fríggjadagur 22. juni 2007síða 5
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
5
Nr. 118 • 22. juni 2007
a hvør øðrum
smílandi.
Pápi teirra, Øssir Mohr, er við í
nevndini hjá FS. Hann hevur ong
antíð svomið til kappingar sjálvur,
men hann er sera spentur nú.
Tað eru sjálvandi børnini,
sum gera at tú fært áhugan.
Vit ferðast við teimum til allar
kappingar. Vit fara eisini øll til
Rhodos til Oyggjaleikirnar at
heppa, sigur Øssur Mohr, sum
umframt Jákup og Paula eigur
eina yngri dóttir, sum eisini
svimur.
Eitt ár í senn
Jákup fer í FHS eftir summarfrí
tíðina. Pauli gongur í 9. flokki, og
hann ætlar sær eisini í 10. flokk.
Tað er óvist, hvussu leingi teir
halda á við svimjingini.
Nú fari eg so í skúla, og so
fáa vit at síggja við svimjingini.
Eg hugsi ikki so langt fram. Beint
nú hugsi eg bara um Oyggja
leikirnar, sigur Jákup.
Eg fari í 10. flokk, og eg ætli
mær at halda fram við svimjing
ini. Eg vil vera ordiliga seriøsur
og síggja, hvussu langt eg kann
røkka, sigur Pauli.
Jákup er forlovaður í Havn, og
hann vitjar damuna av og á. Pauli
kennir tað tó ikki sum at hann
hevur mist stórabeiggjan.
Vit hava altíð fylgst nógv, og
tað gera vit enn. Vit tosa nógv
saman, og nú Jákup hevur fingið
koyrikort, plagi eg at vera biltúr
við honum. Eg fari av og á við, tá
ið Jákup fer til Havnar. Tá fari eg
at vitja onkran av svimjarunum í
Havn, sigur Pauli.
Biðjur áðrenn
kapping
Jákup og Pauli kenna mangan
trýstið, tá ið kappingarnar nærk
ast.
Í svimjing ert tú púra einsa
mallur. Tú hevur ongan annan
at skylda uppá, og tú ert eisini
einsamallur um heiðurin, tá ið tað
gongur væl, sigur Jákup.
Teir vísa á, at tað er týdningar
mikið at seta seg upp áðrenn eina
kapping.
Eg biðji altíð áðrenn eina kapp
ing. Eg biðji fyri øllum luttakar
unum – at tað má gangast teim
um og mær væl, sigur Pauli.
Eg fari inn í meg sjálvan
og práti ikki við nakran áðrenn
kappingina. Eg kann kanska virka
kaldur, men tað er einans tí, at eg
eri fokuseraður, sigur Jákup.
Tað verður spennandi hjá
brøðrunum Jákupi og Paula á
Oyggjaleikunum, tá ið alt Føroya
land saman við familjuni Mohr fer
at fylgja við. Teir hava sett sær
høg mál og líta eisini á, at teir
kunnu liva upp til tey.
Navn: Jákup Mohr
Føddur: 15. januar 1989
Forlovaður
Fakta
Navn: Paula Mohr
Føddur: 12. oktober 1991
Stakur
Fakta
Pauli um trúgv
Eg eri kristin. Vit hoyra til
brøðrasamkomuna Siloa. Eg og Jákup plaga
eisini at ganga í Philadelphia í Gøtu og í
kirkjukjallarinum í Gøtu til ungdómsmøtir.
Trúgvin hevur nógv at siga fyri meg í
gerandisdegnum
Jákup um politikk
Eg velji Sambandsflokkin, men eg havi næstan
ongan áhuga fyri politikki. Teir bara tosa, og tað
hendir einki. Tað er alt ov óspennandi fyri meg
Í næstu viku fara brøðurnir Jákup og Pauli
Mohr báðir til Oyggjaleikirnar at luttaka
í svimjikappingum. Jákup, sum stendur
vinstrumegin, er 18 ár. Pauli er 15 ár
Mynd: Høgni Thomsen