fríggjadagur 22. juni 2007síða 43
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 118 - 22. juni 2007
43
NámsfrøðiNgar til
DagstovNiN gjáarloN
í vestmaNNa
Søkt verður eftir 2 námsfrøðingum til Gjáarlon
at byrja 01. 09. 07.
Talan er um fulltíðarstørv við møguleika at
arbeiða niðursetta tíð . Størvini verða sett eftir
avtalu.
Dagstovnurin er í 5 eindum við vøggustovu og
barnagarði – normeraður til 84 børn.
Stovnurin letur upp kl. 7:15 og letur aftur kl.17.15.
Gjáarlon er ein grønur stovnur, sum leggur dent
á at fara væl um umhvørvið – inni sum úti.
Umstøðurnar eru sera góðar – bæði innan og
uttandura.
Í tí dagliga arbeiðinum leggja vit dent á :
• Trivnaðin hjá starvsfólkum og børnum
• At skapa álit og tryggleika fyri børn og
foreldur
• At vit eru ein grønur stovnur
Vit ynskja :
• At tú hevur førleika at arbeiða sjálvstøðugt
• At tú ert ágrýtin og nýhugsandi
• At tú ert við til at menna tað pedagogiska
arbeiði
• At tú kannst taka ábyrgd og virka í góðum
samstarvi við starvsfelagar og foreldur
• At tú sært møguleikar og avbjóðingar fram
um forðingar
Lønarviðurskifti
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Peda
gogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag
Føroya
Meira fæst at vita
um størvini við at venda sær til Morið A. O.
Gardy, leiðara, á tlf. 470134 / 230134 ella Marin
í Niðristovu Durhuus, varaleiðara, á tlf. 470138 /
230138.
Umsóknir
saman við avriti av prógvum og viðmælum,
skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 10. juli
kl. 12.00 og sendast til:
Gjáarlon
Hornavegur 16
FO350 Vestmanna
Umsóknir skulu merkjast: »Námsfrøðingar«
Um ongin námsfrøðingur søkir, verða hjálparfólk
fyribils sett í størvini.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Setan
arsamrøður verða í viku 28.
DagstovNuriN gjáarloN
Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo
Dagstovnurin á Velbastað søkir eftir 4 pedagogum ella
hjálparfólkum at byrja 6. august 2007 ella eftir nærri avtalu.
Á stovninum ganga í løtuni 55 børn í aldrinum frá einum til átta ár.
Á stovninum eru størv leys bæði í vøggustovubólki, barnagarðsbólki
og í Frítíðarskúlanum.
Møguleiki er fyri arbeiðstíð uppá 40, 35, 30 ella 20 tímar um
vikuna. Arbeiðstíðirnar verða settar eftir tørvinum hjá stovninum og
eftir ynskjunum hjá starvsfólkunum.
Um pedagogar ikki søkja størvini, verða fólk við øðrum viðkomandi
útbúgvingum og/ella royndum sett í størvini.
Stovninum tørvar fólk, sum hava áhuga fyri og evni til tónleik, sang,
sjónleik, ítrótt og at brúka náttúruna.
Nýggi stovnurin hevur stóra høll og egnan bóltvøll og liggur beint
við hagan oman fyri Velbastað.
Løn og setanarviðurskifti
annars verða sambært sáttmála ímillum Føroya Pedagogfelag og
Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Meiri fæst at vita
um størvini við at tosa við Bjarna Clementsen, leiðara á telefon
218132.
Umsóknir
saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir
skulu vera Dagstovnurin á Velbastað Norðuri á Heyggi 55 FO-176
Velbastaður í hendi seinast 12. juli 2007.
Tórshavnar kommuna
Pedagogar og hjálparfólk [endurlýsing]
Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo
Tórshavnar kommuna
Varaleiðari til Margarinfabrikkina
Søkt verður eftir varaleiðara at arbeiða 35 tímar um vikuna at byrja
10. august 2007 ella eftir nærri avtalu.
Vit bjóða tær
• Eitt avbjóðandi og mennandi arbeiðsumhvørvi, har tú kanst
seta tín dám á stovnin
• Møguleika fyri støðugari menning, bæði fakliga og persónliga
• Støðugt nýggjar upplivingar og nýggjar leiðir at ganga
• Ein góðan starvsfólkabólk, sum gevur pláss fyri og virðir
ymiskleika
Arbeiðið inniber
• At arbeiða sjálvstøðugt og í ymiskum toymum
• At menna pedagogiska støðið á stovninum
• At røkja ávísar skrivstovuuppgávur
• At verða ein aktivur partur av leiðslutoyminum
• At samstarva við ymiskar stovnar og einstaklingar
Vit vænta, at tú
• Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan
gerandisdag
• Hevur royndir at arbeiða við børnum og ungum
• Ert kreativ/ur
• Dugir væl at samstarva
• Hevur eitt positivt lívssýn, og sært møguleikar fram
um forðingar
• Hevur virðing fyri ymiskleika
• Hevur teldukunnleika
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag
og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Umsókn
Saman við viðmælum, royndum og upplýsingum um útbúgving skal
vera Tórshavnar Kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 9. juli
2007. Setanarsamrøðurnar verða hildnar í viku 30.
Meira fæst at vita
Um størvini við at venda sær til Alice Simonsen, stovnsleiðara á
tlf. 213217.
Arbeiðshandskar
til øll endamál - bæði á sjógvi og landi
Landsins størsta úrval
frá eingangshandskum til
fóðraðar Japan-handskar
Beinleiðis frá framleiðara
Sosialurin 311820
spf
lýsingar