mánadagur 25. juni 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 119 - 25. juni 2007
tíðindi
Uriah Heep sangarin
John Lawton fór á pall
sum seinasta navnið á
Jóansøkufestivalinum,
og sum høvuðsnavn,
vit fingu orð á orku
fulla sangaran og
kvinnuna handan
røddina
Maud Næs
John Lawton, hvat dámdi
tær at spæla á Jóansøku
festivalinum?
- Ein fantastisk uppliving,
alt eydnaðist væl. Veðrið
var gott, og tað var turt.
Áhoyrarnir gingu ikki og
mældu, men vóru standandi
og teir vóru við, sungu við.
Tað var ein fantastisk upp
living.
Hvussu var at syngja sam
an við Deiggj, tá tit ongar
royndir hava saman framm
anundan?
- “Vit vandu einaferð
áðrenn og tað gekk væl.
Teir í Deiggj eru góðir tón
leikarar og tað gekk væl at
spæla saman, tað hevur
verið ein góð uppliving.
Er hettar fyrstu ferð tú ert
í Føroyum?
- Ja, tað er fyrstu ferð, at
kona mín, Iris og eg eru í
Føroyum, vit hava fingið
eina góða móttøku og alt
hevur eydnast væl.
Iris Lawton, hvat heldur
tú verða áhugavert í Føroy
um?
- Litirnir, allar hesar litir
nar á húsum og náttúran.
Alt tykist so stilt og róligt.
Iris Lawton, tit hava liva
saman síðan í 60-unum,
eiga børn, er tað ikki sjáld
samt í tí tónleikaheimi, tit
hava liva alt lívið í?
- Jú, men tað er helst tí, at
vit hava verið saman alla
tíðina. Eg havi øll árini ver
ið maneagari hjá John og
havi ferðast saman við hon
um, eisini tá børnini vóru
smá.
John og Iris Lawton vóru
bergtikin av Føroyum og
vónandi sær man tey aftur
eina aðru ferð og fær høvið
at hoyra hansara góðu og
vøkru rødd.
Fyrireikararnir av Jóansøku
festivalinum eru vælnøgdir, men
vita samstundis, at sumt skal
gerast betur komandi ár. Vit fingu
orð á Kristian Holbæk, fyriskipara.
Kristian, onkur finnist at
umstøðunum hjá tónleikarunum, tá
teir komu suður, at ongin tók sær
av teimum, eisini eru onkrar
atfinninar um, at festivalskráin
einans var á netinum, hvat sigur tú
til tað?
– Tað er ivaleyst okkurt at fýlast
á. Vit hava verið ov fá um at
fyriskipað tiltakið og skaffa pengar
til tiltakið. Vit hava arbeitt hart og
roynt.Vit mugu vera fleiri næsta ár,
soleiðis, at alt tá verður í lagi. Tað
góða er, at hesin Jóansøku
festivalurin eydnaðist nógv betur
enn síðsta ár. Tað vóru nógv fólk
seinni um kvøldið og øll tykjast
væl nøgd. Tað verður spennandi at
gera upp, vænti ikki hesin gevur
undirskot.
Maud Næs
Ein fantastisk uppliving
Daniella
Andreasen:
- Eg eri ónøgd við
mátan tónleikararnir
verða viðfarnir. Teir
hava fyrireikað seg og
vant í 14 dagar, men
hava ongantíð fingið
eina endaliga skrá.
Nógvir av teimum fáa
ongar pengar fyri tað,
gjalda alt sjálvir, eisini
ferðina suður. Tá teir
so koma suður, er
ongin móttøka. Teir
mugu sjálvir finna
útav at fáa sær at eta
og gisting. Flestu
tónleikabólkarnir
fingu ikki eingongd
ljóðroynd. Ikki tí, fólk
eru blíð og fitt. Tað
endaði við, at ein
“lokal”, sum onki
hevði við festivalin at
gera, Anne Kirstin, gav
okkum at eta.
Burtursæð frá hesum,
so eru teir suðringar,
sum eg havi møtt,
gestablíðir,
sjálvironiskir og so
banna teir so
forbannað illa!
Vælnøgdur fyriskipari
John Lawton var
vælnøgdur eftir
konsertina