Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-22, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juni 2007síða 27

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 tíðindi Nr. 118 - 22. juni 2007 Andrass Róin, nevndar­ formaður í Smyril Line, tos­ aði vegna felagið við mót­ tøkuna. Hann helt fyri, at hóast skotar í fótbólti vunnu á okkum, vilja vit kortini samarbeiða. Men so legði hann eisini aftrat, at tá Føroyar næstu ferð fara at vinna á skotum, fara vit eisini at vilja samarbeiða. Jú, stemningurin var lætt­ ur, og í práti nevndi Jamie Stone, sum er politiskt umboð í hesum parti av Skotlandi, at hann hevði arbeitt í Føroyum og kendi føroyingar. Jamie spurdi eitt nú eftir Egili Toftegaard, sum í sínari tíð var stjóri á Handils­og Frystivirkinum í Fuglafirði. Við móttøkuna vóru skotar mannaðir við eitt nú havnameistaranum í Scrab­ ster, William Calder og Anne Dunnett, lordi í økinum. Í stuttum práti við Sosial­ in vísti Sofus Poulsen á, at Ísland er besta “agnið”, sum hann tók til, hjá Norr­ ønu vestanfyri. Landið er víðakent fyri síni sermerki, ikki minst heitu keldurnar, glesjarnar og søguligu støðini. Gávur vórðu handaðar, og Andrass Róin fekk, sum umboð fyri Smyril Line, eina steinplátu við áskrift um hendan søguliga dag, nú Norröna er farin at sigla til Scrabster. Móttøkan prógvaði, at skotar eru sera fegnir um, at Smyril Line hevur valt Scrabster sum havn í summarferðaætlanini – og semja var um, at hesin dag­ urin, nú nýggja Norröna fyrstu ferð legði til bryggju í Scrabster, er søguligur. Væleydnað ferð Komin umborð aftur, loysti Norröna og helt leiðina fram til Bergens, har vit komu í fagrasta summarveðri út á seinnapartin týsdagin. Mikudagin um 15­tíðina legði Norröna aftur til bryggju í Havn eftir eina sera væleydnaða “jomfrú­ ferð” í Skotlandi. Leiðsla og starvsfólk á Smyril Line, sum við vóru í ferðalagnum, gjørdu hesa rundferð ógloymandi. l ímóti Norrönu Á myndini sæst, at rampin á Norröna er ov stórur til ferjuleguna, men skotar hava gjørt eina landgongd, sum eisini sæst á myndini. Hendan landgongdin verður sett inn á rampan á Norrønu Norröna við bryggju í Scrabster – á síni fyrstu almennu ferð úr Føroyum. Ein søguligur dagur Andrass Róin, nevndarformaður í Smyril Line, hevur fingið steinplátu um søguligu hendingina. Kvinnan er Anne Dunnett, lordur Føroyska ferðalagið er nú á Weigh Inn hotellinum til móttøku – og í túninum bíða tvær limousinur og minibussar