Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-22, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juni 2007síða 35

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 [ Nr. 118 - 22. juni 2007 ] Føroyingafelagið skal vinna dystin móti SønderjyskE sunnudagin, um teir skulu gerast sær nakrar vónir um at spæla í donsku 1. deild komandi kappingarár Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hóast tað ikki koppar øllum ætlanum hjá Fremad Amager, so er tað sjálvandi ein strika í rokningini, um felagið komandi kappingar­ ár skal spæla í triðbestu donsku deildini. Men tann møguleikin er óhugnaliga nær, nú bara ein dystur restar av kappingini. Ikki síðani teir spældu málleysan javnleik móti oddaliðnum úr Lyngby, hevur Fremad Amager fingið stig. Og seinstu átta dystirnir eru taptir. Tað hevur borið við sær, at liðið nú er botnproppur í deildini, og tí er ein sigur lívsneyðugur, um teir skulu halda sessinum í deildini. Og so er tað kanska heldur ikki nóg mikið. Einki av teimum trimum liðum, sum eru beint oman fyri Fremad Amager skal vinna, og HIK skal enntá tapa sín dyst. Og nógv verður eisini lagt fyri undan sunnudeg­ num. Felagið hevur longu boðað frá, at áskoðarar sleppa ókeypis inn á Sundby Idrætspark sunnudagin, og fjepparafelagið hevur lýst við átakið, har andlitsmáling við meira verður á skránni longu klokkan 10 sunnu­ morgunin. Ivaleyst verða eisini nógvir føroyingar millum áskoðararnar, nú liðið skal rópast uppaftur, og so er spurningurin bara, um tað verður fótbóltsveitsla ella ikki, tá teir 90 minuttirnir móti SønderjyskE eru spældir. Lagnudystur hjá Fremad Vónin er, at Sundby Idrætspark verður stúgvandi full, tá Fremad Amager sunnudagin spælir seinasta heimadystin hetta kappingarárið Serligur spenningur hevur verið í róðrunum hjá 6- mannaførum við monnum í ár, og seinast megnaði Tvørábáturin at vinna. Hetta viku- skiftið verður hann á heimasjógvi, og so verður spurningurin, um hann megnar at endurtaka bragdið frá Sundalagsstevnuni KAPPróÐur Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Fleiri hava sagt, at kapp­ róðurin sær út til at vera í einum aldudali, og hetta er helst ikki heilt við síðuna av, tí talið av bátum hevur ikki verið serliga høgt á teimum báðum fyrstu stevnunum. Á Sundalagsstevnuni sein­ asta vikuskiftið sá tó heldur betri út enn á Norðoyastevnu. Fleiri bátar tóku lut í kappingini, og so var spenn­ ingurin størri í flestu av róðrunum. Leygardagin verður so triði FM­róðurin á skránni, tá bátsmanningarnar fara at kappast á Jóansøku, sum í ár er á Tvøroyri. Fleiri favorittar Sjálvt um fleiri av róðrunum á Sundalagsstevnuni vóru rættiliga spennandi, so má tó sigast, at har eru fleiri greiðir favorittar til róðrar­ nar á Jóansøkuni. Hjá 10­mannaførunum hevur Eysturoyingur verið vunnið tveir teir fyrstu róðrarnar rættiliga greitt, og tí er hann eisini stórur favorittur at vinna Jóan­ søkuna. Tað sama er gald­ andi fyri 8­mannafarið í Runavík, Heiðabátin, sum eisini hevur vunnið sínar róðrar í stórum stíli. Hjá 6­mannaførum við kvinnum hevur Jarnbardur eisini verið nógv tann sterkasti báturin í ár, og hinir bátarnir skulu taka seg nógv fram, um teir skulu hótta Jarnbard. Eisini hjá 5­mannaførum við gentum hevur Hvassi vunnið báðar róðrarnar. Á Sundalagsstevnu fingu tær haråa kapping frá Tambar, men at enda vunnu tær eisini henda róðurin rætti­ liga trygt. Undan Jóansøkuni er eingin ivi um, at hesar báts­ manningarnar eru favorittar at vinna sínar róðrar. Vilja endurtøku Sjálvt um fleiri greiðir favorittar eru, so eru eisini róðrar, har spenningurin hevur verið øgiligur. Hjá 5­ mannaførum við dreingjum vann Sílið fyrsta róðurin frammanfyri Havfrúnna, meðan Havfrúgvin vann næsta róðurin frammanfyri Sílið. Tað vera helst aftur hesir báðir bátarnir, sum fara at kappast um fremsta plássið, men hvør fer at vinna, er ilt at meta um. Hjá 5­mannaførum við kvinnum er eisini rættiliga javnt. Fyrsta róðurin vann Sílið, meðan Frúgvin megnaði at vinna ein sera spennandi róður á Sunda­ lagsstevnuni framman fyri Fípuna Føgru og Sílið. Sílið er tó enn fremst í FM­ kappingini, men nógv týður uppá, at vit fáa enn ein spennandi róður á Jóansøk­ uni, har hesir tríggir bátarnir væntandi fara at kappast um fremstu plássini. Sólskinssøgan frá Sunda­ lagsstevnuni var uttan iva sigurin hjá Tvørábátinum hjá 6­mannaførum við monnum. Hesin róðurin gjørdist óvanliga spennandi, og bert ein stavnur var á muni millum Tvørábátin og Sundabátin, meðan Strálan var beint aftanfyri. Í FM­kappingini er Sundabáturin eitt stig frammanfyri Tvørábátin og trý stig framman fyri Stráluna, og stóri spurning­ urin undan Jóansøkuni er, um Tvørábáturin fer at endurtaka sigurin frá Sundalagsstevnu á heima­ sjógvi leygardagin. Tvørábáturin á heimasjógvi Hesin róðurin gjørdist óvanliga spennandi, og bert ein stavnur var á muni millum Tvørábátin og Sundabátin, meðan Strálan var beint aftanfyri Mynd: Jens Kristian Vang SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur – Finna vit arbeiðshandskarnar fram og stríðast, so er tað einki lið í Føroyum, sum klárar at basa okkum Sámal Erik Hentze, venjari hjá EB/Streymi