mánadagur 25. juni 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 119 - 25. juni 2007
Higartil hevur lítil
veiða verið eftir
norðhavssild í
íslendskum sjógvi
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Sambært norska fiski
vinnublaðnum Fiskaren,
halda íslendingar, at 2,5
miljónir tons av norðhavs
sild standa í íslendskum
sjógvi.
Kortini er veiðan lítil.
Tá farið var um hálvan
ju ni, høvdu íslendsk skip
bert fiskað 9.740 tons av
norðhavssild av eini saml
aðari kvotu upp á 148.629
tons.
Skipið, sum tá hevði fisk
að størstu nøgdirnar, var
”Hákon”, ið hevði fingið
tilsamans 2.338 tons.
Soleiðis høvdu íslend
ingar 138.889 tons eftir av
síni kvotu av norðhavssild,
tá farið var um hálvan
ju ni.
Lítil sildaveiða
Sildafiskiskapurin í íslendskum sjógvi hevur verið slakur í
summmar
Mynd: Mourits M. Joensen
Íslendska fiskiveiðan
er nógv økt higartil í
ár. Vøksturin stavar
serliga frá veiðini
eftir pelagiskum
fiskasløgum
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í tíðarskeiðinum januar til
mai í ár øktist íslendska
fiskiveiðan við heili 14%
í mun til somu mánaðir í
fjør.
Tað er í fyrsta lagi veið
an eftir pelagiskum fiska
sløgum, sum er økt.
Fimm teir fyrstu mán
aðirnar í fjør var samlaða
pelagiska
veiðan
hjá
íslendskum
skipum
398.000
tons
ímóti
503.000 tonsum somu
mánaðir í ár.
Fiskiveiðan økt
uttanlandsferð
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á fyrstu ferðini við Norrønu
til Scrabster hittu vit fýra
fólk, sum fóru til Skotlands
at ferðast. Hesi vóru hjún
ini, Jóhanna og Ingvard
Olsen av Glyvrum og Hal
gerð og Gunnar Reynslág
av Argju m.
Jóhanna og Halgerð eru
systrar, og Ingvard og Gunn
ar eru trímenningar.
Søgan aftanfyri hesa ferð
ina byrjar eitt kvøldið seint
í mars í ár.
Á bingo
- Halgerð gekk og keddi
seg, tá eg spurdi, hví hon
ikki bara fór á bingo, sum
lýst var at vera í B36-húsin
um hetta kvøldið.
Gunnar ásannar, at tað
loysti seg at “senda” konu
sína avstað, tí tá hon kom
aftur, hevði hon vunnið høv
uðsvinningin, sum var ein
ferð fyri tvey við bili til
Skotlands við Norrønu.
- Vit eru nógv saman við
Jóhonnu og Ingvardi, so vit
spurdu tey, um tey høvdu
hug at koma út at ferðast
saman við okkum.
Pørini hava fleiri ferðir
ferðast saman, bæði her
heima í Føroyum, men eis
ini uttanlands, eitt nú í Nor
egi, Skotlandi og Íslandi.
- Vit síggjast ofta, og vit
hugna okkum ordiliga, tá
vit eru saman. Er ikki veður
til annað, sita vit inni og
spæla kort og onnur spøl, tá
vit eru saman.
Tá tey vóru yngri, og
børnini ikki vóru vaksin,
vóru tey ofta útferðir sam
an, og tá vóru børnini sjálv
sagt við.
- Nú eru vit meira leys,
og tað er so sanniliga eisini
stuttligt at ferðast saman
við sínum javnaldrum og
vinfólki annars, eru tey tey
fýra samd um.
Nairn-karavan
Hendan ferðin hjá Halgerð,
Gunnari, Jóhonnu og Ing
vardi verður í húsvogni í
Nairn, ella Nairn-karavan
um, ið er eitt av fleiri tilboð
um, sum Smyril Line hevur
til ferðandi, ið hava hug at
ferðast í Skotlandi.
- Vit verða 10 dagar heim
anífrá og fara soleiðis
heimaftur við Norrønu úr
Scrabster mikudagin.
Tað er serliga Halgerð, ið
hevur studerað Nairn-kara
vanirnar væl, og hon veit at
siga, at húsvognurin, sum
tey skulu búgva í, hevur
tvey sovikømur, stovu, køk
og baðirúm.
- Vit hava ikki roynt hetta
áður, men hetta sær ógvu
liga gott út. Hetta eru ikki
vognar á hjólum, men meira
sum góðar barakkir. Talan
er soleiðis um eina heila
bygd – eina karavanbygd,
sigur Halgerð.
Gunnar hevur eina systir,
sum býr heilt niðri í Luton í
Onglandi, men á hesi ferðini
fara tey ikki at vitja hana.
- Vit hava einar tvær
ferðir koyrt longu leiðina
niður til Luton at vitja systir
mína, sum var gift onglend
ingi, men sum nú er einkja,
sigur Gunnar Reynslág.
Gleddu seg
Tá vit hittu tey fýra umborð
á Norrønu, vóru tey sera
spent upp á ferðina í Nairn.
- Hetta er eitt barnavinar
ligt øki við nógvum møgu
leikum, sigur Jóhanna.
Tá vit spyrja hana, um tað
nyttar nakað fyri tey fýra,
sum ikki eru børn longur, at
fara til eitt barnavinarligt
øki, er hon skjót at svara:
- Hóast vit eru bæði
ommur og abbar, gleða vit
okkum sum børn til hesa
ferðina – ella sum sagt verð
ur í onkrari av lýsingunum
um at ferðast: Gleð teg sum
eitt barn.
Og tað gera tey fýra,
eingin ivi um tað.
Ymiskt lív
Meðan
Ingvard
hevur
arbeitt hjá Føroya Tele –
ella Telefonverk Føroya
Løgtings - at kalla alla sína
tíð, hevur Gunnar tikist við
eitt sindur av hvørju m.
- Eg byrjaði sum linju
maður, síðan sum kaðal
maður, og at enda var eg
formaður á kaðaldeildini.
Halgerð vann skot
Tá Halgerð gekk og keddi seg ein
dagin í mars, spurdi maður henn
ara, hví hon ikki bara fór á bingo.
– Hon fór og kom aftur við høvuðs
vinninginum, sum var ein ferð fyri
tvey í bili við Norrønu til Skotlands
Bygd:
Flender Werft, Lubeck
Sjósett:
24. august 2002
Latin SL:
7. apríl 2003
Í sigling:
10. apríl 2003
BRT:
36.000
Longd:
164 metrar
Breidd:
30 metrar
Ferð:
21 sjómíl
Ferðafólk:
1.482
Bilar:
800
FAKTA
MaJazz í Føroyum
Danska rútmiska kórið MaJazz kemur á vitjan í
Føroyum í eina viku fyrst í ju li mánaða. Mong í
kórinum hava sæð myndir úr Føroyum, men hava
ongantíð verið her áður. Tí gleða tey seg nógv til
kórið kemur til Føroya 30. Juni. Tey eru spent at
síggja føroysku náttúruna, ið sjálvsagt er heilt
øðrvísi enn tað, tey eru von við. Tey fara at hava
fleiri konsertir í Føroyum og hava samstarv við
føroyska kórið Vox.
Skálaberg aftur av túri
Seinasta hósdag kom klaksvíkstrolarin Skálaberg aftur av
túri. Teir hava roynt í Irmingarhavinum, og veiðan liggur
um 820 tons av skráskornum kongafiski. 29 mans hava
verið við Skálabergi hendan túrin, og skipari hevur verið
Róin Biskopsstø í Havn. Væntandi loysir Skálaberg aftur
um nakrar dagar, og tá verður farið í Barentshavið at
royna. Skálaberg fór úr Føroyum 24. apríl, og hesin
túrurin hevur soleiðis vart tað mesta av tveimum
mánaðum.