Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-25, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. juni 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 119 - 25. juni 2007 tíðindi Tað er so hugnaligt her á Slættanesi henda dagin. Fólk er í bygdini og tað rýkur úr tí eina húsinum. – Hetta er júst so sum tað var í gamle dage, sigur Ása Rasmussen, sum livdi síni fyrstu barnaár í hesi av­toftaðu bygdini Bygdarlív Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Slættanes: Hetta er ein av teimum frálíku døgunum í mai mánaði. Sólin skínur oman og niðan yvir fólk og fæ. Tað sæst millum húsini, men tað er eisini alt. Út­sýn­ ið yvir Vestmannasund kundi annars verið so gott og so vakurt. Í dag er polla­ mjørki, stilli og einki sýni. Bygdin hevur verið av­toftað í meiri enn 40 ár. Í dag er kortini lív í tí eina hús­inum, nú Ása og mað­ur­ in eru farin higar at ferðast. Slættanes upplivdi ongan­ tíð at fáa streymveiting, og tí má ein taka fyrilit fyri tí, um ein ætlar sær higar. – Vit hava ikki anilsi av, hvat er hent í verðini, síðani vit komu higar í gjár­kvøld­ ið. – Her er jú eingin streym­ ur, og tí ber ikki til at lurta eftir útvarpinum ella hyggja í sjónvarpið, sigur Ása. Í so máta er lítil munur á barnaárum hennara undir krígnum og støðuni í mai mánaði 2007! Til Sandavágs Fólkatalið á Slættanesi hevur verið rættiliga skift­ andi øll árini, síðani tey fyrstu niðursetufólkini fluttu higar í 1835. Ein orsøkin til at fólk valdu at búseta seg her var uttan iva hon, at væl lá fyri at velta upp úr nýggjum. Tað skuldu tó ganga heili fimm ár, áðrenn fyrstu niður­setufólkini fingu nýggj­ar grannar. Góð 100 ár seinni var einki sum bendi á, at hesi bygdini ikki fór at verða lív lagað: Við krígsbyrjan var fólkatalið nevniliga av tí allarmesta, - í 1940 búðu so mong sum 75 fólk í bygd­ ini. Hetta merkti sjálvandi aftur tað, at trivnaður var her, nóg mikið var at takast við hjá øllum og millum húsini spældu nógv børn. Ein dagin í 1941 varð eitt gentubarn borið í heim og fekk navnið Ása. Sjálv minnist Ása ikki nógv frá barnaárum sínum á Slættanesi, tí longu sum átta ára gomul flutti familja hennara av bygdini og til Sandavágs. Pápin var sjómaður og tað vóru fleiri av brøðrum hennara eisini. Teir flestu sigldu í stóran mun við skip­ um úr Sandavági. – Tað var líkasum lættari og høgligari at flyta hagar, tá teir kortini vóru við skipum úr bygdini, greiðir Ása frá. Sum onnur børn Fyrstu árini í lívinum hjá Ásu vóru sum vera man merkt av, at seinni heims­ bar­dagi herjaði. Men børnini á Slættanesi merktu ikki so nógv til kríggið. Slættanes var teirra heimur, teirra veruleiki og tað, ið alt snúði seg um. Tað er helst so sum Ása tekur til: - Umheimin hugs­ aðu vit ikki so nógv um, hóast Vestmanna lá beint hinumegin sundið. Tað bar jú eisini til at ganga allan vegin til Sandavágs og aðrar bygdir í Vágum. Hon minnist væl, at menn­ inir úr bygdini plagdu at fara yvir um sundið til Vest­ manna at keypa inn. Eftir tað komu teir aftur við vør­ uni, millum annað stórum dunkum av siroppi. – Men vit, børnini, – vit vóru ongastaðni, minnist Ása. – Hóast vit bara vóru nøk­ ur fá børn, haldi eg, at vit høvdu tað akkurát líka so gott og líka so stuttligt sum børn aðrastaðni í Føroyum! Lakress og sápa Hinvegin so var sjálvandi neyðugt hjá teimum at fara av bygdini við millum­bil­ um. Tá børnini onkutíð fóru av bygdini, so kundi tað til dømis vera í lækna­ørind­ um. – Eg minnist einaferð, at ein drongur var farin til oyra­lækna í Vestmanna. Tað tosaðu vit nógv um, sigur hon. Á Slættanesi var ein hand­ il um hetta mundið, og har kundi bygdarfólkið fara til handils at keypa nakað av tí, sum tey skuldu brúka til húsarhaldið. Sjálv minnist Ása at ein kundi keypa lakress í hesum handlinum. – Eg varð ofta send til hand­ils at keypa tær vanligu vørurnar til húsarhaldið, mill­um annað sápu, soda og mjøl. Ása fór eisini í 1. flokk í Slættanes skúla – nakað, hon ikki er so fegin um í dag. – Ein annar drongur her fór í skúla tá, og eg vildi bara sleppa í skúla. – Eg helt, at tað ljóðaði so øgiliga spennandi at fara í skúla. Men tja, eg veit ikki, eg havi angrað tað rest­ ina av lívinum, sigur hon við einum brosi. Tann gamla farleiðin Tá fólkatalið var uppá tað allar mesta, búðu eini 75 fólk á Slættanesi, sam­stund­ is sum tað vóru 12 hús. Tey seinastu fólkini fluttu av bygd­ini á heysti 1964. Barnaheimið hjá Ásu finst ikki longur. Bert toft­ irnar av teirri longu lonini eru at síggja. Tey kundu tí ikki at búgva í barnaheimi hennara, men eini onnur hús vórðu leigað til enda­ málið. – Eg havi sjálvandi verið her úti av og á. Vit plaga at læna hesi húsini viðhvørt, og sova so her eina nátt ella vit bara steðga ein dag. – Slættanes eitt gott stað, eingin ivi um tað. Mær hev­ ur altíð dámað væl at komið aftur higar. – Eg haldi, at tað er ser­ liga tá ein gerst eldri, at ein sær hvussu gott ein hevði tað her. Tey vóru komin higar kvøldið fyri við bátinum »Ólavur« úr Vestmanna og sum er tann gamli postbát­ urin í økinum. Tað var eisini hann, sum skuldi koma eftir teimum henda seinna­part­ in. – Vit halda, at tað er so deiligt at sigla við honum. Teir duga so væl at mane­ rera. Slættanes var okk