Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-22, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juni 2007síða 30

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 118 - 22. juni 2007 Smærugøta 9A, FO-100 Tórshavn, Tel 30 99 00, Fax 30 99 01, industry@industry.fo, www.industry.fo Løgtingið hevur broytt reglurnar viðvíkjandi mvg á bygging ella umvæling av sethúsum. Broytingarnar merkja, at galdandi frítøka fyri avgjald á lønum til bygging og umvæling av egnum bústaði verður avtikin. Frá 1. juli 2007 skal sostatt meirvirðisgjald leggjast oman á lønarpartin, meðan eigarin av bústaðnum kann søkja um stuðul upp á 25% av lønarkostnaðinum, tó í mesta lagi 150.000 kr. Byggiarbeiðir, sum eru í gongd, ella sum sáttmáli er gjørdur um, verða tó viðgjørd eftir higartil galdandi reglum, um hesir sáttmálar verða fráboðaðir Toll- og Skattstovu Føroya áðrenn 1. juli 2007. Fyritøkur, sum hava givið tilboð um bygging/umvæling fyri fastan prís, eiga eisini at royna at fáa samtykki skjótast gjørligt, soleiðis at avtalan kann fráboðast áðrenn ásettu freist. Víst verður annars til kunningarskriv frá Føroya Handverksmeistarafelag. Byggifyritøkur - leggið til merkis !!! Keypið ringarnar í Klokkuni og verið við í lutakastinum um ringar ella skreyt fyri kr. 20.000,-. Vitja www.lovedesign.dk og les meira. lýsingar Lesið Sosialin - so eru tit við