Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-25, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. juni 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 119 - 25. juni 2007 23 tíðindi Ein tann størsta løtan á Jóan­søku­ festivalinum, eitt satt hæddarpunkt millum áhoyrararnar var ein tíma áðrenn miðnátt, tá Jack Petersen trein á pallin, vit fingu orð á Jack. Samrøða Maud Næs Nógvir festivalgestir vóru í Jack´sa hittinorðaðu troyggj­ um. Fólkamongdin fyltist á festivaløkinum, lagið var gott og stemningurn av Jack breiddi seg. Ikki kann man siga, at maðurin hevur fing­ ið nykkir, hóast hann má verða ein tann kendasta per­ sónligheit í Føroyum í løt­ uni. Ílatin vanligu kovboy­ klæðini, læs hann, sum tann størsta sjálvfylgja av verð­ ini, eina yrking fyri og aðra eftir, sum um hann aldrin hevði gjørt annað enn yrkt og framført. Vit fara ikki at avdúka yrkingar hansara, men fólk mugu sjálvi keypa sær savnið. Evnini vóru menniskju, náttúra og kær­ leiki. Speiðrekandi og leik­ andi lætt vóru hendingar og persónar, sum ikki vóru at taka feil av lýstar og fram­ bornar, og Jack fekk lættliga fólkið við sær. Beint áðrenn Jack fór á pallin við sínum yrkingum, fingu vit orð á hann: Jack, hví heldur tú, at tú ert blivin so kendur? – Tað er so gott sagt frá, samrøðan, komedian. Ong­ in dugir, at siga soleiðis frá. Je eri ein yvirfor­telj­ari. Jack, hvussu følist tað at fara á pallin, nú tú er vorðin so kendur? - Veit ikki, veit ikki Jack, hvat fert tú at siga? - Veit ikki, finni uppá okk­urt Jack, er tú tikin av bóli av at vera so kendur nú? - Sikkurt nokk, veit ikki, havi ikki ide um tað Jack, hevur tú tikið skaða av at vera so kendur? - Nei. Jack Petersen fór á pall sum fólkahetja í heimbýnum Je eri yvirforteljari Johanna Maria Thorsteinsson og Katrin Holm - John Lawton og Deiggj, fantastiskt. Teir minna um tað tíðina, tá ogor gingu í TB-húsið, ungdómsárini. Ogor hava altíð lurta eftir Uriah Heep og John Lawton. Uriah Heep og John Lawton, full drøn frá í bilinum, eini 10 fólk vóru í einum taxa tá á veg í dans. Tað er ikki sum í dag, tá vóru ongar grensur. Ann-Britt Borg og Heidi Bjarkhamar Jóansøkufestivalurin er orduliga góður – umhvørvið hugnaligt. John Lawton og Deiggj - fínt. Teir samla ikki bara tey ungu, men eisini tey tilkomnu menniskjuni. Vit eru positivt ovfarnar yvir, hvussu hugnalit her er. Økið er væl valt. Man kann velja, hvar man skal vera. Inni á pubbini er meira intimt, úti stórt og frítt. Fínt man kann velja. Vit halda, at Teitur var suverenur, tí hann er so erligur, ektaður og hevur nøkur sjónarmið, ið viðvíkja ungdóminum”. Turið Steinø og Ninna Steinø Turið: - Tað er fantastiska festligt her á Jóansøkufestivalinum Ninna: - John Lawton – at hugsa sær, at ein sovorðin gamal abbi ikki hevur mist eitt gramm av røddini, tað er djúpt fasinerandi. Hugsi um, hvat Deiggj hugsar, tá teir standa saman við einum sovorðnum ikonið. Deiggj vóru eisini heilt fantastiska góður”. Myndir: Ólavur Frederiksen