fríggjadagur 22. juni 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26 tíðindi
Nr. 118 - 22. juni 2007
Nýggj ruta
Orð og myndir:
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Norröna er farin at sigla til
Skotlands. Fyrsta almenna
ferðin hagar byrjaði í Havn
mánamorgunin.
Eyðdis Hartman Nicla
sen, leiðsluskrivari á Smyril
Line, tók ímóti innbodnu
gestunum á Farstøðini, og
vit avtalaðu av hittast aftur
umborð, tá skipið var leyst
úr landi.
Loyst varð um 8.30tíðina
við
347
ferðafólkum
umborð, harav 162 skuldu
av í Scrabster. Hini 185
skuldu halda leiðina fram
til Bergens, umframt tey
57, sum komu umborð í
Scrabster.
Heldur styttri
Veðrið var gott á ferðini úr
Føroyum, men teir fyrstu
tímarnar livdi skipið eitt
lítið sindur í fríska lotinum,
ið var.
Stívliga 12 tímar eftir frá
ferðina bakkaði skipið í
fínasta
veðri
inn
móti
ferjuleguni í Scrabster.
Nú høvdu vit siglt 226
fjórðingar, og til samanburð
ar kann nevnast, at teinurin
úr Føroyum til Lerwich í
Hetlandi er 229 fjórðingar.
Munurin er, sum teinurin
millum Havnina og Nólsoy,
tríggir fjórðingar.
Tummas
Magnussen,
stjóri á Smyril Line, hevði
til stuttleikar sagt okkum, at
ein skoti við sekkjapínu fór
at taka ímóti okkum á bryggj
uni – bara ein, tí skotar eru
so gírigir! Teir vildu við øðr
um orðum ikki spandera
meira enn tann eina.
Men hetta varð altso sagt
í skemti, sjálvandi.
Og tó.
So hvørt, sum hekkan á
Norrønu nærkaðist ferjuleg
uni, hoyrdust hvøllir sekkja
píputónar, og tá eyguni
leitaðu eftir bryggjuni eftir
hátíðarligu tónunum, sóu vit
ein einsamallan skota standa
í sínum tjóðarbúna við
sekkjapípu og spæla fyri
gestum og nýggju farleiðini.
Tað, sum vit ikki vistu tá,
var, at ein riðil av skotum
við
sekkjapípum
stóðu
longur uppi á bryggjuni,
klárir til at blæsa í sínar
pípur, tá fylgið, sum skuldi
verða við til móttøkuna á
Weigh Inn hotellinum í
Thurso, kom koyrandi eftir
bryggjuni.
Fólk savnaðust nú á aftur
dekkinum á Norrønu, tá
manningin gjørdi seg til
reiðar at royna nýggju ramp
una, sum skotar hava gjørt.
Sum skilst, hava skotar
higartil ikki brúkt so nógvan
pening uppá atløguna hjá
Norrønu, tí sjálv rampan er
einki broytt.
Steinbjørn
Jacobsen,
borgarstjóri í Klaksvík, sum
saman við konuni var við á
ferðina, helt fyri, at sjálvt
býráðið í Klaksvík hevði
brúkt fleiri miljónir krónur
meira til rampu og atløgu
enn skotar.
Verandi rampa í Scrabster
er nevniliga bygd til ferjuna,
sum regluliga siglir millum
Orkneyoyggjar,
Scrabster
og aðrar havnir har umvegir.
Sum skilst, er ferjulegan
bygd við útjaðarastuðli, og
tí vilja skotar ikki so fegnir
umbyggja
atløguna
beinanvegin.
Alt gekk væl
Í staðin fyri at umbyggja
ferjuleguna, so hon eisini
riggar til Norrønu, hava
skotar latið gera eina stóra
landgongd,
sum
verður
skumpað upp á rampuna á
Norrønu, tá hon er komin at
liggja, sum hon skal. Síðan
koyra persónbilar og tómir
bussar í land og umborð
eftir hesi.
Báðar rampurnar – tann á
Norrønu og tann nýggja hjá
skotum viga fleiri tons, og
tá rampan á Norrønu hong
ur í ketum, sum nú skulu
bera báðar í senn, er avmark
að, hvussu stór vekt kann
koyra í land.
Persónbilar
kunnu
soleiðis koyra í land við
fólki, meðan bert førarin
sleppur at sita í bussinum,
tá hann koyrir.
Trailarar
kunnu
ikki
koyra í land av Norrønu í
Scrabster, og tí kann skipið
fyribils ikki flyta fisk úr
Føroyum til Scrabster við
verandi atløgu.
Sjálv ferjulegan í Scrab
ster alt ov smøl til, at
Norröna kann leggja sína
stóru
rampu
niður
á
bryggjuna.
Siglingin hjá Norrønu til
Scrabster er í fyrsta lagi ein
roynd at vita, hvussu undir
tøkan fyri hesi nýggju far
leiðini verður.
Í
summarferðaætlanini
fer Norröna at siga ein túr
um vikuna úr Føroyum til
Scrabster, og ein túr í vikuni
eftir úr Scrabster á veg
heimaftur til Føroya.
Sama er við farleiðini
millum Føroyar og Lerwic í
Hetlandi, sum nú verður
sigld eina ferð um vikuna
– á vegis úr Havn til Hanst
holm og síðan heimaftur í
vikuni eftir.
Fólk vóru spent eftir at
vita, hvussu atløgan fór at
rigga, og tað tók sína tíð hjá
skipinum at leggja at.
Men alt gekk væl, og á
brúnni segði skiparin, Alfred
Joensen, at teir nú høvdu
sett merkir í bryggjuna, so
teir næstu ferð vita akkurát,
hvussu lagt aftur ímóti ferju
leguni skipið skal liggja.
Hann segði seg ikki
vænta, at trupulleikar verða
at leggja at í Scrabster um
summarið, men helt, at
kanska mundi eysturætt og
landnyrðingur vera eitt sind
ur keðiligar ættir á vetrar
degi.
Skiparin helt annars, at
hurðin, sum teir hava sett í
skipssíðuna í stýriborði á
dekki 4, passaði sera væl til
skotsku landgongdina, sum
ferðafólkið fór í land og
umborð eftir.
Søguligur dagur
Tá klárt var at fara í land,
fóru tey innbodnu, sum
skuldu vera við til móttøk
una, saman í einum fylgi.
Umboðsmaður fyri havnina
í Scrabster var hin fyrsti,
sum tók ímóti og heilsaði
okkum við at taka í hondina
á okkum øllum. Sveinur í
Heiðunum, sum starvast hjá
Smyril Line og hevur verið í
Scrabster
og
fyrireikað
avgreiðsluna har, læt skotan
vita, hvørjir gestirnir vóru.
Millum gestirnar vóru
eisini onnur tíðindafólk og
myndafólk enn tey før
oysku, sum hendan túrin
vóru fáment í tali.
Skotski umboðsmaðurin
fylgdist síðan við okkum
niðan eftir longu og drúgvu
landgongdini, sum øll er
gird inni rættiliga langt nið
an eftir bryggjuni. At síggja
til, var rættiligt vaktarhald
allan vegin niðan um girð
ingina – helst størri, enn vit
høvdu væntað og eru von
við í Føroyum.
Havnameistarin hjá Tórs
havnar Havn, Jónsvein Lam
hauge, hevði á orði, hvussu
nógv fólk vóru knýtt at
komuni hjá einum slíkum
skipi, men ásannaði, at eftir
litið við ferðamannaskipum
er nógv økt seinastu árini.
Uppi á bryggjuni stóðu
tvær gamlar, men sera
snøggar, svartar og skyggj
andi Volvolimousinur og
nakrir minibussar. Onnur
limousinan hevði lítla flagg
stong við føroyskum flaggi
standandi
á
hjálminum
framman – til heiðurs fyri
nýggju
farleiðini
og
føroysku gestunum.
Andrass Róin, nevndar
formaður í Smyril Line,
Tummas Magnussen, stjóri
í Smyril Line, eins og Stein
bjørn Jacobsen, borgarstjóri
í Klaksvík, vóru millum
mest týðandi gestirnar úr
Føroyum – og koyrdu tískil
í limousinunum.
Andrass og Steinbjørn
høvdu konurnar við í síni
fylgi.
Ætlandi skuldi løgmaður,
Jóannes Ejdesgaard, eisini
vera við í føroyska ferðalag
num, men tá hann hevði játt
að at verða við, hevði hann
ikki hugsað um, at hann
skuldi fáa vitjan úr Italiu
somu dagar.
Hendrik Old og konan
vóru av tilvild við Norrønu
hendan túrin, og tey traðk
aðu á ein hátt í staðið hjá
løgmanni, tó ikki soleiðis at
Hendrik umboðaði løgmann
á ferðini. Hann og konan
vórðu tó boðin við til onkrar
av góðu máltíðunum, sum
føroyska ferðalagið varð so
væl forsýnað við á ferðini.
Tá vit komu nakað niðan
eftir bryggjuni, stóðu fleiri
skotar við sínum sekkjapíp
um og spældu so hátíðarliga
fyri okkum, og tá vit komu
til inngongdina til Weigh
Inn hotellið í Thurso, stóð
eisini ein ungur maður í
skotskum búna og spældi
so hvørt, sum gestirnir
gingu innar grindina.
Hátíðarlig løta
Tíðin til móttøkuna var
stokkut, tí Norröna skuldi
loysa aftur um ein góðan
tíma ella so. Men hóast
hetta, gjørdu gestablíðu og
fryntligu
skotarnir
nógv
burtur úr.
Longu, tá vit komu innar
á hotellið, stóðu ungar gent
ur fyri okkum og bjóðaðu
okkum vín og juice, og
aðrar stóðu við bakkum við
smáum køkubitum.
Tað var ikki soleiðis, at
vit bert einaferð vórðu boð
in at taka vín, juice og køku
bitar, men aftur og aftur,
meðan vit steðgaðu á hotell
inum.
Hendrik Old, sum saman
við konuni var í egnum bili,
náddi eisini at verða við til
móttøkuna, og millum aðrar
kendar persónar, sum høvdu
leitað sær á Weigh Inn hot
ellið hesa løtu, var Sofus
Poulsen, sum umboðaði
Føroyar í Bretlandi í meira
enn fimti ár.
Hýrurin var góður og røð
urnar, sum hildnar vórðu
við móttøkuna, vóru lættar
og stundum skemtiligar, tó
eisini álvarsamar, tá stóri
fiskaflutnigurin úr Føroyum
til Bretlands – í gamlari og
nýggjari tíð – varð havdur á
lofti.
Skotar tóku væ
Við nýggju farleiðini millum Føroyar og
Skotland liggur nú alt Bretland við sínum
meira enn fimmti miljónum íbúgvum opið fyri
føroyingum – og Føroyar opnar fyri bretum.
Sosialurin var við á »jomfrúferðini« hjá
Norrønu til Scrabster