Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-25, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. juni 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 119 - 25. juni 2007 13 viðmerkingar Stjórnarskipan Føroya Beint áðrenn tingið fór til hús setti tað eina sokallaða § 25 nevnd mannað við 10 ting­ monnum. Nevndin skal viðgera uppskotið frá stjórnarskipanar­ nevndini til nýggja stjórnar­ skipan fyri Føroyar. Hetta uppskotið er vorðið til aftan á drúgt og gott arbeiði í einum væl kvalifiseraðum arbeiðs­ bólki, sum eisini hevur havt tingmenn – í fleiri førum teir somu sum nú mannað § 25 nevndina – sum fylgibólk. Stjórnarskipanarnevndin hevur undir skiftandi formum og umstøðum arbeitt í mong ár, og framlagt síni álit ávegis. Endaliga álitið varð handað løgmanni í desember 2006, tað vil siga fyri nú hálvum ári síðani. Grundleggjandi er uppskotið sera gott, og um tað verður samtykt uttan tær stóru broytingarnar vil tað vera eitt dømi um eina nýmótans grundlóg, sum er betur enn tær flestu vit kenna frá øðrum londum. Spurningurin er bara, um ikki løgmaður og tingið hava ligið sjóvarfallið av sær. Løgmaður hevur súltað upp­ skotið í meira enn 5 mánaðar, áðrenn hann legði tað fyri tingið, og tá hann so endiliga ger tað er tað bert ein handan yvir til tingið við bøn um eina nýggja nevnd, sum kann súlta tað víðari. Vit vita, hvussu tingnevndir ofta arbeiða, tá summarfrítíðin er í hondum. Einki hendir. Í hesum førinum er talan um eitt uppskot, sum skal sam­ tykkjast av tveimum løgtingum og síðani sendast til góðkenn­ andi fólkaatkvøðu. Tað vil siga, at um § 25 nevndin ikki ger sítt arbeiði liðugt og leggur málið fyri tingið beint eftir ólavsøku í ár og tingið samtykkir upp­ skotið, so gongur eitt heilt valskeið, tað vil siga 4 ár, til málið aftur kann avgreiðast, uttan so at løgtingsval verður útskrivað í ótíð fyri endaliga at avgreiða málið. Hinvegin kann sigast, at málið hevur so stóran týdning, at tað kundi veri gjørt. Sum eg nevndi er uppskotið so gott, at løgmaður hevur syndað ótilgeviligt móti Føroya fólki við ikki at koma í tingið við uppskotinum fyrrenn í mei mánað. Lógarpartarnir um stjórnarskipan og rættindi skuldi full semja veri um. Møguliga kunnu onkrar broytingar gerast í orðingini um sjálva stýris­skip­ anina, men tað kann ikki taka langa tíð, aftaná tað drúgvu viðgerð alt hetta hevur fingið frammanundan. Einasta vónin, sum nú er eftir, er, at § 25 nevndin tekur seg saman og kemur til eina so breiða semju sum møguligt, og avgreiðir málið í august, tað vil siga áðrenn seinasta tingsetan í hesum valskeiðinum endar. Tað skyldar nevndin Føroya fólki. Føroyar eitt valdømi Samstundis sum løgmaður og tingmenn hava handfarið uppskotið um Stjórnarskipan Føroya sera jánkasliga og óproffessionelt, so trínur løgtingsformaðurin fram og kunngerð, at hann vil koma við einum uppskoti um eina koll­ velting av valskipan løgtingsins. Her sær út til, at einki er til hindurs fyri at arbeiða skjótt. Tær vikurnar, sum eru eftir frá ólavssøku til val verður útskrivað (í oktober/november?) skulu eftir øllum at døma nýtast til at umskipa fyrndargomlu skipanina av umboðan á løg­ tingið frá landinum øllum til eina kommunala valskipan, har alt fer í ein pott. Tað verður ført fram, at við eini tílíkar kommunuvalskipan fáa vit meira demokrati og samstundis minni av lokal­ politikki. Hetta er snøgt sagt nakað tvætl. Demokrati fært tú ikki meira av, um flokkarnir hava ein uppstillingarlista fyri alt landið. Tað einasta ein tryggjar er, at lutfallsliga býti av tingmonnum millum flokkarnar verður javnari. Men tað kann eisini gerast á annan hátt. Hetta havi eg skrivað fleiri greinir um fyrr. Men demokrati er ikki bara javnt býti. Demokrati er eisini, at fleiri sjónarmið hava møgu­ leika at koma framat. Um røddirnar úr summum pørtum av landinum skulu køvast “á heildarinnar altari”, so køvir tú eisini ein part av tí demo­krat­ isku skipanini. Tá verður heldur talan um meirilutadik­ta­tur. Síðani er tað hugtakið lokal­ politikkur. Hetta er gjørt til nakað ljótt. Sum at lokalpolitikk­ ur er nakað skaðiligt. Lokal­ politikkur valdast. Tú kanst arbeiða so nógv lokalt fyri eitt meginøki ella stórt øki við hjálp av nógvum umboðum grundað á stórt fólkatal, at tú køvir smærri økini. Hinvegin kanst tú arbeiða til frama fyri smærri øki og hjálpa teimum. Tað skaðar sjáldan størri økini ella heild­ina. Vanliga er tað til gagns fyri alla heildina. Eg kann ikki lata vera at hugsa um, at um Føroyar allar vóru eitt valdømi, til dømis líka síðani seinra heimsbardaga, hevði nógv verið øðrvísi. Vit høvdu tá neyvan havt alt tað vegasamband vit hava í dag. Nógvar havnir høvdu ikki verið útbygdar ella í heila tikið bygdar. Tunnlarnir í Suðuroynni og Norðoyggjum høvdu neyvan verið til Eingin nútímans Smyril hevði verið, bert fyri at takað nøkur dømi. Menningin av føroyska sam­ felagnum er farin fram í so gott sum øllum landinum, tí atlit stórt sæð hava verið tikin til allar partar av landinum. Við hvørt hevur nógv staðið á, men samanumtikið hevur skil valdað, tí politiska skipanin og umboð­ anin hevur havt eina nøkulunda rímuliga og javna tyngd. Latið ikki hetta avlagast við í óðum verkum at skerja demokratiið í breiðum týdningi. Skipan ella óskipan Jógvan Sundstein Meginfelag teirra Brekaðu, MBF fegnast um at Løg­ tingsins umboðsmaður hevur verið á eftirlitsvitjan í einum av sambýlunum í Føroyum. Tað er greitt ein styrki fyri trygdina hjá fólkunum sum búgva har, at ein óheftur stovnur kemur og ger kanningar, og kann gera eina meting um, um almenna tilboði til hesi fólkini er á einum støði sum er virðiligt. At frágreiðingin frá hesi eftirlitsvitjan so vísir, at her er nógv sum finnast kann at, sigur okkum, at brúk er fyri tílíkum vitjan­ um. Henda frágreiðing má skumpa undir politiska myndugleikan at fáa framt átøk, sum kunnu bøta um viðurskiftini hjá borgarum við breki í Føroyum. Fólk sum búgva á al­mennum stovnum, sam­ býlum ella øðrum líknandi bústovnum, eiga at hava somu rættindi í samfelag­ num eins og allir aðrir føroyingar. Vit kunnu t.d nevna, rættartrygd, sømu­ ligan bústað, rættin til privat lív, fíggjarliga trygd (rætt til fyritíðarpensjón,) rætt til heilsutænastur og so fr. Hetta eru ting sum næst­ an allir føroyingar halda verða eina sjálvfylgju í dag, men sum ikki er ein sjálvfylgja fyri hendan bólkin av fólki, sum býr undir vardum umstøðum. Millum annað staðfestir kanningin hjá løgtingsins umboðsmanni, at tað ganga nógv ár, har onki hendir fyri persónar, sum eru dømdir fyri lógarbrot. At ivamál er um hvør skal hava ábyrgd, Nærverkið ella leiðslan á sambýlinum, ella kanska onkur annar, við at hjálpa persónunum at taka so týðandi mál upp, sum tað er at sleppa av við ein dóm, ber brá av, at her mangla mannagongdir og lógarverk, sum kann geva einstaka borgaranum við breki trygd fyri rættvísari viðgerð á hesum økinum. Løgtingsins umboðs­ maður vísir eisini á, at tað valdar heilsufakligur ótryggleiki á sambýlinum. Hettar heldur MBF er átaluvert, tí tað er ein sann­ roynd, at nógv av búfólku­ num á stovnum og sam­ býlum hava álvarslig krops­ lig brek og tí má tryggjast at tað eru serkøn á heilsu­ fakliga økinum, ið hava ábyrgd og eftirlit við tí partinum. Fólk sum eru rørslutarn­ að, hava motorisk brek ella sum sita í koyristóli hava heilt annan tørv til hús enn onnur fysisk røsk fólk. Rørslutarnað fólk skulu og kunnu ikki búgva undir treytum, sum gera at tey blíva skerd frá samveru við onnur og tískil kunnu verða isoleraði. Tá sethús verða keypt til sambýlir sýnist tað sum um, at man frammanundan ikki hevur hugsa um, hvør ið skal húsast her. Henda frágreiðingin frá umboðs­ manninum undirbyggir okkara uppáhald um at so er. At sambýlið á Bónda­ heygi ikki hevur lyftu millum kjallaran og mið­ hæddina, somuleiðis at uttanumøkið er grusut og óslætt, prógvar bara, at eitt tílíkt húsakeyp ikki hevur tikið hædd fyri, hvør skal búgva har. Tíðin má verða komin til, at hús verða keypt ella bygd til enda­ málið, og at man hyggur eftir, hvør tørvurin er hjá tí einstaka sum skal búgva har, og so byggja ella keypa eftir tí tørvi, og ikki umvent. Fíggjarliga trygdin hjá fólkunum á sambýlunum er eftir hesi frágreiðing rímilig, tí hesi fáa fyri­ tíðarpensjón. Mann kann so altíð diskutera um upphæddirnar eru rími­ ligar. Fólk við breki sum búgva á bústovnum fáa ikki fyritíðarpensjón, og MBF metir, at tíðin eisini er komin til, at hesi fáa somu rættindi til pensjón, sum tey sum búgva í sambýlum. Eftirlitsvitjanin hjá umboðsmanninum gevur eina greiða ábending um, at ting eru sum mugu broytast. Henda fyrsta vitjanin eigur at fáa polit­ iska myndugleikan at gera ábøtur í lógarverkinum. Vónandi fer umboðs­mað­ urin á aðrar vitjanir, sum við tíðini vil gera, at fólk við breki kunnu verða tryggari, tí slíkar kanningar eiga at hækka støði á tænastum sum alment verða boðin til fólk við brekið. ST sáttmálin skal tryggja fólki við brekið sivil og politisk rættindi, eins og økonomisk, sosial og mentunarlig rættindi. MBF vónar, at hetta tiltakið hjá umboðsmann­i­ num kann skumpa undir arbeiði at seta ST sátt­ málan um rættindi teirra brekaðu í gildi í Føroyum. Ongin ivi er um, at tíðin er komin at gera álvara av arbeiðinum at endurskoða lógarverki sum skal verja borgaran við breki í Før­ oyum Vónandi fer arbeiðs­ bólkurin sum MBF hevur biðið løgmann um at seta, at verða settur skjótt, so at hesin kann fara til arbeiðis sum skjótast. Endamálið er at fáa før­ oyskt lógarverk broytt ella sett í verk so grundarlag verður fyri, at rættindi hjá brekaðum verða í tráð við ST sáttmálan. Átakið hjá Løgtingsins umboðsmanni er kærkomið Formaður í MBF Leila Solmunde