mánadagur 25. juni 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 119 - 25. juni 2007
Deymurin er rotin eftir
Føroya Banka søluna.
Ein gjøllig eftirmeting av
allari sølutilgongdini og
sjálvari søluni eigur nú at
verða gjørd og viðgjørd í
politiska landslagnum.
Til niðurstøðan frá
hesum er greið, eiga allar
aðrar ætlanir um ein
skiljingar at verða
steðgaðar
Tann ríki gjørdist ríkari og
harvið gjørdist munurin
ímillum lønartrælin og
alsamt sjónligaru nýggju
aðalstættina enn størri.
Hetta var eftir mínum tykki
høvuðsúrslitið eftir søluna
av Føroya Banka.
Ávísar kreftir megnaðu
at skapa eina so mikið
stóra yvirtekning av parta
brøvum, at løntakarin so at
siga ikki slapp at tekna seg
fyri nakrari nevniverdari
mongd av partabrøvum.
Men samstundis fingu
stjórarnir eyka løn av skatt
gjaldarans pengum uttan
eyka stríð og ein av stjóru
num slapp einsamallur at
tekna seg fyri 7 milliónum
í partapeningi. Nøkulunda
sama støða var galdandi
aðrastaðni í leiðslu
bankans.
Løntakarin, ið megnaði
at kroysta pengapungin so
mikið, at hann kundi seta
seg fyri 200 túsund krón
um, slapp ikki at seta seg
fyri meira enn 10 túsund
krónum í partapeningi.
Sama var galdandi fyri
tann, ið hevði megnað at
skavað sær 300 túsund
krónur saman.
Hvør avgjørdi hvat?
Hvussu bar tað so til, at
stjórarnir, beinan vegin
sluppu at seta heilt upp í 7
milliónir krónur í bankan.
Var tað tí, at teir vistu, at
parabrøvini vóru yvir
teknaði 26 ferðir og tí
kundi annar stjórin seta seg
fyri 181 milliónum, fyri til
endans at fáa 7. Ella vóru
onnur viðurskifti galdandi.
Sigi ikki at tað er so, men
spuringurin er áhugaverdur
at seta og mikið meira
áhugavert hevði verið at
fingið svar.
Nakrir politiskir spurn
ingar eru eisini at seta.
Tann størsti er sjálvsagt,
hvussu tað ber til, at van
liga fólkið ikki slapp at
keypa nakað nevnivert av
sínum egna banka, tá júst
hetta skuldi vera aðal
tátturin við valda
einskiljingarháttinum?
Hvussu ber tað til, at
ríkmaðurin sum herfyri
ósmæðið keypti landsstýris
mannin í fíggjarmálum,
uttan trupulleikar gjørdist
størsti eigarin av einskilda
bankanum? Hvønn leiklut
hevur landsstýrismaðurin,
sum upprunaliga fyrireik
aði søluna, seinni havt í
keypinum av bankanum.
Sigi ikki, at nakað sam
band er í hesum føri. Men
eisini hesin spurningurin er
áhugaverdur at seta og
mikið meira áhugavert
hevði verið at fingið greitt
og gjølligt svar.
Úr sama politiska flokki
er eisini ein tinglimur, ið
samstundis hevur leiðandi
leiklut sum nevnalimur í
Føroya Banka. Rokni ikki
við, at hesin hevur havt
nakran beinleiðis leiklut í
sambandi við søluna. Men
áhugavert hevði verið at
fingið hetta greitt og
greinað.
Óheppið stættabýti
Oman á allar hesar spurn
ingar ber kortini tíverri til
at staðfesta, at hendan
fyrsta veruliga privatiser
ingin hevur førkað før
oyska samfelagið nærri
einum ógvuliga óhepnum
stættarbýti. Hetta eigur
Javnaðarflokkurin ikki at
lata sær lynda. Og tí er tað,
at eg eftir at hava ráðført
meg við nøkur av fremstu
fólkunum í Javnaðarflokki
num mæli til, at allar
privatiseringar verða
steðgaðar meðan Føroya
Banka sølan verður eftir
mett og politiskt viðgjørd.
Vit kunnu gleðast um
framburð í samfelagnum,
men tíverri er tað soleiðis,
at í tíðum við ovurstórum
búskaparligum framburði,
eru tað nakrir fáir stórir
vinnarar, meðan nógv detta
niðurímillum orsakað av
ovurhøgum bústaðarprísum
og mongum øðrum
meirkostnaðum, ið fylgja
við at liva og virka í einum
samfelag, har búskapar
vøksturin er so stórur.
Tí er tað eisini ein
politisk avbjóðing – serliga
hjá einum javnaðarflokki –
at syrgja fyri, at allir sam
felagsins borgarar eiga lut í
búskaparvøkstrinum.
Føroyar eiga at vera eitt
samfelag fyri øll. Tí er
neyðugt at endurvinna
sterku sosialdemokratisku
hugsjónina, ið setur karr
ráða nýkapitalistiska rákið
skák mát.
www.john.fo
Nú kann í størri mun sig
ast, at føroyskir fjølmiðlar,
sum ikki tímdu at seta seg
inn í týdningarmikla
útlendingamálið og
opportunistiskir politik
arar, sum ynsktu at reka
politikk eftir kenslum
heldur enn eftir lógini, eru
við at vakna
Tað var gløggi og evna
ríki journalisturin Ralf
Pittelkow, sum segði, at:
”Viðurskiftini viðvíkjandi
innflytarum er mest týdn
ingarmikli spurningurin
fyri evropeiska samveldið,
men tað skilir seg frá
øðrum evnum, tí tað í fleiri
økjum í Evropu leingi
hevur verið tema, sum ikki
er egnað til eitt vanligt
demokratiskt orðaskifti”!
Hetta hevur eisini verið
galdandi fyri Føroyar, har
okkara loftmiðlar ikki hava
tíma ella havt vilja til at
seta seg inn í substansin í
málinum, og opportunist
iskir og kenslubornir
politikarar uttan mál og
mið hava funnist at, antin
óvitandi ella ímóti betri
vitan.
Tó skal sigast, at hesir
partar alt meiri hava fingið
eyguni upp fyri tí veru
leika, at ein útlendingur
kann koma til landið at
arbeiða, tí brúk er fyri
honum, faklærdur ella
ófaklærdur og ikki bara tí,
hann sjálvur ynskir at
koma.
Tikið lívið av óskilinum
Tá ið eg fyrst í 2004 kom
út í landsstýrið, og fekk
eyga á hvussu meinings
leyst, ólógliga og uttan
ábyrgd údlendingapoli
tikkurin um arbeiðs- og
uppihaldsloyvi var rikin,
bæði innan ítróttafólk og
ófakærd arbeiðsfólk
annars, var einki annað at
gera, enn at steðgað hesum
óskili, fyri ikki at siga hesi
óhumsku, tá hugsað verður
um eitt av fleiri dømum,
nevniliga hesir tiltiknu 17
tailendingarnir.
Ein og hvør landsstýris
maður hevði gjørt upp við
hetta óskil, at tað so varð
eg sum fekk hesa torføru
men ikki sørt áhugaverdu
uppgávu, gjørdist ein
veruleiki. Tað gjørdi ikki
uppgávuna lættari, at
arbeiðsloysið nú øktist ella
tók til.
Í bløðunum fyri kortum
segði Jacob Vestergaard,
landsstýrismaður, sum
gjørdist mín avloysari fyrst
í 2006, at vit hava nú,
“tikið lívið av óskilinum”,
men nøkur trupul mál lógu
framvegis, og legði afturat,
sum eg eri púra samdur við
honum í, at “tað verður
ikki gott, fyrrenn vit sjálvi
hava yvirtikið málið, men
tað er ikki aktuelt í hesari
samgonguni”.
Yvirtaka málið
Tað sigur seg sjálvt, at
kaosið verður størri av at
hava tvinnar partar í einum
so fløktum máli, sum øll
lond uttan um okkum,
meiri ella minni eru komin
illa fyri av. Tað ber ikki til,
at hava tvinnar partar, sum
hvør skyldar uppá annan, tí
verður neyðugt við eini
yvirtøku. Fyrr, jú betri.
Sambandflokkurin hevur
mótmælt eini yvirtøku av
hesum máli frá fyrsta degi.
Nú einki arbeiðsloysi er,
men fyritøkur tørva
arbeiðsmegi í stórum, eiga
vit at lata meiri upp fyri tí
arbeiðsmegi, vit hava brúk
fyri. Hetta eigur at verða
gjørt við neyvum skili, við
ábyrgd, liðiligt og prakt
iskt, so søgan ikki endur
tekur seg.
Vit hava eisini lagt til
merkis, nú formaðurin í
Fiskimannafelagnum, Jan
Højgaard, rópar varskóð, at
vit ídag hava útlendskar
fiskimenn har hvørki
arbeiðs- ella uppihalds
loyvi eru í lagi, og at hesir
eru undirløntir. Hetta er ein
álvarssøk, sum eigur at
verða fingin uppá pláss
sum skjótast.
Men samanumtikið er
gleðiligt, at nú í størri mun
kann sigast, at føroyskir
fjølmiðlar, sum ikki tímdu
at seta seg inn í týdningar
mikla útlendingamálið og
enntá blandaðu spurningin
um flóttafólk uppí, hóðast
tað er heilt annað mál, og
opportunistiskir politikarar,
sum ynsktu at reka politikk
eftir kenslum heldur enn
eftir lógini, eru við at
vakna.
Náttúruvanlukkan
heldur ótarnað fram
millum Stong og
Eystnes
Afturkomin úr Íslandi, har eg havi verið á fundi hjá
Útnorðurráðnum, sum var hildin í Húsavík, var eg í
gjár eygnavitni til, at ein bátur, fullur av móru frá
Oyrareingjum legði seg tvøran av streyminum
millum Stong og Eystnes og slepti hundraðtals
tonsum av móru í havið, og eg hugsaði, hvussu nógv
smákykt og livandi verður í havinum, doyggja fyri
hvørja last?
Tá vit so vita, at loyvi er givið til at søkkja millum
75.000 og 150.000 m3 av móru, er talan um eina
náttúruvanlukku, tí næstu ferð eru onnur smákykt og
livandi verður á staðnum, antin á veg norðureftir ella
suðureftir við streyminum.
Eg fari at loyva mær at spyrja Heilsufrøðiligu
Starvstovuna, hvussu nógv smákykt, livandi verður
og fiskayngul drepa hesi uml. 100.000 m3 av móru
frá Oyrareingjum, sum vera slept í havið millum
Stong og Eystnes?
Tilfarið er reint
Í skrivi frá Heilsufrøðiligu Starvstovuni, verður víst
á, at kanningarnar vísa, at talan er um reint tilfar, tað
er rein móra og tí óskaðilig at dumpa í havi
eystanfyri.
Eg kom at hugsa um tvinnar náttúruvanlukkur í
Íslandi fyri nøkrum árum síðani, tá skalvur leyp
oman yvir tvinnar bygdir og legði tær fyri ein stóran
part í oyði. Tá allir føroyingar føldu samkenslu við
hesum bygdum sum vanlukkan hevði rakt, átóku vit
okkum at hjálpa teimum fíggjarliga, við at byggja tær
upp aftur, og tøkk skulu allir føroyingar hava fyri tað.
Men skaðin hendi ikki av tí at kavin var so skitin,
men tí bygdirnar fingu skalvin oman yvir seg.
Líknandi vanlukka hendir nú dagliga fyri alt lív í
havinum, sum ferðast við streyminum millum Stong
og Eystnes, og eg fari tí hervið at heita á allar
avvarðandi stovnar og myndugleikar um at fáa steðga
hesi vanlukku meðan tíð er.
Reint havumhvørvi
Eg fegnist um, at í dag er øllum skipum álagt onki at
tveita í havið, men taka alt burturkast við sær til
lands, har kommunurnar hava serstaka móttøku
skipan fyri avfallið frá skipum og bátum og tað er
gott.
Men um somu tíð sum myndugleikarnir gera tað
ólógligt hjá skipum at tveita sjálvt tað minsta tingið
yvir borð, so geva teir loyvi til nakað so óskiljandi
sum at søkkja millum 75.000 og 150.000 m3 av móru
á einum av teimum mest sárbæru havlívsfrøðisligu
støðunum í Føroyum.
Avgerðin reisir nógvar spurningar.
Avgerðin hjá Heilsufrøðiligu Starvstovuni reisir tí
nógvar spurningar t.d.
Tá tilfarið er so reint, hví verður tað so ikki tikið
uppá land og brúkt uppi á landi?
Tá tilfarið var skaðiligt fyri hummaraveiðuna á
Tangafirði, hví er tað so ikki skaðiligt fyri
fiskiskapin og djóralívið eystanfyri og í fjørðinum?
Tá tilfarið er so reint, hví vóru so Landsverk og
Fiskimálaráðið ímóti at aftursøkkja tilfarið á 15-20
metra dýpi inni á Kollafirði?
Hesir spurningar eru áhugaverdir at fáa svaraðar,
men tað altavgerandi er, at vanlukkan fyri alt
djóralívið í okkara havumhvørvi verður steðga,
ongantíð ov skjótt, og rokni eg við, at Heilsufrøðiliga
Starvsstovan kennir ábyrgd nú eins og hon plagar og
steðgar hesi aftursøkking.
løgtingsmaður og
fyrrv. landsstýrismaður
í útlendingamálum
Jógvan við
Keldu
Sambandstingmadur
Alfred
Olsen
Tinglimur fyri
Javnaðarflokkin
John
Johannessen
Sølan stinkar
Tað tekur tíð at fáa útlendingamálið loyst
viðmerkingar