Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-25, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. juni 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 119 - 25. juni 2007 21 tíðindi ­førdi sera nógv nýggj og spennandi løg, men spældi eisini eitt sindur av sínum gamla. Millum annað fram­ førdi hann Waiting In The Moonlight. Eg má siga, at eg krimpaði tær, tá ið hann byrjaði. Mundi hann fara at megna at syngja sangin, uttan at fella aftur í gomlu rolluna sum barna popp­ idol; rolluna sum hann í fleiri ár hevur stríðst fyri at sleppa burturúr? Hann spældi eina heldur øðrvísi og friðarliga útgávu av sanginum. Fólk sungu við. Øll framførslan var akust­ isk, og tað skapti ein sera góðan stemning. Fram­før­ slan gekk sera væl. Hevði hann sungið sama sangin fyri bert einum ári síðani, hevði tað ikki kunna gingið annað enn galið. Fyri meg var góða framførslan av tí sanginum prógvið – barna­ stjórnan er veruliga vorðin vaksin, og hevur góðtikið, at hann fyri summi altíð fer at vera Moonlight; men veit eisini, at hann hevur møguleikan og evnini til at vera so nógv meira. Við Teiti í morgunball Festivaløkið, ið sum heild hevði verið eitt sindur ov tómligt, byrjaði so smátt at fyllast við fólki. Tá ið Teitur byrjaði at spæla, legði tað seg ein løgin morg­unball- stemningur yvir fólki. Festi­valøkið føldist sum eitt stórt, gott morgunball. Sangirnir hjá Teiti vóru ógvuliga “down on earth”, og hann dugdi sera væl at skemta við áskoð­arunum. Hvat skal man siga? Hann er bara Teitur… Í einum lagi, fekk hann Una Debess upp at spæla guitar saman við sær, og man hugsaði… hvussu ber tað til at vit hava so nógvir dugnaligir tónleikarar í Føroyum? Innalv man eisini hava eis­ ini sínar fyrimunir. Eyðun Nolsøe fór síðan á pall við sínum dugnaliga flokki av tónleikarum. Tað var stuttligt at síggja bæði 10 ára gomul og fólk í eldra endanum syngja við til gomlu klassikararnar. Men ikki vóru tað bert tey gomlu løgini, ið fólk sungu við til. Fólk eru so smátt byrja at taka nýggju løgini til sín, og fleiri vóru, ið longu dugdu tekstirnar. Eyðun spældi eina sera góða konsert, men megnaði ikki heilt at fáa rættiligt lív í áskoðararnar, sum annars plagar at vera hansara styrki. Privatkonsert við John Lawton Uriah Heep sangarin John Lawton endaði konsertina væl bakkaður upp av Deiggj. Keðiligt, at tað ikki vóru fleiri fólk, ið fingu høvið til at hoyra hendan framúrskarandi sang­aran. Hann hevur selt milliónir av fløgum, og nú stóð hann á keiini á Tvøroyri og sang fyri eini 300 fólkum. Men held í okkum onnur, føldist næstan sum at fáa eina pri­ vatkonsert. Tað er ótrúligt, at ein maður í hasum aldrinum klárar at syngja við tí styrki, sum Lawton ger. Flestu stóru stjórnur, plaga so smátt at byrja at “rusta” við árunum, men um ein ikki hevði sæð eldra mann­ in á pallinum, hevði ein ikki vita, at hann var ein dag eldri enn á fløgunum hjá Uriah Heep. Føroyski bólkurin Deiggj spældi undir hjá heimstjørnuni, og stuttligt var at síggja, hvussu væl teir megnaðu at liva upp til støðið hjá John Lawton. Ikki fyrr enn John kom á pallin, kom stemningurin veruliga upp. Fólk róptu, klappaðu, sungu og dans­ aðu. Serliga var tað eldra ættarliðið, ið kendu sang­ irnar. Men tey ungu stuðl­ aðu uppundir sangin hjá teimum eldru, við at hoppa og klappa. Lítla økið niðri á keiini var fult av fólki, og eisini á vegnum uttanfyri festivaløkið stóðu fólk og lurtaðu. Keðiligt at festivalurin skuldi enda nú, júst sum tónleikurin endiliga hevði fingið veruligt lív í fólk. Teitur spældi upp til morgunball mitt um kvøldið Side Effect sóu ógvuliga malplaseraðir út: mannfólk við svørtum hári, svørtum klæðum og sminku millum litfagra og popputa festivalfólki Gott var at vera í heitari troyggju í føroyska summarveðrinum Lagið var gott á keiøkinum á Tvøroyri