Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-25, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. juni 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 119 - 25. juni 2007 Ingvard er í dag 72 ára gamal, og tá hann gavst hjá Føroya Tele sum 67 ára gam­al, hevði hann verið í tæn­astu hjá telefonfelagnum at kalla alt sítt lív. - Hann fekk medalju frá Føroya Tele fyri trúgva tæn­ astu hesi mongu ár, leggur Jóhanna aftrat. Jóhanna hevur arbeitt hjá Nes sóknar Sjúkrakassa í eini 20 ár, men sum ung ar­beiddi hon eisini í fiski á Bakkafrost. Hon hevur handils­skúla og skrivstovu­ útbúgving. Skrivstovumaður Gunnar starvaðist sum banka­maður í eini 11 ár og var skrivari í Argja komm­ unu í eini 14 ár. Hann hevur arbeitt sum grannskoðari í hálvt fjórða ár. Í sløk tvey ár starvasðist hann hjá Føroya Fiska­virk­ ing – og síðan fór hann í frakt­ina at arbeiða hjá Faroe Travel. - Nú arbeiði eg aftur við bókhaldi, sigur hann. Halgerð hevur eitt nú ar­­ beitt hjá Skipaeftir­lit­inum. Grátt - men gott Tað var gott veður, klárt og lýtt, hetta mánakvøldið, tá vit nærkaðust Scrabster. - Vit hava hugt at veður­ván­ un­um á kortinum. Sambært for­søgnini sær tað eitt sind­ ur gráligt út um hesar leiðir teir næstu dagarnar, sigur Gunnar Reynslág. Men Jóhanna Olsen er optimist. - Eg vænti, at vit fáa gott veður komandi dagarnar, tí veðrið broytist so skjótt um summarið, leggur hon aftrat.  Vit ynskja teimum fýra eina góða ferð og takka fyri, at vit kundu órógva tey á hesi fyrstu almennu ferð­ini til Scrabster við Norr­ønu. tlandsferð á bingo Tey eru á ferð – á ferð til Skotlands við Norrønu, hjúnini Ingvard og Jóhanna og Halgerð og Gunnar Mynd: Vilmund Jacobsen Á kortinum sæst, at Nairn liggur stutt sunnanfyri Inverness - Nýggi kaðalin mill­um Skálafjørð og Sund er ein eyka­­pulsæðr á el- net­inum, og nýggja 60 kV sambandið hevur eitt nú til enda­ máls at halda veit­ ingartrygdina á sama høga støði alt árið, sig­ur Klæmint Weihe, stjóri í SEV SEV Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Klokkan 04 í morgun fór norska kaðalskipið Nauti­ lus Maxi undir at leggja ein nýggjan sjókaðal av Rak­tanga í Eysturoy tvørt­ ur um Tangafjørð og inn á Sandvíkar á Streymoy. Klæmint Weihe, stjóri í SEV, sigur, at nýggi kaðalin er partur av nýggja 60 kV sambandinum mill­ um verkið í Skálafirði og Sundsverkið. - Frammanundan bindur ein 20kV kaðal verkini sam­an, men við nýggja kað­alinum verður trygdin á hesum partinum av net­in­ um hjá SEV nógv størri. Stjórin sigur, at úr Skála­ fiðri og úteftir vestursíðuni á Skálafjørðinum liggur nýggi kaðalin í lands­vega­ gerðini, sum er í gond har, og av Sandvíkum og inn á Sund liggur hann saman við rørunum hjá Fjarhita­ felagnum. - Alt hetta er planlagt í góðari tíð, sigur Klæmint Weihe. Íløgan hjá SEV í henda henda partin av kaðal­sam­ band­inum millum verkið í Skálafirði og Sundsverkið er einar 20 miljónir krón­ ur. Nýggi kaðalin er fram­ leidd­ur á kaðalverk­smiðj­ uni Nexans í Noregi, og fel­agið hevur fingið Seløy Dykkerservice at leggja sjókaðalin millum Rak­ tanga og Sandvíkar. - Nýggi kaðalin er ein eykapulsæðr á el-netinum, og nýggja 60 kV sam­band­ ið hevur eitt nú til enda­ máls at halda veitingar­ trygd­­ina á sama høga støði alt árið. Hetta hevur eisini týdn­ing, tá árligt eft­ir­lit skal gerast á stóru mastr­un­ um kring um á fjøllunum. Sev-stjórin væntar, at spenningur verður settur á nýggja el-kaðalin um ein mánaða ella so. - Veðrið hevur verið gott, og arbeiðið hevur ging­­ið væl, sigur Klæmint Weihe.  Teinurin millum Rakt­ ganga og Sandvíkar liggur um stívliga 6 kilometrar. Nýggjur kaðal fyri 20 miljónir Sjókaðalin er framleiddur á kaðalverksmiðjuni Nexans í Noreg, og tað er Seløy Dykkerservice sum leggur kaðalin út við skipinum Nautilus Maxi Mynd: Jens Kristian Vang Nýggjur prestur í Havn 1. august byrjar klaksvíkingurin, Hanus Simonsen sum avloysaraprestur við Vesturkirkjuna í Havn. Hann kemur fyri Bergur D. Joensen, sum í løtuni er í farloyvi sum prestur. Hanus byrjaði at lesa gudfrøði í Keypmannahavn, men hevur síðani lisið seg lidnan við Menighetsfakultetet í Oslo. Hann fekk prógv fyri góðari viku síðani. Hanus er 28 ára gamal og kemur hetta komandi árið at starvast saman við hinum sóknarprestinum í kirkjuni, Hera Joensen. Vatnneyð í Koltri - Hetta er ein heilt óvanlig støða hjá okkum at vera í. Men sum er fáa vit ikki gjørt annað enn at avlýsa at fáa fólk út í oynna, sigur Lükka Patursson. Nógvi turkurin í seinastuni hevur gjørt, at so lítið vatn er til , at tað er ikki hugsingur um at matgera til ferðafólk, og bara tað at nýta WC fer við so nógvum vatni, at tað er ikki ráðiligt at fáa fólk út í oynna í løtuni. - Vit merktu longu tá fólk fóru avstað í síðstu viku, at tað var um at ganga undan við vatni, og nú er tað so komið hartil, at vit mugu siga ferðafólki frá okkum, sigur Lükka Patursson.