fríggjadagur 22. juni 2007síða 44
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44
Nr. 118 - 22. juni 2007
Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo
Pedagogur til nýggja dagstovnin í Nólsoy, Látrið
Søkt verður eftir einum pedagogi til barnagarðsstovu at arbeiða 30-40 tímar um vikuna at byrja 6.
august 2007 ella eftir nærri avtalu.
Setanarviðurskifti: Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF.
Umsóknir saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skulu vera Dagstovninum
Látrið, 270 Nólsoy, í hendi seinast mánadagin 9. juli 2007.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Lis Nolsø, stovnsleiðara, tlf. 302462.
Pedagogar og hjálparfólk til dagstovnin í Hoyvík
Søkt verður eftir tveimum pedagogum til barnagarðsstovu at arbeiða ávikavíst 20 og 30 tímar um
vikuna. Einum varaleiðara til barnagarðsstovu at arbeiða 30 tímar um vikuna.
Søkt verður eisini eftir tveimum hjálparfólkum til barnagarðsstovu at arbeiða ávíkavíst 20 og 30 tímar
um vikuna.
Søkt verður eisini eftir tveimum avloysarum at arbeiða, tá tørvur er á tí.
Størvini verða sett frá 6. august 2007.
Setanarviðurskifti: Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og KAF.
Umsóknir saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skulu vera Dagstovninum í
Hoyvík, Vegurin langi, 188 Hoyvík í hendi innan mánadagin 9. juli 2007.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Onnu Mariu E. Antoniussen, stovnsleiðara, tlf. 317319
ella 317452, lokal 10, ella 228826.
Reingerðarfólk til Býlingshúsið inni á Gøtu
Søkt verður einum reingerðarfólki at arbeiða 20 tímar um vikuna, 4 tímar um dagin at byrja skjótast
til ber.
Setanarviðurskifti: Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag.
Umsóknir saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skulu vera Býlingshúsinum
inni á Gøtu, Ovaragøta 30 B, 188 Hoyvík í hendi innan fríggjadagin 29. juni 2007.
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Poulu Ejdesgaard, stovnsleiðara, tlf. 317701.
Tórshavnar kommuna
Leys størv
lýsingar
K u n n g e r ð
Um framløgu av broytingaruppskoti
í býarskipan og byggisamtykt fyri
Leirvíkar Kommunu
Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954
við seinni broytingum hevur kommunustýrið á
fundi tann 5. juni 2007 samtykt at gera broyting
í býarskipanini og byggisamtyktini fyri Leirvíkar
Kommunu.
Broytingin er løgd fram til almenna eftirskoðan
í vanligu upplatingartíðum frá 25. juni til 16 juli
2007.
Broytingin er:
Partur av matrikul 147bi verður broyttur frá øki til
almenn endamál E til bústaðarøki B.
Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot
skulu skrivliga verða kommunuskrivstovuni í
hendi í seinasta lagi 26. september 2007.
Leirvíkar Kommuna
21. juni 2007
Lesið
-tað loysir seg