mánadagur 25. juni 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 119 - 25. juni 2007 ]
Næsti
dystur
telur
mest
Venjarin hjá NSÍ er ein
av royndastu monnu
num innan føroyskan
fótbólt. Og hóast felag
ið nú liggur einsamalt á
odda, so fær hetta ikki
Jóhan Nielsen at leypa
uppfrá í ovfarakæti.
– Tað er ikki tað, sum
vit hugsa mest um. Í fót
bólti er tað altíð næsti
dysturin, sum er týdn
ingarmest, og soleiðis
er tað eisini hjá okk
um.
Kanska meira hesa
ferð, enn tað vanliga er,
nú tit hitta EBS/treym?
– Ja, tað kanst tú gott
siga, sigur Jóhan.
Spurdur, hvørt talan
er um serliga uppskrift,
nú NSÍ brádliga tykist
vera meira enn líka við
og næstan, sigur Jóhan,
at tað er tað ikki.
– Fyrst og fremst, so
eru vit enn bara nær
við og næstan. Enn eru
nógvir dystir eftir at
spæla, so einki sum
helst er avgjørt. Og um
orsøkina haldi eg eina
mest, at tað hevur hjálpt
okkum, at hini liðini í
oddinum eisini hava
verið so sera óstøðug.
Vit skulu fyrst og
fremst hugsa um at fáa
betri glið á okkara spæl.
Vit fáa so ikki gjørt av,
hvat hini gera kortini,
sigur hann.
-mørk
Hagi skal venja Steaua
Størsa fótbóltsnavnið í rumensku søguni er uttan iva
Gheorghe Hagi. Lágvaksni vinstrabeinti bóltsnillingurin
fekk sítt gjøgnumbrot hjá Steaua Bukarest, har hann
spældi sín seinasta dyst fyri 17 árum síðani. Nú er Hagi
tó komin aftur í felagið sum venjari, sigur leiðslan í
felagnum. Hagi hevur virkað sum venjari í Turkalandi,
umframt at hann eisini eitt skifti var rumenskur
landsliðsvenjari.
4. pláss til Katrin
Tað eydnaðist ikki hjá Katrin Olsen at vinna
næstu world-cup stevnuna á árinum. Í Amsterdam
róði hon saman við Sine Christiansen, og tær
báðar gjørdust akkurát ov stuttar í
heiðursmerkjastríðnum. Tær báðar gjørdust
nevnliga nummar fýra.
Eftir meiri enn hálv
runna kapping eru
oddaliðini bæði
tryggari í sessunum,
enn tey higartil hava
verið, og trýstið á KÍ
í botninum er størri,
enn tað higartil hevur
verið
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Eftir vikuskiftið er kapping
in meiri enn hálvrunnin.
Tað skal vilja heilt undarliga
til, um B68 ikki fer at hava
vunnið sær pláss í Formula
deildini, tá ið kappingin
verður liðug síðsta viku
skiftið í oktober.
Í løtuni sær tað út til, at
uppflytingin verður veru
leiki í september, og um
gongdin framvegis fer at
verða, sum hon hevur verið
seinastu vikurnar, so fer
B68 at flyta upp fyrri enn
so.
B68 var á Jóansøku á
Tvøroyri, har toftamenn
vunnu
sannførandi
4-1
sigur. Jósup Henriksen og
Alexandro Casthilio skor
aðu málini í 1. hálvleiki.
Næst við var TB, tá ið teir
sendu í stólpan.
Beinanvegin eftir steðgin
fekk TB brotsspark, men
Gunnar á Steig bjargaði
royndini hjá Daniel Nyarko
til horna. Eftir hornasparkið
støkk bólturin út um brots
teigin, og Jón Tórður Holm
minkaði um munin við
dundurskoti.
Vónin hjá TB um sigur
og stig hvarv eftir ein tíma.
Dánial Hansen økti til 3-1,
og Øssur Hansen var trygg
ur, tá ið hann fekk møgu
leikan úr ellivu metrum.
Í vikuskiftinum lagaðu
úrslitini seg soleiðis, at
FSV04 eisini styrkti um
sína støðu í kappingini fyri
at flyta upp. Mikukvøldið
átti FSV04 heimavøll ímóti
sera ungum KÍ liði. Heima
liðið átti stóra yvirvág í
spæli, men tað gekk striltið
at spæla seg til møguleikar.
Stutt eftir steðgin tiltusk
aði Andrzej Stretowicz sær
brotsspark,
sum
hann
umsetti til málið, ið bar øll
stigini og harvið staðfesting
av 2. plássi við sær.
At ÍF einki fekk við sær
úr Leirvík varð sjálvandi
væl fagnað í Sandavági.
Fuglfirðingar
megnaðu
ongantíð at leggja trýst á.
Leirvíkingar vóru eitt vet
stinnari og skjótari í nær
dystunum. Talan var ikki
um nógvar málmøguleikar,
og LÍF skoraði sigursmálið,
tá ið 2. hálvleikur var fimm
minuttir gamal. LÍF liðfor
maðurin, Magnus Skoralíð,
sendi fríspark úr høgru í
brotsteigin. ÍF málverjin
hálvbjargaði, og miðvallarin
Sølvi Vatnhamar var fyrstur
á returinum og beindi bóltin
í málið.
HB vann 6-3 á heimavølli
ímóti NSÍ. Stóri maðurin í
Gundadali var HB álops
spælarin Tróndur Sigurðs
son. Unglingaspælarin skor
aði fimm av seks HB
málum, og hann legði upp
til málið, sum Bárður Mittel
stein skoraði.
Stóri munurin á liðunum
báðum var, at bestu NSÍ
unglingarnir, sum plaga at
hjálpa næstbesta liðnum,
vóru í Vági við Formula lið
num. Hjá HB vóru Formula
unglingarnir við. Eitt nú
Pætur Jørgensen og Ólavur
í Ólavsstovu.
Sigurin bar við sær, at
HB fekk luft í kappingini
fyri at sleppa undan plássu
num undir strikuni. Trýstið
á KÍ gjørdist uppaftur størri,
tí sørvingar vunnu, tá ið teir
vitjaðu botnliðið B36
Einasta málið skoraði
Jens Erik Rasmussen í
fyrsta
minuttinum
eftir
steðgin. Eftir innlegg úr
høgru smekkaði veteranurin
bóltin millum beinini á mót
støðumanni og í málið.
B36 royndi at leggja trýst
á síðstu løtuna. Næst við at
skora vóru teir, tá ið verju
spælarin Bárður H. Joensen
eftir horna stútaði dygst
framvið.
Øll liðini hava nú spælt
14 dystir uttan HB og ÍF.
Nú mikukvøldið verður
uppgerðin teirra millum í
Gundadali.
Leygardagin
verður 15. umfar: B68-HB,
ÍF-TB,
KÍ-B36,
NSÍ-
FSV04 og SÍ-LÍF.
Heimaliðið hevði
uppiborið at fingið
okkurt við sær av
vøllinum í dag, men
NSÍ vísti, hví teir eru
oddalið og VB/Sumba
botnlið
Fótbóltur
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Ein 2-1 sigur á útivølli móti
botnliðinum. Tað var facit,
nú runavíkingar fara norður
um fjørð aftur.
Tað var annars ikki til at
siga, hvat var oddur og hvat
var botnur, tí lítil og eingin
munur var á liðunum í fyrra
hálvleiki. Heimaliðið fekk
fyrsta møguleikan, tá Birgir
Jørgensen var sera nær við,
men ta ferðina eydnaðist
ikki málslúkinum at umseta
møguleika til mál.
Seinni hevði eisini Jón
Krosslá ein møguleika, tá
Óli Hansen var óskettin og
traðkaði á bóltin. Men Jens
Martin var tá so nær Jóni,
at hesin ikki slapp framvið
Landskrona-málverjannum.
Í hinum endanum hevði
NSÍ eisini onkran næskan
headara, men málleyst var,
tá liðini fóru til hálvleiks.
Tað tóktist, sum VB/
Sumba hevði rættiliga fing
ið trúnna upp á, at tað skuldi
eydnast at fáa eitt gott
úrslit, tí tað vóru teir, ið
trýstu fyrstu longu løtuna
av seinna hálvleiki. Men so
beint
móti
leikgongdini
skoraði NSÍ. Eftir horna
spark endaði bólturin hjá
Einari Hansen, og hann
langaði til millum vinir og
fíggindar, og Vlada Filopo
vic var møguleikaleysur í
málinum.
Heimaliðið gavst ikki, og
tá hálvur tími var farin svar
aðu teir aftur. Eitt fríspark
úr høgru endaði við handaru
stong, har Jákup Olsen
headaði innfyri aftur til ein
frían Birgir Jørgensen, sum
lættliga kundi javnað.
Men gleðin var stokkutt,
tí minuttin seinni slapp NSÍ
lættliga ígjøgnum í høgru
síðu, og innskifti Øssur Dal
búð møtti innlegginum, og
so var 2-1. Harvið var tokið
koyrt fyri heimaliðið, sum
bert má sanna, at tað er
tungt at vera botnlið.
VB/Sumba-NSÍ 1-2 (0-0):
NSÍ einsamalt í oddinum
Nú er tað undanbrekka hjá B68
VB/Sumba fekk ikki
armarnar nóg skjótt
niður, og so revsaði
innskifti Øssur Dalbúð,
tá hann skoraði
sigursmálið í Vági
savnsmynd
28