Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. juni 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 119 - 25. juni 2007 Kemiski Ali deyðadømdur Eitt systkinabarn Saddam Hussein, fyrrverandi irakiska einaræðisharran, er nú dømdur til deyða av einum irakiskum rætti fyri fólkamorðið á 180.000 kurdar í 1988. Ali Hassan al-Majid, betri kendur sum »Chemical Ali« fyri at nýta kemisk vápn móti kurdum og øðrum, varð dømdur fyri fólkamorð. Tveir aðrir ákærdir vórðu eisini dømdir til deyða, meðan aðrir tveir fingu lívlangt fonsgul. »Chemical Ali« var sjálv ímyndin av ræðuleikunum, ið vórðu framdir móti kurdunum í 1988 60 mió at vinna Hetta er triði leygardagur á rað, at eingin rakar tey sjey vinnara­tølini, og nú rýkur »jackpot«-vinningurn frá einum meti til annað. Leygarkvøldið, var vinningurin methøgur við 34 milli­ón­um krónum, og tá eingin fekk tey sjey tølini á sama raði, verða hesar milliónirnar fluttar til komandi vikskifti. Tað merkir, at lottovinningurin er útvið 60 milliónir. Men ikki nóg mikið við tað. jokarin, sum støðugt veksur, fann heldur ongan góðan í kvøld, so tær 15,6 milliónirnar rulla víðari til komandi viku­skifti eisini, og tá verður jokarin væntandi verdur 18 milliónir. Fríggjadagin vóru 10 byggitøkningar veriðð uppi til próv­ tøku. Hetta eru teir fyrstu síðani 1988 próvtøka Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Útbúgvingin sum byggi­ tøkn­ingur er ikki nýggj her á landi. Men kortini eru lið­ in 19 ár, síðani sein­astu næm­­ing­arnir fingu prógv í hes­ari læru­grein í Føroy­ um. Orsøkiner hon, at út­­búgv­ ingin varð niður­løgd tá kreppan byrjaði at gera um seg í Føroyum. Men fyri tveim­um árum síðani varð farið undir aftur hesa út­búgv­­ingina, og tá talan er um tvey-ára útbúgving var tíðin kom­in til endaliga próv­tøku. Útbúgvingarleiðari er Jóhan Eli Ellendersen, sum sjálvur er útbúgvin á Vitus Bering Danmark, ið er skúli fyri verk- og byggifrøðingar. Hann varð biðin at koma til Før­oya júst fyri at fáa hesa útbúgvingina upp at standa aftur. Tá umsóknarfreistin var úti fyri tveium árum síðani, høvdu 35 søkt. 18 vórðu tikn­ir inn, men tríggir fullu frá eftir stutta tíð og ein mátti gev­ast vegna sjúku. Har­­aftrat valdu fýra næm­ ing­ar at lesa víðari niðri eft­ ir hálvtannað ár í Før­oy­um, og tí vóru tað bert tíggju næmingar, sum fóru upp til endaligu roynd­ina í dag. Væl má sigast at hava ging­ið, tí Jóhan Eli kundi siga, at meðal próv­tøku­ tølini vóru heili 9,6. Útbúgvingin fer fram í samstarvi við Vitus Ber­ing skúlan í Danmark, og les­ andi í Føroyum verða tikin inn á V. B. Á jøvn­um føti við aðrar út­­búgv­ingar í Dan­ mark. Nógv hevur verið gjørt burtur úr, at næmingarnir til próvroyndinaí byggitøkni máttu tosa danskt. Men hetta var eingin trupulleiki, metti íslendski próvdómarin próvtøka Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Íslendski próvdómarin, Jón Eirikur Gudmundsson, helt tað hava verið eina spenn­ andi uppgávur at meta um verk­ætlanirnar hjá føroysku næmingunum við tekniska skúlan. Og tað var ikki heilt av tilvild, at tað júst gjørdist Jón Eirikur, sum fekk hesa uppgávuna. Íslendingurin er sjálvur út­búgvin á Vitus Bering skúl­anum í Danmark, har út­búgvingarleiðarin fyri byggi­­tøkningaútbúgvingini í Føroyum, Jóhan Eli Ell­ endersen, var lærari í fleiri ár. Jón Eirikur Gudmundsson varð útbúgvin í 1987, og heimaftur komin til Íslands hevði hann sjálvstøðuga fyri­tøku, til hann fyri níggju árum síðani byrjaði sum lærari á IÐN-skúlanum (tekn­iska skúla) í Reykjavík innan byggifrøði á sokallaðu Meistaradeildini. Íslendski próvdómarin er sera væl nøgdur við tað, føroysku næmingarnir løgdu fram, og tað góða við sam­starvinum við Vitus Bering er, at grundarlagið er júst tað sama sum í Dan­ mark. Tað merkir, at upp­ gáv­urnar eru á júst sama støði, sum tær á Vitus Bering. Til tað, at næmingarnir máttu tosa danskt sigur Jón Eirikur, at tað á ongan hátt tóktist at darva teimum. Hann heldur tvørtur ímóti, at tað er gott fyri næming­ar­ nar at tosa danskt til próv­ tøkuna, tí teir skulu jú lesa víðari í Danmark, og tá er tað ein fyrimunur at hava roynt danskt til eina próv­ tøku áður. Danskt eingin trupulleiki Íslendski próvdómarin, Jón Eirikur Gudmundsson Byggitøkning­ar útbúnir Frá próvtøkuni á Tekniska skúla. Fremst á myndini Jóhan Eli Ellendersen, útbúgvingarleiðari