Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-25, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. juni 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 119 - 25. juni 2007 Føroyska oljufelagið hevur gjørt eina lánsavtalu við Bank of Scotland um 50 milliónir pund í láni. Samstundis flytir felagið úr skrá­ setingarbólki Small Cap til Mid Cap hjá OMX-skrásetingini lántøka Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Í fjórða ársfjórðingi í ár fer føroyska oljufelagið Atl­ antic Petroleum væntandi undir framleiðslu av olju á sonevnda Chestnut økinum, og fyrra hálvár næsta ár verð­ur eisini framleitt á Ettrick økinum. Stjórin í Atlantic Petrole­ um, Wilhelm Petersen, sig­ ur, at felagnum ikki nýtist at upptaka lán sum so, tí teir megna at fara undir fram­leiðsluna við verandi egin­kapitali, men fyri at út­nytta støðuna til fram­hald­ andi menning av felagnum, hava teir nú í eina tíð havt samráðingar við ymiskar oljulánveitarar - Nú eru vit so komnir ásamt við ein av stóru bank­ un­um innan oljulánsveiting, Bank of Scotland, um láni­ stødd, tíðarskeið og rentu, sigur Wilhelm Petersen. Talan er um eitt lán upp á 50 milliónir dollarar, og tað er komandi framleiðslan á nevndu oljuøkjum, ið fær bankan at lata lánið. Flytir upp Nærum samstundis sum hetta hendir, boðar OMX- skrásetingin frá, at Atlantic Petroleum flytir ein bólk upp í OMX-bólkaskipanini. OMX býtir íslendsk, svensk, finsk og donsk – her­­undir føroysk – feløg upp í tríggjar bólkar, nevnd­ ir Nordic Small Cap, Mid Cap og Large Cap. Í flyt­ing­ unum millum bólkarnar, sum verður skrásett 2. juli, flytir Atlantic Petroleum úr Small Cap upp í Mid Cap. Hesir bólkar eru avgjørdir av, hvussu nógv teir eru verd­ir á marknaðinum. Small Cap eru feløg og fyri­ tøkur, sum eru skrásetti fyri undir 150 milliónir evrur, Mid Cap eru tey, ið eru verd millum 150 milliónir og eina milliard evrur og Large Cap yvir milliardina evrur. Flestu feløg, ð flyta bólk, fara uppeftir, men nøkur fá fara hinvegin. 36 feløg flyta upp, meðan fimm flyta nið­ ur­eftir. Atlantic Petroleum tryggjar vøkstur Hetta er niðurstøðan hjá Christiani Andrea­ sen, sakførara, ið varð biðin at kannna málið um Gamla Realskúlan nærri kanning Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað stóðst nakað av roki av, at eitt felag nevnt Vísink Smíð hevði fingið arbeiðið at umvæla Gamla Real­skúl­ an. Málið hevði tvinnar síð­ ur. Onnur var, at felagið hevði fingið arbeiðið, uttan at tað hevði verið bjóðað út alment, og hitt var, at annar av eigarunum av Víking Smíð er sonur tekniska stjór­an í Havn. Málið varð umrøtt á fyrsta sinni í sjónvarpinum og síðani fylgt upp dagin eftir við samrøðu við borgar­ stjóran, sum bedýraði, at einki sum helst skýma­skot­ skent var farið fram. Og fyri at prógva hesum, skuldi hann biða óvildugar og av kommununi óheftan sak­før­ ara hyggja nærri at mál­in­ um. Og tað er so nú hent. Christian Andreasen hev­ ur hugt gjøgnum alt málið og hevur latið eina frá­greið­ ing frá sær hesum við­víkj­ andi. Frágreiðingin fyllir 13 A-4 síður við viðgerð mál­ið frá byrjanini í mars, tá ein næmingur fekk skaða í skúlanum, fram til dagin í dag. Frá­greiðingin varð løgd fram á bý­ráðsfundinum hjá komm­ununi hós­kvøldið. Sakførarin hevur býtt málið upp í fýra løgfrøðis­ lig­ar spurningar: 1: Av­gerð­ in um at steingja skúlan og umvæla hann, 2: Avgerðin um at Gamli Realskúlin skal nýtast til annað enda­ mál, 3: Hevur ein kommuna skyldu til at bjóða arbeiði út og 4: Høvdu borgarstjórin og tekniski stjóri gegnis­ trup­ul­leikar. Umvæling ella... Var talan yvirhøvur um um­væling, ella skuldi málið roknast sum nakað meiri, var so fyrri partur av spurn­ ing­inum hjá Christiani Andrea­sen. Og har er niður­ støðan púra greið: Talan var um umvæling. Og til tað hevði borgarstjórin neyðugu heimildina. Næsta punktið var júst líka greitt. »Eg meti ikki, at borgarstjórin hevur tikið ósaklig fyrilit, tá hann tók avgerð sína um broytta nýtslu av bygninginum«, sigur Christian Andreasen í niðurstøðu síni. Í triðja spurninginum metir sakførarin, at einki er farið skeivt fram løgfrøðis­ liga, sjálvt um hann ikki tek­ ur beinleiðis støðu til, hvørt tað hevði verið rættari at latið fleiiri enn ein bjóða upp á arbeiðið. Síðsti spurningurin er fyri so vítt eins greiður sum hinir fyrru. Sakførarin met­ ir ikki, at brot er framt á regl­urnar í fyrisitingarlógini um gegni. Hann leggur tó aftrat: »Tó skal viðmerkjast, at málsumsitingin ikki hevur verið nøktandi við at at eg meti, at tekniska umsitingin átti at havt gjørt eitt skrivligt notat um gegnistrupulleikan hjá tekniska stjóranum, og eina skrivliga innstilling við eini máls­lýsing og inn­still­ ing til konkreta avgerð«. Men samanum tikið hev­ ur Heðin Mortensen einki skeivt gjørt í sambandi við málið um Gamla Realskúla, sambært Christiani Andrea­ sen. Heðin gjørdi einki skeivt Wilhelm Petersen, stjóri á Atlantic Petroleum Christian Andreasen, sakførari, fríkennir fult og heilt borgarstjóran fyri at hava gjørt nakað skeivt í málinum um Gamla Realskúla Heimsins ljótasti hundur Tvey ára gamli hundurin Elwood úr New Jersey í USA hevur fingið hann ivasama heiður at verða kosin heimsins ljótasti hundur. Elwood, sum vegna sína margháttligu útsjónd eisini verður róptur E. T. og Yodi, er ein blandingur millum ullaleysa slagið Chinese Crested og Chihuahua. Kjósanin fór fram við árligu býarstevnuna í Marin-Sonoma í Kalifornia, og eigarin er ógvuliga errin av heitinum sum heimsins ljótasti hundur. Madelaine á Malta Løgreglan hevur sett umfatandi leiting í verk, eftir at fimm vitnir óheft av hvørørðum hava sagt seg hava sætt lítlu gentuna á oynni Tað vóru í gjár lidnir júst 50 dagar síðani Madelaine McCann var burturflutt úr eini frítíðaríbúð, sum foreldur hennara høvdu leigað í Algarve í Portugal. Síðani hevur verið leitað uttan íhald eftir lítlu gentuni, men higartil uttan úrslit.