mánadagur 25. juni 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 119 - 25. juni 2007
15
Andlát og jarðarferðir
nøvn
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Borgný Steinvør Petersen, fødd Johannesen,
ættað av Sandi, búsitandi í Skanderborg andaðist
22. juni á Silkeborg Sjúkrahúsi, 61 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Skanderup kirke týsdagin
26. juni kl. 11.
Magnus Egholm, ættaður úr Hvalvík, búsitandi í
Havn, andaðist á Landssjúkrahúsinum leygardagin
23. juni 82 ára gamal. Bønarhald verður í Vestur
kirkjuni týsdagin 26. juni kl. 18. Jarðarferðin verð
ur lýst seinri.
Leivur Høgnesen av Argjum andaðist fríggjadagin
22. juni á Pleygudeildini í Havn, 71 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Argja kirkju í dag kl.14.00.
Hans Jacobsen, vanliga nevndur Hans hjá Simonu,
ættaður úr Hvalba, andaðist á Suðuroyar Ellis- og
Røktarheimi leygardagin 23. juni, 87 ára gamal.
Farið verður úr kapellinum mikukvøldið kl. 18. Jarð
arferðin verður úr Hvalbiar kirkju hósdagin kl. 13.
Jógvan Petersen, Tórshavn, fer til gravar úr
Havnar kirkju mikudagin klokkan 13. Bønarhald
verður í Havnar kirkju týsdagin klokkan 18.
Jutta Hansen, Fuglafirði, ættað úr Klaksvík,
andaðist á Klaksvíkar Sjúkrahúsi leygardagin, 84
ára gomul. Farið verður úr kapellinum á Klaksvíkar
sjúrkshúsi týsdagin klokkan 17. Jarðarferðin verður
mikudagin klokkan 14 úr Fuglafjarðar kirkju.
Anna Simonsen, Tórshavn, andaðist á Lágargarði,
leygardagin, 23. juni, 77 ára gomul. Jarðarferðin
verður kunngjørd seinni.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
26. juni. Pelagius, deyður umleið ár 925. Ein 10 ár
gamal drongur, sum varð tikin av døgum, tá ið maurar
ráddu í Spania.
Prógv
Hósdagin 21. juni fekk Jutta S. Linklett, Fuglafjørður,
prógv sum Damuskraddari frá Alexandra-Skolen í
Frederikshavn.
Jóannes Dalsgaard, sum hevur verið
deildarstjóri í Mentamálaráðnum sein
astu skjótt 10 árini, fer nú frá vegna
aldur. Í hesum sambandi verður søkt
eftir nýggjum deildarstjóra.
Jóannes Dalsgaard hevur farnu 10
árini starvast sum deildarstjóri í
Mentamálaráðnum, har hann hevur
havt ábyrgd av hægri útbúgvingum,
gransking og mentan. Jóannes, sum er
cand. mag. í søgu og fronskum og
doktari í søgu, tók við starvinum sum
deildarstjóri 1. januar 1998, tá ið
Mentamáladeildin í Tinganesi og
Landsskúlafyrisitingin formliga vórðu
lagdar saman til táverandi Undirvís
ingar- og Mentamálastýrið, ið seinni
skifti navn til Mentamálaráðið.
Jóannes hevur verið sera virkin á
sínum ábyrgdarøki, har nógvar broyt
ingar eru framdar í hansara tíð. Eitt
nú kann nevnast lóggávan um Mentan
argrunn Landsins, Tjóðpall Føroya og
lógin um stuðul til mentan og list,
samanlegging av SvF og ÚF í
Kringvarp Føroya, sum eisini fekk
eina nýggja og nýtímans kringvarpslóg
o.m.a. Harumframt hevur Jóannes
verið sera virkin í tí norðurlendska
samstarvinum,
har
hann
hevur
umboðað Føroyar í fleiri norðurlendsk
um serfrøðinganevndum, eitt nú í vís
mannabólki norðurlendska ráðharra
ráðsins,
norðurlendska
mentanar
grunninum og í embætismannanevnd
ini fyri norðurlendskt mentanarsam
starv. Jóannes hevur eisini umboðað
Føroyar í samráðingum við onnur
lond, og leiddi hann eitt nú tær sam
ráðingar við svenskar myndugleikar,
sum endaðu við, at Kongsbókin við
Seyðabrævinum varð latin Føroyum
aftur. Jóannes hevur eisini, samstundis
sum hann hevur verið deildarstjóri, í
avmarkaðum tíðarskeiðum røkt størv
ini sum ávikavist settur landsskjala
vørður og settur landsantikvarur.
Undan starvinum í Mentamála
ráðnum var Jóannes landsskjalavørður,
rektari, deildarstjóri og lærari. Jóannes
hevur verið í almennari tænastu í
skjótt 40 ár. Tað er ein trúgvur og
dugnaligur embætismaður, ið nú
leggur frá sær.
Jóannes Dalsgaard fer úr starvi tann
31. august, og Mentamálaráðið fer nú
at lýsa starvið hjá Jóannesi leyst.
Deildarstjóri leggur frá sær
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at kæri pápi, verpápi og abbi okkara
Hans Mortensen
Sørvági
andaðist á Landssjúkrahúsinum 22. juni,
79 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Kedron mikudagin kl. 13.30.
Familjunnar vegna
Herluf, Robert, Marner, Petur Arni og Jonna
Tann 15. juni hevði Kristina Hansen
30 ára starvsdag sum reingerðarfólk
hjá Advokatskrivstovuni, Fr. Peter
sensgøta 9.
Kristina byrjaði sum reingerðarfólk í
1977, tá ið skrivstovan helt til í Niels
Winthersgøtu
7.
Seinni
flutti
skrivstovan út í Fr. Petersensgøtu, og
hevur
Kristina
alla
hesa
tíð
samvitskufult og trúfast arbeitt og
røkt sínar skyldur í samfull 30 ár.
Kristina er fødd og uppvaksin á
Strondum. Hon giftist við Hans
Christian Hansen av Toftum, og búsett
ust tey í J. Paturssonargøtu í Havn.
Vit takka Kristinu fyri góða og
trúgva tænastu.
Starvsfólkini
30 ára starvsdagur
Lesið Sosialin - so eru tit við