mánadagur 25. juni 2007síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 119 - 25. juni 2007
5
lýsingar
Landsverk, Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78, Tórshavn,
Tel 340 800, Faks 340 801,
lv@lv.fo, www.landsverk.fo
Maskinlærlingur
Maskinmiðstøðin hevur um hendi
viðlíkahald av entreprenørmaskin
um hjá Landsverki og høvuðs
goymslu av eykalutum og amboð
um, herundir innkeyp og viðlíkahald
av hesum.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðið fevnir um viðlíkahald og
umvæling av maskinum o.ø. hjá
stovninum. Neyðugt er at hava
vanligt koyrikort.
Setanarviðurskifti
Løn og setanartreytir annars verða
sambært lærlingasáttmálanum
millum Føroya Handverkarafelag &
Landsfelag Handverkanna og
Føroya Arbeiðsgevarafelag &
Føroya Handverksmeistarafelag.
Lærutíðin er 4 ár og endar við eini
sveinaroynd.
Umsóknir
Umsóknir skulu sendast til lv@lv.fo
ella:
Landsverk,
Postsmoga 78,
110 Tórshavn,
og skulu vera okkum í hendi í sein
asta lagi 5. juli, 2007. Merk um
sóknina „Umsókn maskinlærlingur“
og viðmerk í umsóknini, hvar tú
hevur sæð starvslýsingina. Nærri
upplýsingar um starvið kunnu fáast
við at venda sær til Jóan Petur
Patursson, rakstrarleiðara, á tlf. 540
950 ella Johan Hansen, smiðju
meistara, á tlf. 540 951.
Landsverk er ein stovnur undir Vinnumálaráðnum, og hevur um hendi vega- og havnamyndugleika-
uppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur
landsvegir, havnir, bygningar og flogvallamál, herundir tyrlupallar.
STARVSLÝSING
Søkt verður eftir dugnaligum og álítandi maskinlærlingi til maskinmiðstøðina
í Kollafirði at byrja eftir summarfrítíðina.
Studio PegaSuS
tlf 456500
Studio Pegasus
– ein kreativur orkudepil
Ljóð- og videolýsingar
Videoupptøkur og redigering
Tónleika/fløgu-upptøkur