mánadagur 25. juni 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 119 - 25. juni 2007
Tinglimir úr bæði
samgongu og and
støðu eru ónøgdir við
einskiljingarleistin,
sum verður brúktur í
sambandi við søluna
av Føroya. Hetta
hendir, hóast 31 av 32
tinglimum atkvøddu
fyri hesum leisti.
John Johannessen
mælir til, at allar
aðrar einskiljingar
verða steðgaðar,
áðrenn bankasølan
er kannað. Hann
spyr, um tað er av til
vild, at Jákup á Dul
Jacobsen headhuntaði
Bárð Nielsen. Poul
Michelsen sigur, at
fólk hava rætt at føla
seg snýtt
EINSKILJING
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Tað eru ikki allir samgongu
limir, sum eru so fegnir um
gongdina í bankamálinum í
seinastuni. Hvørki á høgra-
ella vinstraveinginum í sam
gonguni.
Javnaðarmaðurin,
John
Johannessen,
skrivar
í
lesarabrævi, at »sølan stink
ar«, og fólkafloksmaðurin,
Poul Michelsen, skrivar, at
»bankin er seldur fyri væl
minni enn hann er verdur«.
Heldur ikki framsøgu
maðurin hjá Tjóðveldis
flokkinum, Tórbjørn Jacob
sen, hevur givið bankasøluni
tey bestu skotsmálini.
Allir hesir tríggir ting
menninir vóru kortini við
til at atkvøða fyri, at lands
stýrismaðurin í fíggjarmál
um heimilaði Fíggingar
grunninum frá 1992 at
skráseta partabrøvini í P/F
Føroya Banka á Virðisbræva
marknaði Føroya og selja
partabrøvini, soleiðis at ein
partur skuli verða seldur
bólki aella bólkum av fíggj
arligum íleggjarum, meðan
restin skuldi verða seld priv
atum
og
sokallðaðum
stovnsligum íleggjarum.
Jákup á Dul keypti
fíggjarmálaráharran
John Johannessen vil vera
við, at »tann ríki gjørdist
ríkari, og harvið gjørdist
munurin ímillum lønar
trælin og alsamt sjónligaru
nýggju aðalstættina enn
størri” eftir søluna. Javnað
artingmaðurin spyr eisini,
hvussu tað bar til, »at stjór
arnir beinanvegin sluppu at
seta heilt upp í 7 milliónir
krónur í bankan. Var tað tí,
at teir vistu, at partabrøvini
vóru yvirteknaði 26 ferðir
og tí kundi annar stjórin
seta seg fyri 181 milliónum,
fyri til endans at fáa 7«.
Tað er heldur ikki sørt, at
John Johannessen rør fram
undir, at samband er mill
um, at Jákup á Dul Jacobsen
setti fyrrverandi landsstýris
mannin í Fíggjarmálum,
Bárð Nielsen, sum stjóra
fyri byggiætlanini Stó-ru
tjørn, nú sami Jákup á Dul
Jacobsen eigur smáparta
feløg, sum hava keypt stóran
part av bankanum.
»Hvussu ber tað til, at rík
maðurin sum herfyri ósmæð
ið keypti landsstýrismannin
í fíggjarmálum, uttan trup
ulleikar gjørdist størsti eig
arin av einskilda bankanum?
Hvønn leiklut hevur lands
stýrismaðurin, sum upp
runaliga fyrireikaði søluna,
seinni havt í keypinum av
bankanum?
«,
spyr
javnaðartingmaðurin.
Somuleiðis ávarar John
Johannessen ímóti at fremja
aðrar einskiljingar, áðrenn
sølan av Føroya banka er
kannað: »Oman á allar
hesar spurningar ber kortini
tíverri til at staðfesta, at
hendan fyrsta veruliga priv
atiseringin hevur førkað
føroyska samfelagið nærri
einum ógvuliga óhepnum
stættarbýti.
Hetta
eigur
Javnaðarflokkurin ikki at
lata sær lynda. Og tí er tað,
at eg eftir at hava ráðført
meg við nøkur av fremstu
fólkunum í Javnaðarflokk
inum mæli til, at allar priv
atiseringar verða steðgaðar
meðan Føroya Banka sølan
verður eftirmett og politiskt
viðgjørd«.
Fólk føla seg snýtt
Heldur ikki Poul Michelsen
hevur mjúk orð at geva
søluni, sum hann sjálvur var
við til at atkvøða fyri. »Eg
eri sterkt í iva um sølan av
Føroya Banka fær positivar
avleiðingar á aðrar ein
skiljingar«(...) »At eftirspurn
ingurin at keypa partabrøv
varð 26 ferðir størri enn
útboðið, sigur nakað um
hvussu skeiv virðismetingin
av Føroya Banka er. Tað er
bara eitt faktum«.
(...) »Fólk hava fullan
rættin at føla seg snýtt. Fyrst
hava tey ikki fingið møgu
leikan at keypa partabrøv í
rímiligan mun, og harnæst
hevur
samfelagið
mist
hundraðtals milliónir«.
Bankin foreraður
burtur
Sosialurin hevur seinastu
dagarnar roynt at fingið
eina viðmerking frá størsta
andstøðuflokkinum um ta
politisku ónøgdina, sum
valdar í samgonguni um
hetta málið. Enn hevur tó
ikki eydnaðst at fáa orðið á
framsøgumann Tjóðveldis
floksins, Tórbjørn Jacobsen,
men fyrr í mánaðinum skriv
aði hann m.a. í eini grein, at
»Javnaðarstjórnin
hjá
Jóannesi Eidesgaard fæst í
hesum døgum við at forera
ein
banka
burtur
til
útlendingar og nakrar før
oyingar, sum hava orku og
fíggjarmegi at gerast partur
av klondyke søguni Føroya
Banki« (...) »Politiski pyro
manurin Bárður Nielsen
kyndi og oysti benzin á
bálið, og tók til beins áðrenn
hann skoldaði sær holdið«.
Sostatt er líkt til, at ting
fólk eru sera ónøgd við
einskiljingarleistin, ið 31
tingfólk sjálv vóru við til at
samtykkja 2. mai í fjør.
Stór politisk ónøgd
við bankasøluna
Gamla Reinsarí spælistað
Tórshavnar býráð er farið í holt við at fyrireika Gamla
reinsaríðið til spælistað hjá tónleikarum. Í løtuni verður húsið
høvuðsumvælt uttan, og samstundis verður arbeitt við eini
heildarætlan fyri reinsaríðið og økið rundanum við smáu bygn
ingunum og túnunum í millum. Hetta hevur mentamálanevndin
samtykt. Ætlanin er, at fáa eitt heildarkonsept við spælistaði og
venjingarhølum, og øðrum kreativum virksemi til t.d. myndlist.
Og túnini rundanum skulu gerast hugnalig so at tað eisini ber til
at vera uttandura tá ið veðrið loyvir tí.
Løgtingið
hevur
ábyrgd-
ina
Hermann Oskars
son, búskapar
frøðingur, heldur at
løgtingsfólk spæla
skitið spæl, nú tey
siga seg vera ónøgd
við bankasøluna
EINSKILJING
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Løgtingslmir hava sjálvir
ábyrgdina, at einskiljing
argongdin fer fram sum
hon ger. Hetta sigur Her
mann Oskarsson í lesara
brævi, sum tað tíverri
ikki eydnaðist at fáa við
í dagsins blað. Hann
heldur, at sølan er farin
fram solieðis sum ting
limir samtyktu hana, og
tí sømir tað seg ikki, at
tingfólk nú finnast at
hesi gongd.
»Løgtingsmenninir,
sum nú ósmædnir og
østir loypa upp úr sessin
um, spæla eitt skitið spæl
fyri gallarínum, nú teir
stinga fyrrverandi lands
stýrismannin og formann
in í Fíggingargrunninum
í bakið. Sølan fór fram
akkurát sum teir sjálvir
hava samtykt, hóast teir
kanska ikki hava skilt
tað í rætta tímanum.
Ábyrgdin liggur á einum
stað, og bara á einum
stað – í Løgtinginum.
Hetta var eitt tiltak,
sum legði doyðin á at
halda útlendskan kunn
leika, útlendska sam
ábyrgd
og
útlendska
kapping burtur frá før
oyska fíggjarmarknaðin
um – alt meðan vit glob
alisera
Føroyar
og
skunda okkum fram móti
2015«, skrivar Hermann
Oskarsson m.a.
Jóansøkubál í Sandágerði
Óalment jóansøkubál var í Sandágerði leygarkvøldið. Nakrir ungir
mans høvdu tikið seg saman at brenna eitt bál í góðveðrinum,
men hetta hevði einki at gera við almenna miðsumm arbálið, sum
komm unan skipaði fyri hóskvøldið í farnu viku. Hetta var bert
gjørt til stuttleika og hugna. Á myndini eru ungu menninir við at
leggja síðstu hond á »bálið«
Tingfólk eru sera hvassorðað móti bankasøluni, sum tey sjálv vóru við til at samtykkja