mánadagur 25. juni 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 119 - 25. juni 2007
Fall av 4. hædd
Ringasta marran hjá øllum foreldrum – og
barnaansarum eisini – varð veruleiki fríggjakvøldið
í Holbæk í Danmark, tá ein bara eitt-ára gamal
drongur datt ú av vindeyganum á fjórðu hædd.
Drongurin og trý systkin hansara vórðu ansað av
einari 16-ára gamlari gentu, meðan foreldrini vóru í
Jútlandi. Drongurin var einsamallur í einum kamari,
har trygdarskipanin á vindeyganum týðiliga ikki
virkaði sum hon skuldi, tá vanlukkan hendi. Hann
slapp kortini við nøkrum skurslum í andlitinum.
Eitt summarkvøld í Nólsoy
Eitt ferðalag hevði bílagt grillkvøld frá Kunningarstovuni í Nólsoy
leygarkvøldið, og tá veðrið var so gott, gjørdu nólsoyingar av,
sjálvir at hugna sær eina løtu, tá ferðalagið var farið til Havnar
aftur. Og tað lá væl fyri í so máta. Væl hepnaðist, eisini tí veðrið
var so gott. Har hugnaðu tey sær so við pylsum og búffum, og eitt
lítið, hugnaligt bál varð eisini tendrað. Eisini varð eitt tjald, einar
seks ferðir tríggjar metrar, sett upp í fall, at tað skuldi farið at
dropa at himli.
Hóast óteljandi
uppringingar
líka síðani tíðliga
fríggjamorgunin,
hevur tað verið
ógjørligt at fáa fatur
á formanninum í
Fíggingargrunninum
frá 1992
PARTABRØV
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Ákoyringarnar hava verið
nógvar á Fíggingargrunnin
frá 1992 í sambandi við být
ið av partabrøvunum í Før
oya Banka.
Fleiri sera viðkomandi
spurningar hava verið reist
ir, bæði av Sosialinum og
av
løgtingslimum
frá
ymiskum flokkum. Men
higartil hevur verið ógjørligt
at fáa eina viðmerking –
fyri ikki at siga frágreiðing
– frá Fíggingargrunninum
sjálvum.
Frá nevndarlimum hava
vit fingið at vita, at tað er
ein greið avtala, at bert for
maðurin skal úttala seg
vegna grunnin, men tá hes
in ikki er at fáa fatur á, gerst
ikki nógv.
Er tað veruliga so, sum
eitt nú John Johnnesen hev
ur róð upp undir, at slóðir
kunnu fylgjast frá undan
farna fíggjarmálaráðharra
til nýggja arbeiðsgevara
hansara? So leingi Fígging
argrunnurin frá 1992 er tig
andi sum grøvin, hanga slík
ir spurningar í leysum lofti.
Og tað kann neyvan vera
áhugamálið
hjá
hvørki
grunni ella formanni.
Sokkin í jørðina
Tað er einki at taka seg aft
ur í, at tá Eyðun á Rógvi er
sum sokkin í jørðina, so
trívast illgitingarnar í besta
lagi.
Fíggingargrunnurin
frá
1992 skyldar føroyingum
eina frágreiðing um, hvussu
partabrøvini eru býtt, og
eftir
hvørjum
kriterium
hetta er gjørt. Herfrá skal
grunnurin
ikki
leggjast
undir nakað sum helst, men
longri tíð gongur, uttan at
grunnurin letur við seg
koma, minni álit hava fólk
á tí, grunnurin hevur skipað
fyri.
Tað er púra óhugsandi, at
Eyðun á Rógvi er óvitandi
um, at blaðið hevur roynt at
fingið fatur á honum, og tí
er tað løgið, at formaðurin
ikki hevur latið við seg
koma á nakran hátt.
Sjálvandi kann hann vera
uttanlands ella á annan hátt
ikki at fáa fatur í, men
spurningarnir eru so átrok
andi, at teir mugu svarast
so ella so. Finst einki svar,
so er tað eisini svar nokk í
sjálvum sær.
Men so leingi fólkið – og
serliga tey, ið hava sett pen
ing í bankan – einki fáa at
vita, hanga gitingar og ill
gitingar í leysum lofti.
Farin
undir
heilt
Eftir at hava fingið
ætlanarskriv um uppsøgn
og er útihýstur á Post
húsinum, hevur Álvur
Danielsen nú gjørt av, at
siga seg frá sum formann í
Føroya Filatelistfelag
Álvur Danielsen er vorðin ímynd
in av uppsøgdu postboðunum.
Hann hevur eisini verið formaður
í Føroya Filatelistfelag, men
viðurskiftini gera, at hann kennir
seg í einari tvístøðu. Og tí hevur
Álvur Danielsen nú gjørt av at
siga seg frá sum formann í felag
num.
Álvur sigur í einari almennari
fráboðan: »Eg fari hervið at boða
frá, at eg leggi frá mær sum for
maður í Føroya Filatelistfelag.
Hóast uppsøgn frá Postverki
Føroya havi eg ”varðveitt” lyklar
nar til húsið á Óðinshædd. Hetta
helst tí, at eg eri formaður í Før
oya Filatelistfelag og havi havt
hesa ábyrgd at lata upp dyrnar til
fundir felagsins.
At varðveita hesa ábyrgd setur
meg í tvístøðu; tí eg í ørindum
fyri felagið eisini havi atgongd
til alt húsið - og hesum kan eg
ikki liva við, tá eg tá reelt kann
verða lagdur undir bæði eitt og
annað. Serliga í tí støðu sum eg
eri í, har eg ikki kenni uppsagnar
grundirnar hjá mær.
Nevndin er ikki samd um, at
boða leiðsluni hjá Postverk Før
oya frá, at vit ”flyta út” úr húsi
num sum felag og tískil leggi eg
frá mær sum formaður.«
Álvur Danielsen leggur aftrat,
at hann skjótast gjørligt fer at
lata lyklarnar frá sær.
Álvur frá sum formaður
Álvur Danielsen leggur nú frá
sær sum formaður í Føroya
Filatelistfelagø
Eyðun á Rógvi, formaður í Fíggingargrunninum frá 1992, er sum sokkin í jørðina