Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-25, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. juni 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 119 - 25. juni 2007 Sosialurin Nýggjur farvegur skapar møguleikar Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he­ vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. So var aftur áfast millum Føroyar og Skotland. Sjóvegis brúgvin við Norrønu úr Havnini til Scrabster er vónandi bert byrjanin til eina nýggja tíð, har Føroyar koma enn eitt stig nærri umheiminum. Neyvan nakar føroyingur hevur heldur gloymt glæsiligu rutuna, sum Smyril røkti á sinni – millum Havnina og Aberdeen. Tað er Smyril Line, sum hevur sett út í kortið av nýggjum og hevur tikið sigling uppá Skotland við í summarsiglingina. Eitt skilagott stig, sum vónandi er komið fyri at blíva verandi. Tó at flestu av okkum vita, at Scrabster liggur langt úti á ”bølandinum”, so er hetta kortini ein byrjan. Tíðin fer at vísa, um hetta veruliga er rætta staðið í Skotlandi at fara til og um myndug­ leikarnir har eru sinnaðir til at gera tær íløgur, sum eru neyðugar fyri at tryggja besta flutningin av ferðafólki og farmi. Sum víst á áður á hesum stað, so hava Føroyar brúk fyri fleiri møguleikum at kunna stíga inn á evropeiska pallin fyri ikki at siga altjóða pallin. Hóast umstøðurnar at ferðast loftvegis eru góðar, og hóast Atlantsflog ger sítt til at byggja brýr, eru avmarkingar við loftvegis flutningi. Skal tú veruliga menna ferðavinnuna og skulu Føroyar fáa nýggjar avbjóðingar sum heild á bæði handils- og vinnuøkinum, so tørvar okkum sjóvegis samband til umheimin. Og her er farvegurin til Skotlands av stórum týdningi. Hetta hevur eisini nakað við okkara søguligu røtur at gera. Føroyar og Stórabretland hava á mongum økjum felags áhugamál, og vit hava havt langar traditiónir fyri samvinnu. At vit við slíkari farleið eisini koma risafet nærri granna okkara fyri sunnan, Írlandi, er ein sannroynd, sum vit eisini eiga at taka í størsta álvara. Írskir munkar sigast at vera millum tey fyrstu, sum tóku land her um okkara leiðir. Løgið at so stutt er millum Írland og Føroyar men kortini so langt. Eingin ivi er um, at nýggja farleiðin til Skotlands eisini gevur okkum møguleika lættari og skjótari at fáa samband við okkara írsku grannar. Írland er eins og Skotland og Ongland eitt avbera vakurt og spennandi land at vitja. So nýggi farvegurin til Skotlands letur vissuliga upp fyri nýggjum møguleikum. Vónandi verður henda fyrsta royndin so mikið væleydnað, at farleiðin er komin fyri at verða. Um til ber í fram­ tíðini at sigla til aðra meira hóskandi havn vil tíðin so vísa. Hetta er so ein byrjan. Og í øllum hesum eiga vit heldur ikki at gloyma møguleikan hjá milliónum av íbúgvum í Stórabretlandi ella fyri tað inni á meginlandinum at síggja og uppliva oyggjarnar í Norðuratlantshavi. Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1330 Aftursvar til Leiv Hansen Í blaðgrein herfyri royndi eg at seta fram nakrar al­ mennar spurningar so­leið­ is, at Føroya fólk kundi fáa innlit í, hvussu teirra SEV- gjald verður søplað burtur av berum kleyvarskapi. Mín grein snúði seg mest um kleyvarskapin um olju­ dálkingina í Vági fyri jól í 2006. Eg hevði væntað, at stýris­formaðurin í SEV fór at koma við einum sak­lig­ um og greiðum svari, men so eiðasørt. Har kom einki fram, men bara enn ein stað­festing av, at Leivur og hans­ara alliansa einki sum helst vita um trupulleikar­ nar í SEV, men bara lata SEV-stjóran einsamallan koyra fe­lagsskapin enn longur út á eggina til óbóta­ ligan skaða fyri land og fólk. 1. Hví kunnu vit ikki fáa at vita, hvat oljudálkingin í Vági hevur kostað? Hvussu stórur er kostn­ aðurin av oljudálk­ing­ ini? Nevndar eru upp­ hæddir uppá 10 mió. krónur, men ber heldur ikki til at fáa svar uppá hetta? Hev­ur umboðs­ nevndin og streym­gjald­ arin heldur ikki krav uppá at fáa at vita hetta? 2. Hvussu ber tað til, at tá tað nú verður upplýst, at skaðin á oljutangan/ tanga­garðin longu kom í 1989, at hann ikki er um­vældur eftir for­skrift­ ini. Er hetta ikki eitt gott dømi um manglandi inn­ aneftirlit, sum júst meiri­ lutin í stýrinum kravdi, men bleiv frákoyrdur uppá? Innaneftirlitis­­skip­ anin var klár at seta í verk, tá meirilutin bleiv frákoyrdur! 3. Hvør hevur veitt trygd fyri, at oljutangin í Vági var í lagi? 4. Hvør hevði ábyrgdina av oljubunkringini nevnda dag? 5. Hvør hevði ábyrgdina av, at tangagarðurin kundi taka ímóti oljuni, um óhapp hendi? 6. Hvør hevði ábygdina av, at ventilurin í tanga­garði­ num stóð opin, meðan oljan varð latin í tangan? Burturforkláringin hjá Leivi um ein oljuútskilj­ ara hevur einki við veru­ leikan at gera. Spyr bara fakfólk um hetta! 7. Hvør hevði ábyrgdina av, at so stórar nøgdir av olju kundu renna út í Vágs­fjørð undir eini bunk­ring? Hvør hevði ábyrgdina av, at botnurin í tangagarðinum lak í eyri og seyri? 8. Hvussu stórar nøgdir av olju runnu burtur? Ella vita tit ikki, hvussu nógv varð pumpa úr skipi­num? 9. Hvussu nógv er náttúran skadd? Er tað so torført at fáa upplýst? Hesin av proffisón jour­ nalistur og nú SEV- stýris­formaður boðaði frá, at um hann fekk stuðul at standa á odda, so skuldi ruddast upp í SEV. Fyrst og fremst skuldi opin­leikin fram í hásæti. Men SEV bleiv ikki bara myrka­lagt einsamalt at Leivi, men so sanniliga eisini av almennu press­uni og spinndoktaranum hjá SEV-stjóranum. Pen­ ingur er ongantíð av­settur á fíggjarætlan­ ini til henda spinn­dokt­ ara, sum er komin ígjøgnum bak­dyrnar, tá ið Klæmint varð noyddur at trekkja seg í nevndini í Smyril Line. 10.Hvat kostar journalistur­ in og spinndoktarin Kári Durhuus árliga fyri el­felagið? Og hvussu stóra eykasamsýning fekk hann, tá ið meiri­ lutin í SEV stýrinum skuldi varp­ast til hús??? Eg kenni væl aftur skriv­ ingina hjá Leivi. Nú verður roynt at siga, at tað er synd at koma starvsfólkunum í SEV í ringt ljós. Tað hevur heldur ongantíð verið mín ætlan, og fari eg við hesum at afturvísa tí uppá tað kraftigasta, tí SEV hevur nógv sera dugnalig fólk í starvi, sum alt ov leingi hava arbeitt undir ótolandi og ómenniskjaslgium umstøðum, og tað fekk eg persónliga og frákoyrdi meirilutin eisini so sanni­ liga at kenna, tá ið teir vildu hava skipaði viður­ skifti í SEV. Eg havi ongantíð sett spurnartekin við starvs­ fólkini í SEV, men eg havi víst á, ferð eftir ferð, at tað er spinnandi galið í SEV- leiðsluni. Eingin nágreini­ lig fíggjarætlan er, eingin hevur eftirlit við peninga­ nýtsluni í SEV. Spyrt tú um hetta, so verður svarað, at tit skulu fáa alt á borðið, men tað kemur bara ikki. Bara burturforkláringar!!!! !!! Nú hevur Kappingar­ ráðið við tveimum dómum fingið rættindi at bróta hendan ónda múr, men mín sann um ikki landsstýris­ maðurin í vinnumálum aftur kom SEV til hjálpar við nýggju el-veitingar­ lógini. T.v.s., at nú er aftur bundið fyri posan. Tað sama verður galdandi – eitt myrkaspæl, sum er so óhugnaligt, at tú øtast! Eg fari enn einaferð at endurtaka, at Leivur Han­ sen er ein tann mest ryggleysi poltikari eg nakrantíð havi upplivað. Trygdin í SEV ein tikkandi bumba umboðsnevndarlimur í SEV Hans Tausen Olsen