Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-22, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juni 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 118 - 22. juni 2007 29 Skaðafrøðingur søkist TRYGD leitar eftir skaðaviðgera STARVIÐ Talan er um spennandi starv, har høvuðsuppgáva tín verður at standa fyri skaðaviðgerð, frá fráboðan til útgjald. Tú fert at standa fyri skaðaviðgerð av ábyrgdarskaðum og kaskoskaðum á privatakførum og vinnuakførum, umframt at tú fert at hava um hendi skaðaviðgerð av leysafæi og bygningsskaðum á bæði privatøkinum og vinnuøkinum. Tað er sera umráðandi, at tú hevur førleika at veita kundanum eina góða tænastu í skaðaviðgerðini, og at tú samstundis tryggjar honum tað endurgjald, ið hann hevur rætt til. TÚ Tú hevur nøktandi útbúgving til starvið og hevur helst fleiri ára royndir á viðkomandi øki. Tær dámar at arbeiða sjálvstøðugt, men tú trívist somuleiðis í toymum. Tú hevur eisini yvirlit og megnar at hava nógvar bóltar í luftini samstundis. Tú tekur ábyrgd, dugir væl at raðfesta og at arbeiða saman við øðrum, umframt at tú hevur ein fínan sans fyri handilslívi. UMSÓKNIR OG STARVSSETAN Starvið verður sett sambært sáttmála við Finansforbundet. Tú fært eina góða, fasta løn. Vit vilja seta starvið sum skjótast, men eru sinnað at bíða eftir rætta fólkinum. Skrivlig umsókn við curriculum vitae og viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi innan 1. juli 2007. Send umsóknina til P/F TRYGD, att.: Ella Mortensen, Gongin 7, Postboks 44, 110 Tórshavn, ella til elm@trygd.fo. R E P R O Z lES MEIRA UM STARVIÐ á www.TRYGD.fO UMSÓKNARfREIST ER 1. jUlI 2007 SOlEIÐIS ER TRYGD TRYGD er ein skjótvirkin og slóðbrótandi fyritøka, ið mangan setur dagsskránna í føroyska tryggingarheiminum. TRYGD grundar virksemi sítt á dygd, skjóta avgreiðslu, greidleika, nýhugsan og lønsemi. TRYGD er eisini ein sterk og framlítandi eind, ið veit, hvussu týðandi tað er at geva fjølbroyttum og skapandi menniskjum rásarúm. Hjá TRYGD starvast 35 fólk, og vit umseta fyri meira enn 75 mió. krónur um árið. TRYGD bjóðar tær góðar møguleikar fyri yrkisligari og persónligari menning í einum virknum og nýskapandi toymi. Tú verður við til at flyta felagið inn í framtíðina, og vit síggja tínar persónligu dygdir sum ein týðandi lut í at gera TRYGD enn sterkari. Kemur tú við? Gransking, menning og nýskapan í Føroyum 2007 Granskingarráðið · Bryggjubakki 12 · Postrúm 259 · FO-110 Tórshavn Tel 31 65 15 · Faks 35 31 01 · www.gransking.fo · gransking@gransking.fo Kom til framløgu um Skrá Eyðun Andreassen, formaður í Granskingarráðnum, greiðir frá um kanningina. Heini Hátún, verkætlanarleiðari, leggur fram úrslit og tilmæli. Aftan á framløguna verður ábit. Granskingarráðið hevur spurt, hvat tað almenna og vinnulívið gera fyri at granska, menna og fremja nýskapan. Kanningin vísir, at vit granska alt ov lítið samanborið við onnur lond, hóast nógv nýskapan er í vinnuni. Kom til framløguna og hoyr um kanningina og tilmælini frá Granskingarráðnum. Framløgan verður á Hotel Hafnia, týsdagin 26. juni 2007, kl. 10-12. sansir.fo lýsingar 3JØNBAND /PI¹FRÕKL '˜¹URMATUR ¤HUGNALIGUMUMHV’RVI '˜¹URMATUR 3T¤LFULLURHUGNI ¤HJARTANUM¤B«NUM !VGJ’RTVERTATVITJA "¤LEGGBOR¹Õ