Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-25, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. juni 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 119 - 25. juni 2007 tíðindi Tónleikurin fylti hjørtuni Tónleikurin frá Ablaze, No Refund, Forgery, Crawling Blue, Side Effect, Brandur Enni, Teitur, Eyðun Nolsøe og John Lawton v/Deiggj fylti hjarta á mongum, mitt í hjartanum á Tvøroyri á økinum har útihandilin hjá konguliga einahandli­ num kom í 1836. Frásøgn Maud Næs og Tjóðhild Patursson Myndir: Ólavur Frederiksen, faroephoto.com Veðrið var frálíkt festi­val­ veður, turt og lýtt. Spell var tó fyri teir fyrstu bólkarnar, at ikki fleiri áhoyrarar vóru. Økið fyltist ikki fyrr enn teir síðstu tímarnar, ivaleyst tí fleiri tiltøk vóru samstundis. So­ si­alurin spurdi nógv fólk, hvat tey hildi um Jóan­ søkufestivalin og áhoyr­ar­ arnar tykjast eftir øllum at døma, at vera sera væl nøgdur við tiltakið. Jákup Magnussen var frásøgumaður og Pauli Einarsson frá Tvøroyra bý­ ráð setti Jóansøku­festival­ in Lokal byrjan kl. 18.15. Teir tríggir fyrstu bólkarnar, ið allir vóru úr Suðuroynni, høvdu bara 15 minuttir í part. Ablaze var fyrsti bólk­ urin á Jóansøku­festivali­ num og legði fyri við egnum løgum. Bólkurin er av Tvøroyri og byrjaði í august 2006. Sólfríð Bech, ið hevur sungi til ársins songrødd og líknandi til­ tøk, er sangari hjá Ablaze. Tey spæla alt fra hørðum rocki til bleytan rock og eru íblást av Audio Slave. Ablaze hava annars spælt til dans og hava hita upp fyri Týr. No Refund spældi aftaná. Bólkurin ger eisini síni egnu løg og Herman Chris­ tiansen og Sigmund Strøm hava skrivað tekstirnir. No Refund hava spælt saman í tvey ár. Sunrid Kærbech er sangari og kom við í bólkin fyrr í ár. No Refound eru íblást av ymiskum, alt frá metal og yvir til popp rock. – Tað er keðiligt, at til­ tøkini á Jóansøku ikki eru betur samskipaði, tí tað sigur seg sjálvt, at tá fót­ bólturin liggur samstundis, sum vit koma á pallin, so er áskoðarafjøldin hareftir. Tað er ikki rætt, tað átti at verið øðrvísi, sigur Sig­ mund Strøm”. Síðan kom Forgery á pall. Teir spæla eisini egin løg. Bólkurin byrjaði fyri tveimum árum síðani, men hevur eini fýra ára fram­ manundan spælt saman sum Pikatchu. Teir hava spælt mest til dans. Teir vóru til Global Battle Of The Bands, sum teir hildu vera spennandi tiltak. – Men sjálvandi komu vit ikki víðari í Fuglafirði, har 50 % av atkvøðunum komu frá áskoðarunum, sigur Jens Arni Leo, sang­ ari í Forgery. Ring uppmøting, góður stemningur Crawling Blue fór síðan á pallin. Hvat er at siga um Crawling Blue. Teir eru altíð góðir. Tað er ikki nógv annað at siga. Góð konsert, góður stemningur, men alt ov fá fólk. Hetta var ikki nógv frægari tá Side Effect um kl. 20 fór á pallin. Fá fólk vóru komin og tað var enn ljóst úti. Teir sóu ógvuliga mál­ plaseraðir út: manfólk við svørtum hári, svørtum klæð­um og sminku, ímill­ um heldur litfagra og popp­ uta festivalfólkið. Sang­­arin stóð á pallinum í sólbrill­ um, og sang og dansaði fyri áskoðarunum, ið royndu at halda hitan úti í føroyska gráa og kalda summar­veðrinum. Teir hava ment seg ótrú­ liga nógv síðan prixið. Tað var ótrúligt, at teir kláraðu at fáa fólkið upp at koyra undir teimum umstøðunum teir spældu undir. Tey ungu stóu heilt frammi við pall­ in, og, sum sangarin tók til, flippaðu út. Tey eldru stóðu og goymdu seg í bak­ grund­ini, og vildu ikki heilt viðganga at teimum dámdi hendan flipputa tek­ no­tónleikin. Nýtt og gott frá Brandi Brandur Enni átti heiðurin, at fara á pall eftir Side Effect. Røddin var ikki í sínum besta formi, men tað vóru nýggju sangirnir har­ afturímóti. Brandur hevur gjørt sera stór framstig, hetta árið hann hevur verið í Svørríki, og vónandi fara vit at hoyra meira til hann her í Føroyum komandi tíðina. Tað merktiskt týðiliga, at Brandur var á heimavølli. Hann prátaði við fólk, og fekk veruligt samband við áhoyrararnar. Brandur fram­ John Lawton vísti, at røddin var eins góð, sum tá hann gav fløgur út við Uriah Heep Brandur Enni og bróðurin Tróndur spældu góðu nýggju løgini hjá Brandi og onkran klassikara