mánadagur 25. juni 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 119 - 25. juni 2007
17
tíðindi
Í mars mánaði í
fjør kom eldur í
gávubúðina »Malla«
í Fuglafirði. Fyrr í
mánaðinum lat hon
upp aftur, hesaferð
á Kambsdali. – Fólk
hava allatíðina spurt
meg, um og nær eg
fór at lata upp aftur.
Tað havi eg so gjørt
nú, sigur 39 ára gamla
Bjørg Gøtuskeggi
Handil
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Kambsdalur: Enn sæst
einki prangandi skelti sum
sigur frá, hvar nýggja gávu
búðin hjá Bjørg liggur.
Hetta hevur fyri sovítt
heldur ikki verið neyðugt.
Nógv fólk hava longu verið
inni og keypt, hóast tað bert
eru farnar tvær vikur síðani
hon lat upp aftur.
– Tað vísir seg, at tað er
stórur tørvur á eini slíkari
gávubúð, sigur Bjørg.
Gávubúðin á Kambsdali
er kallað upp eftir dóttir
hennara Malla. Tað var upp
runaliga Laila Solmunde
sum kom við hesum navni
num.
Tað eru kortini tey sum
halda, at handilin er kallað
ur upp eftir eigaranum, og
at tað tí er Bjørg sum eitur
Malla.
Og øvugt!
– Ja, dóttir mín segði ein
dagin, at nú kalla tey seg
fyri Bjørg og meg fyri
Malla, sigur Bjørg við ein
um brosi.
Frá munni til munn
Nú Bjørg lat upp nýggja
handil sín á Kambsdali er
helst rættari at siga, at hon
lat handilin upp av nýggj
um.
Hon byrjaði við handli
num Malla í Fuglafirði, og
hevði helst hildið fram har
eina tíð aftrat, um ikki tað
ræðuliga hendi, at eldur
kom í og alt brann niður í
handlinum.
Hon gavst tá við handli
num, men bert eina stutta
tíð. Tá hesi 200 fermetrar
stóru húsini á Kambsdali
skuldu byggjast, setti hon
gott pláss av til eina gávu
búð eisini.
– Hóast eg ikki enn havi
gjørt nakað burtur úr hesum
nýggja handlinum, fylgja
fólk væl við. Her hava
longu verið nógv fólk inni,
hóast eg ikki havi lýst nakað
enn, sigur Bjørg, sum her
fyri aftur gjørdist mamma.
Ístaðin fyri gamla hand
ilin, hevur hon nú fingið
sera góðar og ljósar umstøð
ur í handlinum.
Hevur onkur kundi har
aftrat hug at taka sól, ber
tað eisini til, tí Bjørg hevur
eisin solarium í húsum sín
um.
Úr fjarskotnum
londum
Tá Bjørg hevði handilin í
Fuglafirði gjørdi hon alt
fyri at hava tær vørurnar,
sum fólk ynsktu at hava.
Hesar royndirnar hevur
hon tikið við sær út á
Kambsdal, tí her eru nógvar
av somu vørunum at finna.
Hóast hølini ikki eru av
teimum størstu, finst her
gávulutir og brúkslist av øll
um hugsandi slagi: Myndir,
spegl, stakar, møblar og
mangt annað. Lutirnir koma
m.a. úr so fjarskotnum lond
um sum Vietnam, Mexico
og Kina.
– Tað vísir seg, at tað er
slíkt sum fólki dámar. Hetta
er serstakt, smart og hugna
ligt. Ja, tey eru faktisk púra
sjúk eftir hesum, slær Bjørg
fast.
Hennara roynd er, at fólki
dámar sera væl at hugna
um heima við hús og tá er
tað, sum Bjørg hevur at
bjóða fram væl umtókt mill
um fólk.
Stórur tørvur á
smáum gávubúðum
Nógvar slíkar gávubúðir hava sæð dagsins
ljós tey seinnu árini, bæði á størri og
smærri plássum.
Ein slík finst t.d. á Streymnesi og
herfyri lat ein upp í Vestmanna. Sjálvur
heldur Bjørg at gávubúðirnar nøkta ein
tørv hjá fólki.
Hon hevur sjálv eitt ávíst samstarv við
gávubúðina LI-WI í Streymnesi, og er
sannførd um at gávubúðirnar eru komnar
fyri at verða.
Neyðugt er kortini alla tíðina at fylgja
við í tí, sum er á marknaðinum. Hon fer tí
seinni í summar á eina messu, har gópurin
av gávulutum verða at síggja.
- Eg ætli mær at gera eitt sindur meiri
burtur úr lampunum. So tað verða tær sum
eg fari at hyggja mest eftir á messuni.
- Hinvegin, so eru hesar vørurnar ikki
millum tær bíligastu. Men tað vísir seg
tíbetur, at fólk keypa tær allíkavæl, slær
Bjørg fast.
Um vikuskiftið
verður Fuglafjørður
vertur fyri varma
keldustevnuna. Í
hesum blaðnum og
teimum komandi fara
vit at hitta fólk í
bygdini. Her kemur
fyrsta samrøðan.
Ímorgin hitta vit Ritu
Larsen, sum í farna
mánaði lat upp
plantusølu í
Fuglafirði.
Dýrt, men gott
Dóttir mín segði
ein dagin, at nú
kalla tey seg fyri
Bjørg og meg fyri
Malla
Úrvalið hjá Bjørg er fjølbroytt
og kemur úr so fjarskotnum
londum sum Vietnam
og Mexico. - Tað kostar
sjálvandi, men fólk keypa tað
kortini, sigur hon
Mynd: Jens Kr. Vang
Hesar vørurnar eru
ikki millum tær
bíligastu. Men tað
vísir seg tíbetur,
at fólk keypa tær
kortini