Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-25, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. juni 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 [ Nr. 119 - 25. juni 2007 ] Stóra samtaluevnið á Skála var, at John Petersen hevði sett seg sjálvan á dómaraseðilin. John var á beinkinum, inntil tað restaði eitt korter. Tá setti hann seg sjálvan inn í álopið. Einki spurdist burturúr, og eftir dystarlok staðfesti venjarin, at hetta ikki hevði verið dagurin hjá Skála. - Vit megna ikki at fáa bóltin niður á jørðina og spæla eftir okkara treytum. Tað ber aftur við sær, at talan verður um nógvar nærdystir og luftspæl, og tá er GÍ væl betri fyri. Tín egni leiklutur? - Tá ið tað ikki gongur, so er neyðugt at royna okkurt øðrvísi. Vit tóku ein verjuspælara út og settu ein álopsspælara inn. Vit royndu at leggja trýst á, og onkra ferðina var tað nær við og næstan. Ert tú nóg væl fyri at spæla? - Eg venji við, men tað verður sjálvandi ikki heilt tað sama, tá ið tú hevur ábyrgdina av venjingini. B71 fór fram við okkum í dag, og næstu ferð spæla vit á Sandi. Tá hava vit møguleika at fara fram við teimum aftur, staðfestir Skála venjarin. Arsenal vil hava Anelka Í hesum døgum verður nógv tosað um, hvør skal loysa Thierry Henry av í Arsenal, eftir at hann er farin til Barcelona. Flestu av ensku miðlunum tykjast tó vera samdir um, at franski Arsenal- venjarin, Arsene Wenger, vil gera nógv fyri at fáa Nicolas Anelka aftur til Arsenal frá Bolton. Anelka skeyt í árunum frá 1997-1999 28 mál fyri Arsenal. Eydnast tað ikki hjá Wenger at fáa Anelka, so ætlar hann sær væntandi eftir hollendska álopsparinum hjá Ajax, Klaas-Jan Huntelaar og Ryan Babel. Jógvan skal handar heiðursmerki Tá finalan í compound-skjóting verður hjá kvinnum annan hósdag, verða tað føroyskar hendur, sum heingja heiðursmerki um hálsin hjá bestu luttakarunum. Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, skal nevnliga handa heiðursmerkini, tá tann kappingin er skotin liðug. Hugburðurin var góður og áræðið stórt, tá ið gøtumenn spældu og stríddu seg til øll stigini ímóti Skála, sum tað ikki stemmaði rættuliga hjá SKÁLA-GÍ Jóannes Hansen Hóast tað er langt síðani gulltíðina í Gøtu, so standa minnini sólarklár um alt gullið og skreytið og um altjóða luttøkuna. Tað eru framvegis tøk, sum skulu takast, áðrenn GÍ aftur verður heilt á toppinum, men tað er eyðsýnt, at tað gongur rætta vegin. Sunnudagin fóru gøtumenn av Skála við øllum stigunum. Hetta var sætta ferðin á rað, at GÍ hevði stig við sær av vøllinum, og nú eru teir gulu og bláu heilt tætt at fjórða plássinum. Tað luktar av níti árunum í Gøtu, og tað er ikki uttan orsøk, at GÍ hevur havt undanvind seinastu vikur­ nar. Miðvallargeneralurin og liðformaðurin, Sámal Joen­ sen, situr skaddur uttanfyri, og tað sást væl á Skála, at hann er nógv saknaður. Men kortini gong­ur tað. Hugburðurin er framúr. Viljin lýsir av spælarunum, sum arbeiða ein fyri allar og allir fyri ein. Á Skála vunnu teir flestu nærdystir­ nar, og serliga í 1. hálvleiki megnaðu teir at mynda fleiri væl spæld álop. Símun Louis Jacobsen var sannur brandur á framrættaðum miðvallar­ plássi, og Pól Jóhannes Justinussen, sum fyrr í ár var vongverji og nú er rættiliga framrættaður í vinstra borði, hevur tyngd og brodd. Hann vísir stórt sjálvsálit, og hann hevur máltev. Um hann hesa ferð hevði havt marginalirnar á sínari síðu, so kundi hann havt skorað. Tvær ferðir, tá ið hann legði innfyri úr spískum, var um reppið, at bólturin fór í málið, og í somu støðum vóru við­ spælarar tætt framvið. Í 2. hálvleiki smekkaði Pól Jóhannes til úr stuttari fjarstøðu eftir innlegg úr høgru, men bólturin fór uppum. GÍ var rudduliga omaná í 1. hálvleiki, og tíggju minuttir undan steðginum skoraðu teir sigursmálið. Vinstri vongverjin, Hans Pauli Petersen, legði næstan av miðstrikuni í vinstru frísparksinnlegg í brots­ teigin. Liðformaðurin Poul Ennigarð sneiddi bóltin ímóti málinum, Predrag Markovic, sum hesa ferð aftur var millum Skála stólparnar, hálvbjargaði, og miðverjin Niclas Niclasen var fyrstur á returinum. Haltaði hjá heimaliðnum Uppgerðin var ongantíð eftir treytunum hjá heima­ liðnum. Skála trívst best við skjótum samanspæli fram eftir vøllinum, men hesa ferð vóru fyritreytirnar ikki góðar fyri hesum. Liðformaðurin, Pauli G. Hansen, og snillingurin í vinstru, Alexandur Johan­ sen, vóru ikki við, og tað sást aftur. Levi Hanssen og Pætur Dam Jacobsen stríddust mitt fyri, men talan var um øðrvísi spæl og gongd, enn tað plagar at vera. Kaplan­o­ vic, sum hesa ferð var millum teir fyrstu ellivu á hangandi álopsplássi, er einki framrættað plettskot. Í fremstu ódnini arbeiddi Obi nógv og væl, men tað gjørdist ongantíð rættiliga vandamikið. Eftir steðgin vórðu Bárður Danielsen og John Petersen settir á vøllin. Trýstið á GÍ verjuna øktist, og í einum føri stórbjargaði óføri Geza Turi eftir at Obi hevði roynt seg úr stuttari fjarstøðu. Nærri kom Skála ikki máli, og síðstu løtuna vóru gøtumenn onkra ferðina vandamiklir í skjótum mótálopum. Góður gamal GÍ geistur Eftir dystin sunnudagin heilsaði ein væl nøgdur Andrias Poulsen, formaður í GÍ, hvørjum einstøkum spælara eftir góða avrikið í sigrinum ímóti Skála. - Vit hava fatur á rætta endanum, og tað er hugaligt. Sjálvt um talan er um sama fólkið, so vísir hetta, hvussu nógv hugburðurin hevur at siga, staðfestir væl nøgdi GÍ formaðurin. Tað hevur ljóðað, at gøtumenn leita eftir fólki, og Andrias Poulsen sigur, at teir høvdu fegnir viljað havt ein álopsspælara afturat. Søgur hava gingið um, at Súni Fríði Barbá skal spæla við GÍ, men í løtuni sær ikki út til, at hetta verður veruleiki. - Sverri Jacobsen er óførur á fremsta plássinum. Vit halda okkum tó hava tørv á einum álopsspælara við nógvum royndum afturat. Geza Turi hevur góð sambond í Ungarn, og kanska fer tað at eydnast at finna ein góðan álopsspælara har niðri, sigur GÍ formaðurin Andrias Poulsen. Ikki dagurin hjá Skála Leita eftir skarprættara Serliga í 1. hálvleiki vóru gøtumenn grammir frammanfyri málið hjá Skála Mynd: Einslistir Umframt at skjóta einasta málið syrgdi Niclas Niclasen fyri, at John Petersen varð væl ansaður Mynd: Einslistir