mánadagur 25. juni 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 119 - 25. juni 2007
tíðindi
Nógv bál í Danmark
Jóansøka – ella Sankt Hans, sum tað eitur á donskum – er
rættilig hátíð, og hvør býur og kommuna við virðing fyri
sær sjálvum, tendrar bál »Sankt Hans aften«. »Hver by
har sin heks og hvert sogn sine trolde, dem vil vi fra livet
med glædesblus holde«, syngja Shu-bi-dua í kenda
sanginum hjá Holger Drachmann, Midsommervise. Og
hesum liva danir fult og heilt upp til. Teir brenna eitt ótal
av heksum – ella gívrum, sum tað eitur á føroyskum –
hetta kvøldið. Og nógv verður gjørt burtur úr, sum tað
sæst á myndini.
Tvey ára gomul limur í
Mensa
Í Onglandi hevur ein lítil genta sett øll met. Georgia Brown er
sum tvey ára gomul yngsti kvinnuligi limur í Mensa nakrantíð.
Limaskapurin ger hana samstundis til yngsta kvinnuliga lim
nakrantíð. Tað veit Daily Mail at siga. Vanlig vaksin hava ein
IQ umleið 100, og við einum IQ upp á 152 er lítl gentan á
sama støði sum fysikarin Stephen Hawking. Bara 0,2% av
heimsins íbúgvum hava so høgan IQ. Til tess at gerast limur í
Mensa, sum er eitt felag fyri sera evnarík, skal tú hava ein IQ
upp á 130, og tað hava bert 2% av heimsins íbúgvum.
- At vera postboð
er eitt ótrúliga
gott arbeiði, sigur
Alexandra Georgs
dóttir úr Fuglafirði.
Hon er sjálv onn
ur av tveimum pos
tboðum í býnum, har
tað íalt eru omanfyri
600 húsarhald at
røkja
Postkvinna
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Kambsdalur: Tann blái
liturin er eyðkendur í lands
lagnum: Bilurin er bláur og
postboðið er í bláum búna.
Kvikliga gongur Alex
andra millum húsini her á
Kambsdali henda týsdagin
í farnu viku. Hon ber ikki
tasku á herðunum, tí allur
posturin liggur inni í post
bilinum.
Hon fer inn í eini hús og
er løtu seinni aftur við bilin.
Tað ræður um at skunda
sær, tí í dag er týsdagur –
tann stóri postdagurin.
Henda dagin vita postboð
ini, at serliga nógvur postur
er, tí hetta er dagurin tá lýs
ingarbløðini verða borin út
í hvørt einasta hús kring
landið.
Húsarhaldini á Kambsdali
skulu sjálvandi eisini hava
postin bornan út ein slíkan
dag.
- Tað einasta sum vantar í
dag, er tann blái himmalin,
sigur Alexandra við einum
brosi.
Hon hevur arbeitt sum
postboð í níggju ár. Og trív
ist sera væl í hesum
arbeiðinum.
Vinarlig fólk
At Alexandra yvirhøvur
byrjaði sum postboð, kom í
roynd og veru ikki av ong
um: Hon tók við eftir
mammu sína.
- Mamma mín gekk, og
so varð eg biðin sum av
loysari. Og eg má siga, at
mær dámar hetta arbeiðið
oordiliga væl, sigur Alex
andra.
Tað eru nógv viðurskifti
sum benda á hetta: Post
boðini byrja tíðliga og enda
tíðliga, og eru haraftrat nógv
úti í teirri frísku luftini.
- Tað ger heldur ikki
arbeiðið verri, at eg hitti so
nógv vinarlig fólk her á rut
unum
hjá
mær,
slær
Alexandra fast.
276 húsarhald
Henda góðveðursmorgunin
í farnu viku hittu vit Alex
andru í arbeiði sínum, tá
komið var nakað út á fyrra
part á degi.
Hon var tá komin til nøk
ur av uttastu húsunum á
Kambsdali, men enn vóru
nógv húsarhald sum bíðaðu
spent eftir at fáa post.
Postrutan hjá Alexandru
henda morgunin byrjaði ann
ars í Fuglafirði og hagani
gekk leiðin út á Kambsdal.
- Eftir tað fari eg aftur til
Fuglafjarðar, sigur Alex
andra, sum íalt hevur 276
húsarhald á hesari rutuni.
Í hvørt hús
Eins og vanligt er, var Alex
andra farin til arbeiðis klokk
an 6:45 henda morgunin
Hesa vikuna hevur hon
bilin, og fór tí til Gøtu eftir
postinum. Hesin posturin
kemur við bussinum sum
fer til Klaksvíkar.
Vanliga er hon liðug at
bera postin út, tá klokkan
gongur til eitt. Men henda
dagin fór tað helst at taka
longri tíð.
- Í dag er týsdagur, og tá
bera vit Vikublaðið og onn
ur lýsingarbløð út. Tað skal
í hvørt hús, so tað tekur
sína tíð.
- Eg vænti ikki at verða
liðug, fyrrenn klokkan er
farin at nærkast hálvgum
tvey. Ein slíkur dagur er
altíð strævin, slær Alexandra
fast.
Góð klæðir
Veðrið var sum longu nevnt
av tí fræga – sólarglottar og
nakað av kulda í luftini.
Ein slíkan dag er gott at
vera postboð. Men so eru
uttan iva eisini aðrir dagar,
har tað ikki er so hugaligt.
- Nei, tað veit eg ikki. Eg
haldi, at teir dagarnir eru so
mikið fáir í tali, at eg hugsi
als ikki um tað.
- Hevur ein heit og góð
klæðir, so ber tað væl til,
sigur hon brosandi.
Ringt veður er
eingin forðing
Tvær
rutur í býnum
Í Fuglafirði eru tvær rutur hjá postboðunum – onnur er
bert í Fuglafirði, meðan hin hevur bæði Kambsdal og
Fuglafjørð við.
Tann ið er á seinnu rutuni hevur postbilin, meðan hin
avgreiðir postin í niðaru helvt av býnum við
postprutlinum. Íalt eru omanfyri 600 húsarhald at
røkja.
Skipanin hjá postboðunum er hon, at tann ið hevur
bilin fer til Gøtu klokkan 6:45 eftir postinum, sum
kemur hagar úr Havnini. Samstundis fer hitt postboðið
á posthúsið í Fuglafirði at skilja tann postin, sum er
komin hagar.
- Í dag er væl av posti, sigur Alexandra Georgsdóttir sum her ber postin út á Kambsdali
Mynd: Jens Kr. Vang
”
Tað einasta sum
vantar í dag,
er tann blái
himmalin
”
Tað ger heldur ikki arbeiðið
verri, at eg hitti so nógv
vinarlig fólk her á rutunum
hjá mær
myndir
Jens Kr. Vang
Orð
Snorri Brend
Varmakelda’07