fríggjadagur 22. juni 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Bárður Persson,
sjónleikari, 37 ár
Lýs teg sjálvan við trimum orðum:
Neurotiskur, positivur og forvitin
Hvat orð ella hvønn setning nýtir tú oftast?
”Altso, tað sum eg meini er...” man vera tað, sum eg sigi
mest, tað eisini eitt sindur neurotiskt.
Hvørjum hyggur tú at hjá hinum kyninum?
Eg havi eina fasinatión av ovara partinum av bringuni
hjá kvinnum, og haldi øsbeinið vera eitt lekkurt punkt.
Men annars eri eg, sum mannfólk flest og hyggi, at øllum
hinum, sum mannfólk hyggja at.
Hvat er tað fyrsta, sum tú gert um morgunin?
Eg geri morgunfimleik. Eg eri júst byrjaður og taki tíggju
minuttir, har eg geri fimleik, hetta er besti mátin at byrja
ein dag uppá, og eg eri longu ordiliga ambitiøsur hesum
viðvíkjandi.
Hvat stressar teg?
Óloystar uppgávur toli eg ikki. Eg haldi, at eg havi eitt
sindur tendens til Asperger. Eg toli ikki, at man ikki
veit hvar man hevur eitt projekt, eg vil helst hava allar
staklutirnar upp á pláss beinanvegin.
Hvat gleðir teg?
Eg havi ikki góðar svøvngávur, tí gleðist eg, tá eg fái ein
ordiliga góðan svøvn, tá føli eg, at eg kann alt.
Nær feldi tú seinast eitt tár?
Eg eri nokkso kensluborin, tá eg síggi filmar, sum hava
happy ending og sovorðið. Seinast eg ordiliga græt, var, tá
eg sá Angelas Aske í Sjónvarpinum, tá græt eg virkuliga.
Hvat var seinasta ynski, sum tú fekst uppfylt?
Tað var akkurát í áðni, tá eg fekk kaffi frá Alv, sum gera
tað besta kaffi í býnum. Eg fekk tað eitt sindur sterkari enn
vanligt, og so var tað heilt perfekt.
Hvar arbeiðir tú?
Seinastu tíðina havi eg fyri tað mesta arbeitt á Tjóðpall
inum, men eg fáist eisini við ymiskt skriviarbeiði heima.
Men nógv av mínum arbeiði fyrigongur í høvdinum, so
hvar eg arbeiði kemur an uppá, hvar kroppurin er. Í løtuni
er kroppurin í einum bussi úti í Havnardali, har hann venur
ein einmansleik, ið hann fer at framføra í hesum bussinum
í næstum.
Hví valdi tú arbeiðið sum sjónleikari?
Tað kemst nokk fyrst og fremst av, at eg altíð havi verið
fasineraður av menniskjum, sum liva eitt sindur við síðuna
av, sovorðnum skeivum eksistensum. Og ta sum hendir
millum menniskju uppá gott og ringt. Eg vildi sleppa at
fortelja søgur um tey, sum ikki líkjast hinum.
Hvat lag er heimsins besta?
Tað lagið, sum hevur gjørt mest við meg, er Nothing
Compares To You hjá Sinnead O’Connor
Hvat er besta uppfinningin og hví?
Súkklan er besta uppfinningin. Tí hugsað, um øll súkklaðu,
hvussu nógv minni dálking var, hvussu henda motiónin
hevði gjørt, at nógv færri fólk endaðu á sjúkrahúsinum, og
hugsa um alt plássið, ið var í býnum, tá parkeringsplássini
ikki vóru neyðug. Súkklan er næstan bara góð.
Hvat hevur tú í lummunum beint nú?
Ein tendrara, ein kamb og eitt visa kort, hetta havi eg í
tilsamans í sjey lummum. So man kann siga, at eg havi
eitt lágt lummaprosent í dag
Hvat er títt besta heimaráð?
Mátin eg pakki mjólkapakkar saman uppá, er mítt besta
heimaráð. Teir gerast ikki hægri enn 1½ sentimetur. Á
hendan hátt beri eg fimm ruskposar út í staðin fyri sjey um
vikuna, hetta sparir teir á Sandvíkarhjalla fyri nógv. Um
MBM vil vita uppskriftina, so eru tey vælkomin at ringja,
so kann eg læra tey, hvussu man ger. Eg haldi at hetta er
eitt øki, har eg virkuliga kann gera mun.
Hvar er keðiligast í Føroyum og hví?
Nólsoy er ein bygd, sum eg uppá ongan máta haldi vera
keðiliga, so tað keðiligasta staðið, má vera tað mótsatta
staðið av Nólsoy.
Hvussu ofta speglar tú tær?
Eg spegli mær faktisk hvørja ferð eg komi framvið einum
spegli, so hvussu ofta eg spegli mær kemur an uppá, hvar
eg eri. Fólk hava ein tendens til hanga spegl allastaðni, og
eg má líka hyggja, hvussu eg síggi út beint tá.
Hvussu ofta ert tú hjá frisør?
Eg fari til frisør sirka annan til triðja hvønn mánað
Hvar ert tú um 10 ár?
Tá havi eg verið burtur í nøkur ár, og eri komin heim aftur,
og so eri eg vónandi ordiliga komin í gongd, við tað, sum
eg kanska brenni allarmest fyri: at skriva.
Hvør er tín stuttligasta uppliving á palli
Tann stuttligasti sjónleikurin, sum eg havi verið við í, er
Søgur úr Krabburð, og stuttligast var at spæla í Skúgvi,
fólk vóru so glað og við uppá tað, tey eru ikki so von við, at
nakað kemur handan vegin.
Eg kann gera mun
Sjónleikarin Bárður Persson metir, at hann veruliga kann gera mun, um MBM letur hann læra føroyingar at pakka mjólkapakkar saman. Hetta kann minka munandi um
ruskmongdina hjá føroyingum, sigur Bárður, nú vit hava sett hann í bláa stólin
23
Lagt til rættis: Niels Uni Dam