Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-25, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. juni 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 119 - 25. juni 2007 ] Brotsspark í evstu løtu Símun Samuelsen og Keflavík vunnu seg leygardagin upp á næst ovasta sessin í íslendsku Landsbankadeildini. Símun spældi allar 90 minuttir, tá Keflavík vann 2-1 á útivølli móti Víkingi, men tað tók sína tíð, áðrenn sigurin kom til høldar. Í yvirtíðini varð álopsspælari hjá Keflavík togaður niður í brotsteiginum, og tó at Víkingur royndi at mótmæla, so stóð brotssparksdómurin við. Og hendan nýtti Guðmundur Mete til at avgera dystin. Eingin pólverji kemur Tað eydnaðist ikki EB/Streymi at fáa pólverska mið­vall­ar­ an, sum talan annars var um. Alment varð ongan tíð nakað váttað úr EB/Streyma-leguni, men felagið hevur verið í samráðingum við ein spælara, sum hevur drúgvar royndir í bestu pólversku deildini. Nú hevur spælarin tó skrivað undir sáttmála við eitt felag í næst bestu heimligu deildini, so tað verður í øllum førum ikki hesin spælarin, sum skal styrkja um hópin hjá EB/Streymi. Tað tykist torført í útlondum og øðrum feløgum at finna skarprættaran, sum er førur fyri at lyfta føroysku feløgini FORMULADEILDIN 14. UMFAR Jákup Mørk Eftir vikuskiftið er kapp­ing­ in meiri enn hálvrunnin. Støðutalvan vísir, at 14 av 27 umførum eru avgreidd. Tað vil siga, at eftir eru 13 umfør, áðrenn tað verður greitt, hvør verður meistari í 2007, og hvør skal tungu leiðina niður í 1. deild. Vikuskiftið bar við sær, at NSÍ stakk seg framum øll hini, og at AB og VB/ Sumba framvegis eru undir strikuni. NSÍ hevur ongantíð vunn­ ið FM, og sjálvandi er rætti­ ligur fótbóltsfepur í Runa­ vík, har øll segl eru sett fyri at vinna FM í árinum, tá ið felagið heldur 50 ára føð­ ing­ar­dag. Fleiri spælarar vóru und­ an kappingarbyrjan keyptir til felagið. Vónin var, at teir skuldu bera liðið fram til oddasess. Tað hevur eydnast at vera við í fremstu røð og – fyribils í hvussu so er – at seta seg á oddasessin, men tað er skjótt at staðfesta, at tað hava ikki treytaleyst ver­ ið nýggju spælararnir, sum hava borið liðið fram til odda­sessin. Harafturímóti er tað sjón fyri søgn, at oddaliðið hev­ ur havt stóra nyttu burturúr ungu monnunum, sum eru uppaldir í felagnum. Merk­ is­vert er tað, at seks av spæl­ arunum framvegis hava ung­lingaaldur, og tað er eisini vert at leggja til merk­ is, at bæði í heimauppgerðini ímóti HB næstsíðsta leygar­ dag og í Vági leygardagin vóru tað unglingaspælarar, sum skoraðu sigursmálið. Vindeygað og vónin Síðani 18. juni og fram til 23. juli er so kallað flytingar vind­eygað opið. Tað er í hesum tíðarskeiðnum, at fel­ øg­ini hava møguleika og loyvi til at fáa nýggjar spæl­ arar. Søgurnar eru nógvar um, at tað verður smíðað við fullari orku – bæði innan­lands og uttanlands. Í flestu førum verður leit­ að við lykt eftir álops­spæl­ ar­um. Rættir skarpskjúttar av tí slagnum, sum eitt nú Bergur Magnussen og Kurt Mørkøre vóru í síni tíð, tykist vera trotarvøra. Clayton Soares, Paul Clap­son, Sylla og ikki minst Sorin Anghel eru dømi um, at tað er komið væl við hjá feløgum at hava verið uttanlands. Men døm­ ini eru seinastu árini um upp­aftur fleiri um, at roynd­ ir at finna útlendskar skarp­ skjúttar hava verið mis­eydn­ aðar, hóast tær sjálvandi hava verið kostnaðarmiklar. Brent barn ræðist eld, plagar at verða tikið til. Men vónin livir framvegis um, at tað hesa ferð skal eydnast at finna ein rættan skarprættara niðri á megin­ landinum ella handan hav. Javnvágin Allir partar eru ivaleyst samdir í, at tað optimala er, at feløgini sjálvi uppala sín­ ar spælarar. Í flestu feløg­ um síggjast fleiri unglingar á besta liðnum. Umframt at arbeiða við at tryggja fram­ tíðina, so snýr tað seg eisini um at styrkja fyritreytirnar fyri avrikum og úrslitum her og nú. Hjá teimum, sum kappast millum tey fremstu, snýr tað seg um at verða betri fyri í kappingini um FM og altjóða plássini. Hjá hinum snýr tað seg um at tryggja sær styrk fyri at sleppa und­ an katastrofalu niður­flyt­ing­ ini. Tað er lætt at siga, at í stað­in fyri at keypa útlend­ ing henda vegin, sum ikki er førur fyri at lyfta liðið, so eigur ungur føroyskur spælari at fáa møguleikan. Ofta vísir hetta seg at verða soleiðis, men vónin er sjálv­ andi altíð, at útlendski mað­ ur­in skal verða tað plett­ skotið, sum nógvu pengarnir kundu bent á, at hann skuldi verið. Áhugavert er at síggja, at viðhvørt blomstra ungir føroyskir spælarar, tá ið teir skifta felag. Eitt av fleiri dømum um hetta er topp­ skjúttin hjá GÍ Pól Jóhannes Justinussen. Hann hevði neyvan fingið møguleikan í barndómsfelagnum NSÍ í ár. Nú telist hann millum álitismenninar í Gøtu. Fyri føroyskan fótbólt hevði tað verið áhugavert, um tað, nú flytingar­vind­eyg­ að er opið, varð skipað so­leiðis fyri og lagt til rætt­ is, at uppaftur fleiri ung­ling­ ar fingu møguleikan at royna seg í fremstu røð. Nógvir unglingar í fremstu røð