Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-25, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. juni 2007síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 119 - 25. juni 2007 ] Als ikki tryggir Eli Hentze, sum í løtuni hevur evstu ábyrgd av B71, vil als ikki hoyra talan um, at teir nú eru tryggjaðir Formula­fót­ bólt komandi ár. – Tað hevði verið tann reini ør­skapur, um vit hildu, at nú var alt yvirstaðið, sig­ ur hann avgjørdur. Um dystin í gjár sigur Eli, at sigurin var uppiborin, men hann fýlist eitt sind­ ur á, at tað ikki gekk bet­ ur at fáa glið á spælið. – Ein partur av orsøkini til hetta kann vera, at vit ikki eru so vanir við at hava bóltin so nógv í ein heilan hálvleik. Men tað er altso ein deilig kensla at fáa sigurin í yvirtíðini, har vit annars ofta hava mist hann, sigur Eli Hentze. Trúðu vit fingu stig Hanus Jacobsen, vinstri vongverji hjá AB, var vónsvikin av at missa alt í evstu løtu. – Tað er rætti­liga forargiligt at missa so seint í dystinum, tí hóast eitt støðugt trýst móti okkum allan seinna hálvleik, so trúðu vit, at vit fóru at klára tað. Ser­ liga tí, at tað ongantíð veru­liga eydnaðist teim­ um at spæla seg ígjøg­ num, vísir gøtumaðurin á Argjum á. Hanus Jacob­ sen heldur annars, at út­vísingin í fyrra hálv­ leiki fekk stóra ávirkan á dystin. – Tá mugu vit leggja okkum at verja, umframt at vit mugu renna fyri hann (Jón Niel­ sen, blðm.) eisini, og tað krevur nógva orku, metir Hanus Jacobsen, sum eisini heldur, at tað ikki hevði verið óuppiborið, um AB fekk eitt stig í gjár. Sorin skjótt klárur Tað hevur merkt EB/Streym nógv, at Sorin Anghel ikki hevur fingið spælt í fleiri vikur. Skaddur hevur hann eisini verið uttanlands av persónligum ávum, men týsdagin verður rumenski framherjin aftur hjá EB/Streymi. Sum skilst er fótliðið nú eisini somikið komið fyri seg, at hann væntandi verður í hópinum, sum komandi sunnudag skal spæla týdningarmikla útidystin móti NSÍ. Róðrargalla verður 10. august Longu nú hevur róðrarfelagið Knørrur boðað frá, at felagið skipar fyri stórari gallaveitslu eftir róðrarárið. Hendan verður hildin í høllini á Hálsi í Havn. Og sum vant verður lagt upp til eitt veldugt kvøld. Reyp, røður og dansur verða uttan iva partur av hesum, eins og bestu róðraravrikini á árinum tá skulu kjósast. Málið í yvirtíðini frá brasilska skarp­ rættaranum tryggjaði sandoyingum trý stig – eitt mál og trý stig, sum kunnu vísa seg at vera teirra bjarging í landsins bestu fótbóltsdeild FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Tað líktist mest av øllum stiga­býti, tá teir báðir nýggj­ astu luttakararnar í For­mula­ deildini brustu saman frammi í Dalinum á Sandoy í gjár. Í meiri enn hálvan­ ann­an tíma stóð tað málleyst á jøvnum. Hetta hóast argja­ menn vóru ein maður færri í nærum ein tíma. Jón Niel­ sen sá reytt, tá góður hálvur tími var spældur. Inntil tá hevði AB verið rættiliga væl við, fyri ikki at siga om­aná til tíðir. Men við ein­ um manni færri og sløkum tíma eftir at spæla, legði AB taktikkin um. Álops­fót­ bólturin, sum hevði merkt dystin inn til tá, mátti lúta fyri verjukendum spæli, har fremsta uppgávan var at varð­veita eina stigi, sum teir høvdu frá dystarbyrjan. Og tað var eisini um at hepn­ast hjá AB, men væl inni í sjálvari yvirtíðini fekk Clayton Soares høvdið á ein bólt eftir trunkaspæl tætt inni undir málinum. Bólt­urin endaði í netinum, trý stig og næsti heima­ sigurin hjá B71 á rað var veruleiki. Magnus tók alt Eftir at AB hevði verið om­an á fyrsta korterið ella so uttan at fáa nakað burtur úr, gjørdu sandoyingar bart og høvdu tríggjar stórar møgu­leikar á rað, men Magnus Poulsen var AB ein góður maður. Fyrst tók hann frálíkt langskot frá Sím­in Hansen, og síðani vardi hann fyri skallara, tá Fabio Viera royndi seg eftir hornaspark. Løtu seinni var ein annar brasilumaður fram­við, tá Flavio varð spæld­ur púra leysur, men Magnus Poulsen fekk fótin á skotroynd hansara. Hesa løtuna sá út til, at dysturin frammi í Dalinum fór at blíva ein fín fótbólts­ uppliving, men tá Jón Niel­ sen varð vístur av vøllinum fylgdi frálíka fótbóltsspæli við honum út, soleiðis at rest­in av dystinum var rætti­ liga lítið áhugaverdur, fyri nú at siga sum er. Trýst uttan úrslit Reyða kortið fekk vágamað­ urin á Argjum fyri hevni­ søku. Tá restaðu slakir tíggju minuttir til steðgin, og hesa løtuna brúkti B71 til at fáa fullkomið tamar­ hald á, fyri síðani at hava bóltin í egnari varðveitslu seinastu trý korterini. Men hóast eitt javnt og støðugt trýst á AB, so eydn­ aðist tað ongantíð B71 fáa glið á spælið. Sera fáir mál­ møguleikar vóru, og hetta komst av, at tað ongantíð eydnaðist sandoyingum at spæla seg í gjøgnum kom­ paktu verjuna, har serliga Mort­en Overgaard og Bern­ hard Petersen royndust sera væl. Gudmund loysti upp Flytingarvindeyga lat upp í farnu vikuni. AB hevur brúkt hetta til at knýta Allan Møkøre og Vagn Mohr Mort­ensen at liðnum. Hesir megnaðu tó ikki at gera vart við seg á sama hátt, sum innskifti Gudmund Nielsen gjørdi tað. Ungi sandoying­ urin hevur í ár spælt við NÍF í 3. deild, men brúkti farnu viku til at flyta spæli­ loyvið aftur til barndóms­ felagið. Kvikur og sterkur sum hann er, tóktist hann ikki at hava nakrar trupul­ leikar við at umstilla seg til Formulafótbólt. Tvørtur­ ímóti var hann maðurin, sum megnaði at hótta tøttu og tryggu verjuna, og var hann ein fragd at eygleiða hesar góðu tíggju minuttir­ nar, hann var inni. Men heldur ikki við Gud­ mundi eydnaðist at fáa hol á, so tá farið var út í triðja minuttin av yvirtíðini, sum Eiler Rasmussen hevði lagt aftrat, høvdu øll sett seg til sættis við, at dysturin end­ aði málleysur. Tá var tað, at ein bóltur var sparkaður inn í brots­ teigin hjá AB. Eftir trunka­ spæl av besta slag, fekk Clay­ton Soares at enda pann­una á bóltin, sum end­ aði í netinum. Vanta bert tvey stig Málið merkir trý stig aftrat til B71, og teir hava nú fing­ ið tilsamans 18 av slagnum. Hetta er bert tvey stig færri enn VB/Sumba í fjør. Fe­lagsliðið úr Suðuroynni end­aði frammanfyri B68 við 18 stigum og ÍF við 16. Og skal metast út frá hesum, so skuldi ein sigur aftrat í teimum 13 umførunum, sum eftir eru, verið nóg mik­ið til at tryggja teimum sæti í bestu deildini. Skal metast út frá sama mátistokki, skulu argjamenn hava tíggju stig aftrat, um teir skulu lívbjarga sær í Formuladeildini. Tað er tó eingin vissa fyri, at hetta er nóg mikið, so eitt mál teirra kundi verið, at teir í miðal skulu hava eitt stig burtur úr teimum dystunum, sum eftir eru. B71-AB 1-0 (0-0): Clayton var bjargingin Allan Mørkøre fekk í vikuni sítt spæliloyvi til AB, og tí kundi hann fyri fyrstu ferð í ár umboða felagið, sum hann í fjør var við til at lyfta upp í bestu deildina Mynd: Álvur Haraldsen 30