Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-25, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. juni 2007síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 119 - 25. juni 2007 ] Besta málið nakrantíð Alex José dos Santos var maðurin, sum miðl­ arnir vildu hitta eftir dystin sunnudagin. Og sjálvur var bakk­ urin eitt stórt smíl, tá tos­ið fall á málið hjá honum. – Hatta er fyrsta mál­ ið hjá mær í Gundadali í ár, so tað var sjálvandi ótrúliga deiligt. Og hevur tú nakran tíð rakt bóltin betri, enn tú gjørdi tað í dag? - Í øllum førum ikki seinastu trý árini. Hesa ferð rakti eg hann bara ótrúliga væl, segði hann stórsmílandi. Mugu vinna á NSÍ Intensiteturin var betri enn spælið helt Egil á Bø, – Talan var kanska ikki um ein fantastiskan fótbóltsdyst, um tú hugs­ar um spælið. Men hann var rættiliga in­tens­ur. Hjá okkum ráddi fyrst og fremst um, at dysturin ikki skuldi tapast, og serliga var fyrri hálvleikur merkt­ur av, at bæði lið­ ini vóru varin. – Eftir steðgin trýstir B36 kanska meira, og sjálvandi er tað keðiligt fyri okkum, at teir so eisini skora. Men eitt tap á útivølli í slíkum dysti er eingin van­ lukka. Vit kunnu sjálvir gera av, hvørt vit næstu ferð skulu fáa samband við NSÍ. So tað ræður um at vinna tann dystin, heldur EB/Streyma-lið­ skiparin. Stjørnan skal spæla EHF-Cup Hóast Neistin og VB hava argað Stjørnuna eitt sindur, so er tað neyvan at taka munnin ov fullan, tá sagt verður, at Stjørnan hevur verið í serflokki seinastu tvey kappingarárini.Fyri at fáa størri avbjóðingar enn ”bara” tær heimligu, hevur felagið tí gjørt av at melda seg til EHF-cup í ár. Dystirni í fyrsta umfari verða her spældir fyrstu tvær vikurnar í september, og beint fyri ólavsøku fæst at vita, hvat mótstøðulið talan verður um. Hvít dunna til Chelsea Chelsea sigst vera heilt nær við at tryggja sær undirskriftina hjá 17 ára gamla brasiliumanninum, Alexandre Pato. Pato, sum í heimalandinum verður róptur “tann hvíta dunnan”, er seinastu tíðina settur í samband við bæði Milan og Benfica, men umboðsmaðurin hjá spælaranum sigur, at tað er mest sum víst, at Chelsea fær undirskriftina hjá stjørnuskotinum. Enn eru 13 dystir eftir í Gundadali, men longu nú tora vit at staðfesta, at Alex José dos Santos hevur skotið flottasta málið í Havnini í ár Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo 71 minuttir vóru farnir av dystinum millum B36 og EB/Streym. Eftir tapið fyri AB seinasta sunnudag, var ein sigur at kalla lívs­neyð­ ugur hjá B36, men illa gekst tó at finna meskarnar hjá EB/Streymi. Tað vil siga, inntil løtuna, sum nevnd er omanfyri. Alex José dos Santos sendir hornaspark innfyri úr høgru. Bólturin verður í fyrstu atløgu ruddaður burt­ ur, men brasilski samba- bakk­urin fekk tó ein nýggj­ an møguleika. Við Fróða Benjaminsen liggjandi í EB/Streyma málteiginum, vildi eitt nýtt innlegg helst borið rangstøðudóm við sær. Ístaðin dregur Santos móti brotsteigarmarkinum, áðrenn hann roynir seg við vandamikla vinstrabeini­ num. Og skotinum bilti einki. René Tórgarð í EB/ Streyma-málinum royndi at vera fyri, men hann fekk einki gjørt við kanón­kúluna, sum buldraði upp undir net­takið til almikla frøi millum hvítu fjepp­ararnar. Óttaðust tapið Men so er tað mesta um dyst­in í Gundadali so eisini sagt. Serliga fyri steðgin var ilt at síggja, at talan her var um tvey av bestu liðu­ num í føroyskum fótbólti. Óttin av tapa var hjá báðum munandi størri enn viljin at vinna, og tí gekk spælið mest út uppá at bíða eftir mistøkum frá mótstøðuni. B36 framdi tey flestu av hesum fyri steðgin, og fleiri ferðir var um reppið, at ópro­vokerað mistøk í upp­ spælinum vórðu revsað av gestunum, sum eisini skaptu onkrar vandastøður við deyð­bóltar. Næstur við var tó Mikkjal Thomassen, tá hann bankaði skot á stólparótina eftir mistak hjá EB/Streymi. Seinna umfarið batnaði tó hjá vertunum. Teir fingu betri tak á spælinum, og tá teir eisini funnu útav at spæla inn um Egil á Bø og Marna Djurhuus, átti Sylla í fleiri førum at fingið hol á. Størsta kjansin av øllum fekk hann stutt eftir málið hjá Santos, men púrasta einsa­mallur lyfti hann úr 20 metrum bóltin upp um bæði málverja og mál. Stórdystir bíða E B / S t r e y m u r megn­­aði tó sjáldan at skapa tí heilt stóru øsingina aftur. Hóast upptrekk til ein­ støk kontra­álop, so eydn­ aðist sjáldan at skapa teir heilt stóru møgu­leikarnar. Enn eru teir tó við í oddi­ num, men skal sessurin har framvegis varðveitast, so er næsti dysturin týdningar­ mikl­ari enn nakrantíð. Tá gongur leiðin nevnliga til odda­ liðið við Løkin í Runa­vík, og har eru ráðini ikki til enn eitt tap. B36 hevur longu miku­ kvøldið sín næsta setn­ ing, tá teir spæla fram­ skundaða dystin móti grann­ unum úr HB. Ein uppgáva, har hvørg­in parturin hevur ráð at fara av vøllinum við minni enn trimum stigum. EB/Streymur B36 B36-EB/Streymur 1-0 (0-0): Gylti lámurin bjargaði B36 Talan var um vakrasta málið, sum er skotið í Gundadali í ár, tá Alex José dos Santos 19 minuttir fyri leiklok læt kanónina ganga 27