Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-25, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. juni 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 119 - 25. juni 2007 19 tíðindi kara heimur Svimjihyl og ferða­ samband Nógv hevur verið gjørt fyri at leggja lunnar und­ ir eina menning av Slætta­ nesi. Í 1934 varð millum annað uppskot lagt fyri tingið, um at fáa studning til gerð av svimjihyli her. Men gott ferðasamband mundi kortini vera tað, sum lá fólki fremst í huga. Á heysti í 1942 vendi lærarin í bygdini, Napol­ eon Petersen sær aftur til løgtingið við áheitan um at fáa sjóvegis postsam­ band. Hann vísti millum annað á, at bygdin lá langt frá øðrum bygdum í oynni, og bert hálvan tíma úr Vestmanna. Hansara uppskot var, at motorbáturin »Ólavur« kundi røkta henda post­ flutningin. Hann røkti frammanundan rutuna millum Vestmanna og Fútaklett og Kvívík, og kundi tí gott tikið Slætta­ nes við. Smiril, sum sigldi frá Sørvági til Vest­ manna kundi eisini lagt at á Slættanesi, um hann hevði góðs við ella visti av góðsi. Undirtøka fekst kortini ikki fyri hesum upp­skot­ um, uttan so at sagt varð, at Smyril kundi steðga fyri Slættanes-bygd um skip­arin helt at líkindi vóru til tess. Innrás av fólki Tá Ása og fylgi hennara kom til Slættanes hetta vakra mánakvøldið í mai mánaði, var tað fyrsta tey gjørdu at kynda og fáa hita í húsið. Streymveiting er jú ikki í bygdini. Tað tók sína tíð at fáa húsið heitt, tí so long tíð er gingin, síðani nakar var her sein­ ast. – Tá vit so høvdu fingið okkum ein drekka­ munn fóru vit út at ganga okkum ein túr niðan eftir vegnum. – Eg veit ikki, tíðin gongur altíð so skjótt tá ein ferðast soleiðis úti í náttúruni, sigur hon. Tá tey vaknaðu morgunin eftir gekk ein maður í bygdini. So stillisliga gongur alt fyri seg her, at tey høvdu ikki minst varhugan av, at hann var komin til gongu av Vatnsoyrum. Seint seinnapartin kom kortini broyting í, tí tað gjørdist nærum ein innrás av fólki – sløkkiliðsmonnum, tíðindafólki, borgar­stjór­ um og tyrluni hjá Atlantsflogi, sum øll vóru við í eini stórari bjargingarroynd. Men tá komið var út á kvøldið fór alt fólk­ ið av bygdini. Aftur lá hon manntóm, inntil næstu ferða­ fólkini koma higar! ” Eg minnist einaferð, at ein drongur var farin til oyralækna í Vestmanna. Tað tosaðu vit nógv um ” Vit hava ikki anilsi av, hvat er hent í verðini, síðani vit komu higar í gjárkvøldið – Tað er altíð gott at koma aftur á slóðina. Higani havi eg mong góð minni, sigur Ása Rasmussen Mynd: Jens Kr. Vang Longu í 1941 og 1942 varð roynt at fáa regluligan postflutning til Slættanesar. Ein maidag í 2007 legi postbáturin Ólavur við bryggju í bygdini – júst sum í gomlum døgum. – Teir duga so væl at manerera, sigur Ása Rasmussen Mynd: Jens Kr. Vang