin av oljuni, men hon verður kortini mett at vera eit sera týðandi stig fram ímóti einari endaligari semju um oljuna. Sum skilst vóru kurdarnir ikki serliga sinnaðir at góðtaka semjuna, men teir gjørdu tað kortini. Hildið verður, at 112 mia. tunnur av olju eru í iraksku undirgrundini, og tað eru bara Saudiarabia og Iran, sum hava størri oljuríkidømi enn Irak. Skifta til evruna Tvey ES­lond afturat hava nú gjørt av at brúka felags evropeiska gjaldoyrað, evruna. Í gjár fingu Malta og Kýpros loyvi at skifta til evruna, og tað ber í sær, at á nýggjárinum fara maltesiski lirin og kýpriska pundið úr gildi. Í januar í ár bleiv evran tikin í nýtslu í Slovenia, og við Malta og Kýpros kemur talið á evrulondun­ um upp í 15. Tað merkir, at 12 ES­lond hava fram­ vegis síni gomlu gjald­ oyru. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Tað er stuldur at skipa fyri vali nú, tí tað einasta endamálið er at taka sigurin í fjør frá okkum Hamas-talsmaður útlond Men fyrst skal greiði fáast á ymsum spurn­ ingum um teir 375 fangarnar, sum fram­ vegis eru í leguni Hóast stórt altjóða trýst hevur George W. Bush, for­ seti, víst aftur øllum áheit­ anum um at lata ta illa kendu fangaleguna í Guant­ anamo aftur. Í seinastuni hevur forsetin kortini víst tekin til broyting, og herfyri ásannaði hann, at legan í Kuba hevur verið óheppin fyri umdømið hjá USA kring heimin. Nú hava keldur í Hvítu Húsunum avdúkað, at í veruleikanum restar lítið í, at legan verður latin aftur. Tíðindastovan AP skrivaði í morgun, at ætlanin var, at Bush skuldi hava ein fund í dag við Condoleezza Rice, uttanríkiaráðharra og Robert Gates, verjumálaráð­ harra um ætlanina at lata leguna aftur, men at fund­ urin bleiv avlýstur, tá fjøl­ miðlarnir fingu frænir av ætlanini. Ein kelda hjá AP sigur, at fleiri spurningar í sambandi at lata leguna aftur eru svaraðir, men at nakrir eru eftir. Ein teirra er, hvat skal henda teimum 375 fangun­ um, sum framvegis eru í Guantanamo­leguni. Fleiri av fangunum skulu fyri rætt­ in, áðrenn teir kunnu send­ ast av landinum, og USA noyðist eisini at tryggja sær, at heimlondini vilja hava fangarnar aftur. Talskvinnan hjá Hvítu Húsunum, Dana Perino, vildi í gjárkvøldið ikki gera viðmerkingar til tíðindini um, at legan skal latast aftur, men hon viðgekk, at viðurskiftini hjá fangunum eru til umrøðu í hesum døgum. Bush sinnaður at lata Guantanamo aftur Longu sum ungur kendi Tony Blair seg drignan at katólsku læruni, men orsakað av sínum politiska virksemi hevur hann ikki verið limur í katólsku kirkjuni Tann 27. juni leggur Tony Balir frá sær sum vretskur forsætisráðharri, og síðani fer hann til Rom at hitta Benedikt páva, tí nú vil Blair verða katolikkur, skrivar bretska blaðið The Guardian. Sambært blaðnum kendi Balir seg drignan at katólsku læruni, longu tá hann á ungum árum gekk á lærda háskúlanum í Oxford. Kona hansara, Cherie, er katolikkur, og børnini eru eftir gomlum siði uppvaksin sum katolikkar. Men Balir er ikki kato­ likkur, tí hansara politiska virksemi forðaði tí. Bretland hevur ongantíð havt ein kat­ ólskan forsætisráðharra, og av søguligum orsøkum er katólska læran eitt umstrítt evni í Bretlandi. Henry 8. kongur kvetti sambandið við ta katólsku kirkjuna í 1533, tí pávin sýtti fyri at ógilda hjúnarlagið hjá kongi. Tann seinasti katólski kongurin í Bretlandi, James 2., varð koyrdur frá í 1688, og síðani hevur tað verið bannað katolikkum at gifta seg við bretska konginum ella trúnarvinginum. Blair endiliga katolikkur Sum forsætisráðharri hevur Tony Blair hitt Benedikt páva, men næstu ferð teir hittast, er tað privatmaðurin Tony Blair, sum kemur á vitjan Sambært keldum í Hvítu Húsunum hevur George W. Bush, forseti, gjørt av at lata Guantanamo-leguna aftur