mánadagur 25. juni 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 119 - 25. juni 2007 ]
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf. 341800
ítróttur
Bukaðir
og niður-
fluttir
Fótbóltur
Pætur Albinus
patur@sosialurin.fo
Stóra ætlanin hjá Toda
Jónsson
við
Fremad
Amager er í fyrstu atløgu
miseydnað. Felagið skal
eftir eitt lemjandi tap í
dag leika í triðbestu deild
ini komandi kappingarár
Vónbrotið var stórt, tá
ið Fremad Amager í gjár
mátti vinka farvæl við
næstbestu donsku deild
ina. Hetta kom eftir eitt
lemjandi tap á heili 0-6
móti SønderjyskE. Todi
Jónsson og Andrew av
Fløtum vór í byrjunar
uppstillingini,
men
Andrew varð útskiftur
eftir ein góðan tíma á
vøllinum.
Sambært danska Ind
kast kostar niðurflytingin
felagnum millum tvær
og tríggjar milliónir, men
stjórin í felagnum, Niko
lai Kaas-Heilmann, sær
framvegis
bjart
uppá
framtíðina.
– Vit kundu væntað at
flyta niður, men vit fara
framvegis at halda fast
við stóru ætlanina, sigur
hann við heimasíðuna.
Niðurflytingin kemur
eisini at kosta felagnum
nógvar leikarar.
– Stór útskifting verður
at síggja á liðnum, eingin
ivi um tað. Saman við
venjaranum hava vit hugt
gjøllari at nøkrum leikar
um á liðnum, og vit eru
komnir til ta niðurstøðu,
at fleiri leikarar ikki
kunnu vænta sær nakra
framtíð í felagnum, sigur
Nikolai Kaas-Heilmann.
Hvørki Heini Zacha
riassen, nevndar
formaður í Fremad
Amager Invest, ella
Todi Jónsson hava
hug at geva skarvin
yvir, hóast Fremad
Amager í gjár flutti
niður
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Við málum um superligu-
pláss á 100 ára degnum í
2010 var talan um stórar
ambitiónir,
tá
Fremad
Amager í vár fekk føroyskar
eigarar.
Uttan fyri vøllin tykist
arbeiðið at styrkja leiðslu
partin av felagnum eisini at
hava gingið eftir vild, men
á vøllinum hevur borið heilt
illa til.
Tapið sunnudagin var tað
níggjunda á rað hjá liðnum.
Men sum úrslitini lagaðu
seg, hevði tað minni at týða.
HIK vann nevnliga sín dyst,
og so vildi Fremad Amager
undir øllum umstøðum flutt
niður.
Niðurflyting var als ikki
tað, sum tosað varð um í
vár, men hóast hesa, so ræð
ur bjartskygni enn millum
føroysku íleggjarnar.
Vóru ikki betri
Heini Zachariasen heldur,
at seinastu dystirnir prógv
aðu, at hópurin í ár var ikki
nóg góður til at spæla í 1.
deild.
– Øðrvísi fært tú illa tulk
að tað. Við yvirtøkuna vistu
vit eisini, at hendan var ov
seint í mun til flytingarvind
eygað, og einasti spælarin,
sum kom í hópin – umframt
Toda – var Jónas Tór Næs,
sum ikki hevði sáttmála.
Verður talan um stóra
spælarafrágongd,
nú
tit
mugu eina deild niður?
- Talan verður í øllum før
um um útskifting. So er
spurningurin,
hvørt
tað
verður fatað sum til- og ella
frágongd.
Tað eru bara fimm vikur,
áðrenn kappingin í 2. deild
fer ígongd, og málið til kom
andi kappingarár er púrasta
greitt, sigur Heini.
– Tað verður sjálvandi
meddað eftir uppflyting alt
fyri eitt. Uttan fyri vøllin
eru vit væl ávegis í arbeiði
num at styrkja felagið, og
sum heild oyðileggur niður
flytingin ikki nakað í so
máta. Sjálvandi kann hon
gera tað truplari at røkka
málinum um uppflyting til
superliguna í 2010. Men vit
kunnu fegnast um, at fólk
her í økinum sýna felagnum
stórt álit. Vit høvdu hesa
ferð 1.600 áskoðarar, og tá
skal hugast um, at hetta var
fyri at stuðla einum liði,
sum tapti 8-1 seinast. So vit
eru spentir uppá, hvussu
tað verður, tá liðið eisini fer
at vinna, sigur Heini.
Todi stillar gaggurnar
Á vøllinum verður tað uttan
Toda Jónsson, at Fremad
Amager má klára seg. Men
tað er nú ikki nakað, sum
nervar føroyska álopsessið,
sum nú skal gera um seg utt
an fyri vøllin.
– Eg hevði vónað, at tað
als ikki var neyðugt, at eg
spældi í ár, men tað var so
upp til venjaran. Nú verður
tað uttan fyri vøllin burtur
av, at eg fara at arbeiða.
– Og eg trúgvi framvegis
uppá, at vit hava eina bæði
góða og spennandi ætlan í
felagnum. Fyri føroysku
spælararnar, sum koma nið
ur, kann talan enntá vera
um fyrimun. Leikliga er
ikki tann stóri munurin á 1.
og 2. deild í Danmark, men
alt annað líka, so vilja
møguleikarnir hjá einum
ungum spælara at fáa spæli
tíð vera størri nú, enn teir
vóru, um felagið til dømis
var í tyngra endanum av 1.
deild, sigur Todi Jónsson.
Eingin vanlukka
VIT STUÐLA FREMAD AMAGER
Orðini vóru stór, tá Fremad Amager í mars mánaði kom á føroyskar hendur. Men hóast niðurflytingin var ein strika í rokningini,
so ivast føroysku menninir í felagnum ikki í, at felagið hevur stórar møguleikar at gera seg galdandi í donskum fótbólti
25