Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-22, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juni 2007síða 34

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 118 - 22. juni 2007 Starvið: Í sambandi við at okkara deildarstjóri fer frá vegna aldur, er eitt áhugavert, spennandi og fjølbroytt starv sum deildarstjóri leyst at søkja á Mentamáladeildini í Mentamálaráðnum. Høvuðsuppgávurnar hjá mentamáladeildini eru m.a. at: • Fyrisita umsitingina av hægru útbúgvingar-, granskingar- og mentanarstovnunum • Leggja til rættis og menna útbúgvingar, og granskingar- og mentanarstovnar á økinum • Ráðgeva og vegleiða í spurningum innan økið, tilevna uppskot til lógir, kunngerðir, reglur o.a. • Samskipa virksemið við tilknýti til økið við aðrar deildir, stovnar og áhugabólkar • Fremja samstarv millum skúlar, stovnar o.o. Deildarstjórin er leiðari av Mentamáladeildini og hevur ábyrgd av dagligu leiðsluni, menningini av deildini og teimum útbúgvingum og stovnum, ið eru og koma á økinum. Deildarstjórin skal tryggja, at nevndu uppgávur verða loystar á einum høgum fakligum stigi, og at bygnaður/mannagongdir eru í samsvar við nútímans krøv. Førleikakrøv Vit vænta okkum m.a., at umsøkjararnir hava: • Viðkomandi útbúgving frá lærdum háskúla • Leiðsluroyndir frá tí almenna ella privata arbeiðsmarknaðinum • Góð leiðslu- og samstarvsevnir, umframt mennandi leiðslustíl • Førleika til at menna samstarvið við vinnulívið og aðrar áhugabólkar • Vilja til at royna nýggjar leiðir, serliga nú starvsøkið stendur fyri stórum avbjóðingum • Áhuga fyri avbjóðingum • Góðar málførleikar, serliga í føroyskum, norðurlendskum og enskum Vit bjóða: Mentamálaráðið mennist alsamt, og tann, ið verður settur, verður í stóran mun við til at skapa starvið. Starvið er spennandi við skiftandi uppgávum og við nógvum samskifti inn- og úteftir, umframt uttanlandssamstarv. Arbeiðið er á einum høgum fakligum stigi og møguleikarnir fyri bæði persónligari og fakligari menning eru góðir. Tann, ið verður settur, kemur at arbeiða í einum spennandi umhvørvi tætt saman við politisku myndugleikunum og stovnum innan undirvísing, gransking og mentan. Mentamálaráðið arbeiðir við visjónum og hevur týðandi leiklut í visjón 2015. Setanar- og lønartreytir Starvið verður lønt í 37. lønarfl okki hjá Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at verða eitt tænastumannastarv. Lønin er í løtuni kr. 40.972,46 um mánaðin, umframt 15% í eftirløn. Viðmerkjast skal, at setanarøkið fevnir um stjórnarráðini og Løgmansskrivstovuna. Umsókn Umsókn við prógvum, c.v. o.ø skulu sendast til: Mentamálaráðið Hoyvíksvegur 72 Postrúm 3279 110 Tórshavn ella mmr@mmr.fo Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 9. juli 2007 kl. 16.00. Starvið verður sett frá 1. september 2007 at rokna. Um tú ynskir fl eiri upplýsingar, kanst tú ringja til Petur Petersen, aðalstjóra í Mentamálaráðnum, á tlf. 555051. Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi. Heimasíða Mentamálaráðsins er: www.mmr.fo Mentamáladeildin umsitur Fróðskaparsetur Føroya, Føroya Læraraskúli, Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya, Heilsuskúli Føroya, Gransking, Føroya Fornminnissavn, Føroya Nátturugrípasavn, Føroya Landsskjalasavn, Landsbókasavnið, Bókasøvn, Kringvarp Føroya, kirkjumál, ítróttur og annað frítíðar- og mentanarligt virksemi. Deildin samskipar eisini ES-útbúgvingar- og granskingarsamstarv. Í deildini eru 6 starvsfólk. Deildarstjóri til mentamáladeildina hægri útbúgvingar, gransking og mentan sansir.fo Vit søkja eftir einum dugnaligum og ágrýtnum deildarstjóra, sum vil standa fyri hesum týdningarmikla og spennandi øki. K R E A . F O . TEL 47 80 80 www.almannastovan.fo Vitanardeildin tekur sær av umsiting og menning av KT-undirstøðukervi og fakskipanum, KT-trygd, KT-nýtslu og kunning. Almannastovan søkir KT-starvsfólk Í samband við at Almannastovan í næstum fer undir eina stóra KT-verkætlan eru tvey størv, sum ávikavíst KT-samskipari og KT-starvsfólk leys at søkja. Hevur tú hug at royna teg í ein- um spennandi arbeiðsumhvørvi við áhaldandi menning, so eru avbjóðandi og mennandi størv sum KT- starvsfólk á Vitanar- deildini leys at søkja. Umsóknarfreistin er 16. juli 2007 kl.12.00. Meira fæst at vita um størvini á almannastovan.fo ella portal.fo ella við at venda sær til Frankie Jensen, leiðara á Vitanardeildini, á telefon 35 35 10. Altjóða sinnaður Fjølbroyttur Greiður Jaligur Sterkur MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI www.midflokkurin.fo hvørt vikuskifti í Sosialinum Trygd og ábyrgd Miðflokkurin ynskir eitt solidariskt samfelag, har breiðastu herðarnir bera tyngstu byrðarnar. Har øll hava sømulig livikor, og har einstaklingar fáa eina virðuliga viðgerð frá almennari síðu. Tí vil Miðflokkurin m.a. virka fyri, at broyta hesi viðurskfti: Skattalættin til tey vælbjargaðu Hendan samgongan hevur latið skattalætta, har tað eru tey vælløntu, ið fáa ágóðan. Hvør hugsar um tann tímalønta, ella tann einliga uppihaldaran? Eftirløn til øll Hvar bleiv hon av? Arbeiðarafjøldin og fiskimaður­ in vónaðu, at nú fór tað at vera. Hvat er hent? Jú núverðandi og fyrrverðandi Løg­ tingsmenn, Landsstýrismenn og Løgmenn hava fingið í posa og sekk tá tað snýr seg um pensión. Viðferðin av alment settum starvsfólki Tíverri hava vit nú fleiri ferðir umvegis fjølmiðlarnar sæð dømir uppá illa umsitin starvsfólkaviðurskifti. Matrikkulstovan har tey, sum kanska mest trongdu til umsorgan, blivu drigin gjøgnum maneguna. Vinnuháskúlin sama skili. Og hóast ógvusligar átal­ ur frá Løgtingsins umboðsmanni, fær hetta ongar fylgjur. Sømuligar umstøður til tey veiku Miðflokkurin ynskir at góð lívskor verða tryggjað øllum, sum vegna aldur, sjúku, óhapp v.m. ikki eru før fyri at tryggja sær hetta sjálvi. Umlættingar­ møguleikar eiga at standa øllum í boði, sum hava tørv á tí. Ræðusøgurnar um eldru borgararnar, ið liggja hjálparleysir heima, eru óvirðiligar fyri eitt framkomið samfelag sum tað Føroyska. Hetta vísir, at vælferðin ikki kemur øllum til góða. Internet lýsingar